týsdagur 2. juli 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 3. juli 2013 · Nr. 75
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Sosialurin 34 18 00
Tórsgøta · 100 Tórshavn · Tel 31 13 95
hjakissa@olivant.fo
DYGD OG STÍLUR
FRÁ INNAST TIL UTTAST
Í KLÆÐUM FRÁ KISSA
VIT UMBOÐAÐ MILLUM ONNUR HESI MERKI:
CARL GROSS • NORDAL • SUNWILL • LINDBERGH • JACK’S • BISON
BOSWEEL & SONS • BELIKA • CLIPPER • CANSON OF DENMARK.
Hálvt ár afturat fyri pedofili
Pedofili Fyrrapartin mánadagin dømdi Føroya Rættur ein mann 6 mánaðar fongsulsrevsing fyri
pedofili. Hetta er aðru ferð, maðurin fær dóm fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á ungar dreingir
Rógvi Nybo
Eitt hálvt ár í fongsli og
30.000 krónur í endurgjaldi.
Tað er dómurin, ein pedofilur
maður fekk, tá hann mána
dagin fyri aðru stóð ákærdur
fyri annan kynsligan ágang
enn samlegu móti einum
drongi, ið tá var undir 15 ár.
Áður hevur dømdi maðurin
longu fingið og sitið hálvt
annað ára fongsulsrevsing
fyri brot av sama slagi móti
trimum dreingjum. Hetta
málið fór fram í sama tíð
arskeiði, men var ikki við í
fyrra
rættarmálinum,
og
fekk hann tí mánadagin eitt
hálvt ár afturat í sokallaðum
“tillægsstraf”.
Maðurin hevði gjøgnum
eitt longri tíðarskeið frá 2004
til 2006 systematiskt útnytt
að og gjørt seg kynsliga inn á
ein ungan drong, ið tá var
millum 12 og 15 ár.
Ákærdi maðurin játtaði
seg lutvíst sekan í ákærun
um. Maðurin kundi viðganga,
at hann í nøkrum fáum
førum, 3 til 4 ferðir, hevði
gjørt seg inn á dreingin, men
noktaði, at talan var um fleiri
føri enn hesi.
Vektaði vitnis
frágreiðing hægst
Í ákæruritinum varð ákærdi
hinvegin ákærdur fyri í nógv
fleiri førum, heilt upp til
eini 50 ferðir, at hava gjørt
seg inn á henda dreingin.
Kravið frá ákæranum var tí,
at maðurin fekk í minsta lagi
9 mánaðar fongsulsrevsing.
Verjin
hjá
manninum
kravdi hinvegin lutvísa frí
kenning. Ákæran var eftir
teirri paragraffini, sum fevn
ir um kynsligan ágang móti
børnum undir 15 ár. Men av tí
at órættaði fylti 15 ár í
tíðarskeiðinum, har ágang
urin skuldi verða farin fram,
vísti verjin á, at ákæran ikki
kundi fevna um hendingar, ið
vóru farnar fram eftir hetta.
Harafturat legði verjin dent
á, at ivamál var um, hvussu
ofta maðurin skuldi hava
gjørt seg inn á dreingin, og
um so var, hvussu ofta hetta
var meðan drongurin var
undir 15 ár.
Dómarin valdi tó at leggja
stóra vekt á vitnisfrágreið
ingina hjá órættaða dreing
inum og einum øðrum vitni í
málinum, og dømdi mannin
eitt hálvt ára fongsulsrevs
ing.
Kundi lagt kortini
á borðið
Ákærdi
maðurin
hevur
longu fingið dóm fyri at
hava gjørt seg inn á tríggjar
dreingir í sama tíðarskeiði,
sum hetta málið fevndi
um. Undir rættarmálinum
kom tað fram, at ágangurin
móti órættaða steðgaði, tá
maðurin varð ákærdur í
fyrra málinum.
Ákærin legði dent á, at
ákærdi maðurin kundi lagt
øll kortini á borðið undir
fyrra rættarmálinum. Men
ákærdi maðurin varð ikki
ákærdur fyri hetta brotið
tá og valdi tøgnina. Í síðsta
enda kom málið tó fram,
og maðurin hevur nú eisini
fingið dóm fyri hetta brotið.
rogvi@sosialurin.fo
Eftir gamlari lóg
Tá lógarbrotið fór fram í
tíðarskeiðinum 2004 til
2006, kundi maðurin bert
dømast eftir galdandi
lóggávu í gerningsløtuni.
Revsilógin varð herd á
hesum øki í 2009, við
gildiskomu 1. januar 2010.
Tilvildarlig mynd