Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Løgfrøðingur til Innlendismálaráðið Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í miðfyrisitingini, so er hetta starvið í Innlendismálaráðnum kanska nakað fyri teg. www.imr.fo Um okkum: Innlendismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í inn- lendis málum og skipað í fýra fakøki: lógamál, kommunumál, náttúrumál og samferðslumál. Uppgávurnar í Innlendismálaráðnum fevna um at ráðgeva landsstýrismanni og leiðslu, at umboða ráðið heima og uttanlands og at lýsa og viðgera mál, ið hoyra ráðnum til. Í ráðnum eru 14 starvsfólk. Arbeiðsuppgávur: Sum fulltrúi á náttúruverndardeildini fevna tínar uppgávur serliga um hesi lógarøki: býarskipan, matrikulering og sundurbýtið, bygging, umhvørvi, oljutilbúgving umframt norðurlendskt, arktiskt og altjóða samstarv. Arbeiðsøkið kann víðkast til aðrar ráðsuppgávur. Um teg: Tú skalt hava løgfrøðiligt embætisprógv. Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt, og uppgávurnar loysir tú við góðum huga og nærlagni. Tú ert ágrýtin, og tær dámar væl avbjóðingar. Tú dugir væl føroyskt í skrift og talu, umframt danskt og enskt. Tær dámar væl at samskifta og arbeiða saman við øðrum. Vit bjóða: · Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv · Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning · Løn sambært sáttmálanum hjá Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya Í fyrsta lagi er talan um eitt farloyvisstarv til 15. august 2014 við møguleika fyri varandi setan, um starvsfólkið, sum er í farloyvi, ikki kemur aftur í starvið. Meira at vita: Tú kanst fáa meira at vita um Innlendismálaráðið á www.imr.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anni á Hædd, deildarstjóra, tlf. 55 80 82 ella at senda teldubræv til Annih@imr.fo Umsóknir: Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til Innlendismálaráðið, Postrúm 159, Tinganes, 110 Tórshavn, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 3. juli 2013. Møguligt er eisini at senda umsóknartilfarið elektroniskt til imr@imr.fo Eingin grund til panikkaldur Tiðarinnar tonn er eirindarleys. Men hetta merkir hvørki at tú skalt fara í panikk ella at tú skalt vera fast inventar hjá okkum. Tíbetur. Tað var ongantíð meiningin, at vit skuldu vera ung í allar ævir. Tað snýr seg um at gera tað við stíli. Loys títt sudoku í frið og kom inn til ókeypis ráðgeving onkran dagin. Vit eru altíð til reiðar. mai-KaPPiNGiN Hvønn dag í juni mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Sendið okkum loysnina innan mánadagin 5. august 2013 kl. 10.00 og merki brævbjálvan »Sudoku«. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Vinningurin hesaferð er gávukort, virði 4000,- frá Cosméto