Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juli 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 1. juli 2013 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 4000 fólk á Voxbotn Okkurt um 4000 fólk vóru á stóra konsertdegnum í Vágbotni leygardagin, tá Voxbotn 2013 bleiv hildið annað árið á rað. Hetta er áleið sama talið sum seinast. – Vit eru sum heild væl nøgdir, og alt gekk, sum tað skuldi, siga fyriskipararnir Rannvá G. Fossaberg Vágsbotnur var leygardagin karmur um eina røð av konsertum og øðrum undir­ haldi, tá Voxbotn var á skrán­ ni. Konsertdagurin byrjaði klokkan 15.00 og endaði klokkan 04.00 sunnunáttina. Veðrið var gott allan dagin, og ikki fyrr enn seint um kvøldið fór at regna. Á stóra pallinum fram­ førdu bæði føroysk og út­ lendsk nøvn, meðan ein minni pallur við føroyskum trubadurum varð nýttur ímillum stóru konsertirnar. Stóri pallurin var fluttur nakað í mun til í fjør. – Tað var av trygdarávum, at pallurin stóð, soleiðis sum hann gjørdi. Sjálvur haldi eg, at hann skuldi vent eitt vet meira yvir ímóti Hvonn, men tað kunnu vit so syrgja fyri, at hann ger næsta ár, sigur Rúni Djurhuus, sum fegnast um, at tað í stóran mun eydnaðist at halda tíðarætlanina. - Tað var ikki fyrr enn eftir midnátt, tá Nik & Jay vóru lidnir, at seinkingar blivu í skránni, men eg haldi ikki, at tað bilti, sigur Rúni Djurhuus. Eftir framførsluna hjá donsku Nik & Jay trein Jákup Veyhe saman við dansigentum á stóra pallin ílætin sum koreanski sang­ arin PSY. – Ætlanin var at hava PSY á Voxbotni í fjør, men tað lat seg ikki gera. Vit hugsaðu so, at Jákup Veyhe ístaðin kundi gera okkurt stuttligt burtur úr hittinum Gangnam Style, og hann var alt fyri eitt við upp á tað, sigur Rúni Djurhuus. Longu nú hava fyri­ reik­ararnir kunngjørt, at Voxbotn 2014 verður tann 28. Juni.