Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. juli 2013 · Nr. 75 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Dýrt neyðarróp Pedofili Dómurin í pedofilimálinum mánadagin er endin á einum máli, ið fyri unga mannin endaði í einum dýrum neyðarrópi við ógvusligum avleiðingum Rógvi Nybo »Eg maktaði ikki skommina«. Tað greiddi órættaði ungi maðurin frá í Føroya Rætti, tá hann skuldi svara, hví hann ikki var komin fram við ákærunum fyrr enn nú. Maðurin, sum mána­ dag­in fekk eitt hálvt ára fongulsrevsing fyri at hava framt annan kynsligan ágang enn samlegu móti órættaða, ið tá var yngri enn 15 ár, er frammanundan ákærdur og revsaður fyri at hava gjørt seg inn á tríggjar dreingir. Tann kynsligi ágangurin móti órættaða fór fram í tíðarskeiðinum frá tíðliga í 2004 til oktober 2006, tá ágangurin móti teimum trimum dreingjunum varð avdúkaður og maðurin bleiv ákærdur. Men tá kom hesin ungi drongurin ikki fram við sínum ákærum. Hann valdi at tiga, tí at hann ikki maktaði alla skommina, so­ leiðis sum hann málbar seg. Gekk amokk Í Føroya Rætti greiddi ákærin gjølla frá, hvørjar avleiðingar ágangurin hevði havt og hevur á lívið hjá unga manninum. Millum hesar avleiðingar nevndi ákærin ógvusliga nýtslu av alkoholi í vikuskiftum, harímillum fleiri túrar til útpumpingar. Eisini nevndi ákærin, at ungi drongurin hevur havt trupult við at klára seg gjøgnum skúla og útbúgving annars. At ganga við einum slík­ um loynidómi í longri tíð, førir neyvan nakrantíð nakað gott við sær. Byrðan hjá unga dronginum gjørdist at enda ov tung, og leiddi unga mannin út av eggini. Hetta hendi eina sum­mar­ nátt, tann 6. maj 2012, tá ungi maðurin gekk fullkomiliga amokk í Suðuroy, har hann hevði sorlað ein rút við gróti, koyrt runt í oynni við eini byrsu og skotið gjøgnum rútar, sett eld á hotellið í Øravík og koyrt gjøgnum eina veggirðing. Tað var tá maðurin skuldu standa til svars fyri gerðir sínar í Suðuroy, at málið um kynsligu misnýtsluna í ungu árunum at enda kom fram, og ákæran móti pedofila manni­num varð reist – góð 6 ár eftir at misnýtslan steðg­aði. Ákærin greiddi í Føroya Rætti frá, at hetta var eitt neyðarróp frá unga manni­ num – eitt dýrt neyðarróp, ið somuleiðis kemur at fylgja honum restina av lívinum. Tískil kravdi ákærin eisini, at maðurin, ið stóð ákærdur fyri pedofili, fekk ein so harðan dóm, sum lógin og rættarsiðvenjan í Føroyum kundi toyggjast til – í hesum førinum fongsul í 9 mánaðir. rogvi@sosialurin.fo Tað var eitt dýrt og ógvusligt neyðarróp um hjálp, tá ungi maðurin gekk fullkomiliga amokk í Suðuroynni í fjør. Tað var tá, hetta málið um kynsligan ágang kom fram í ljósið, og ákæra reist móti manninum, ið ágangin hevði framt Modellmynd