týsdagur 2. juli 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juli 2013 · Nr. 75
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
– Eg plagi at fáa millum 10 og
13 í øllum lærugreinum. Tað
er líka í føroyskum, at eg ikki
klári meg so væl. Har havi eg
onkuntíð fingið eitt 9-tal.
Soleiðis sigur Sigmundur
Hannesarson,
sum
fyri
nøkrum døgum síðani fekk
prógv sum støddfrøðiligur
studentur. Eins og allar
aðrar pisurnar gongur hann
í hesum døgum errin runt
við húgvuni, ið signalerar,
at hann hevur gjøgnumført
miðnámsútbúgvingina. Hann
kann tó loyva sær at vera eitt
vet meira errin enn øll hini.
Sigmundur
Hannesarson
hevur besta prógvið í ár.
– Øll spyrja, hvat upp
skriftin er til at fáa eitt so
gott prógv. Eg kann ikki svara
annað enn tað vanliga, mann
plagar at hoyra frá øðrum,
sum hava fingið høgar karak
terir. Eg geri nógv við skúlan,
sigur Sigmundur Hannesar
son lítillátin.
Hevur verið strævið
Herfyri
var
Sigmundur
Hannesarson til sína seinastu
próvtøku á Studentaskúl
anum í Hoydølum. Seinastu
vikurnar hevur hann verið
til fimm skrivligar og tríggjar
munnligar próvtøkur, har
úrslitið fyri tað mesta varð
próvtalið 11 og 13. Soleiðis
hava støðumetini eisini verið
hesi trý árini, Sigmundur
Hannesarson hevur gingið á
støddfrøðiligu deild.
Hektiskar og strævnar.
Soleiðis
lýsir
Sigmundur
Hannesarson hesar seinastu
vikurnar, hann hevur verið
til próvtøkur.
– Eg havi ikki fingið nógv
an svøvn. Onkrar dagar havi
eg lisið líka til klokkan seks
um morgunin, sovið ein
tíma, og so til próvtøku, sigur
Sigmundur Hannesarson, ið
hevur fyrireikað seg væl til
allar próvtøkurnar.
– Eg havi ikki fyrireikað
meg eftir nøkrum ávísum
leisti, men eg havi lisið øll
evnini ígjøgnum og annars
bara lisið, líka inn til eg havi
havt eina kenslu av, at nú
klári eg at svarað øllum tí,
sum lærarin og sensor nú
einaferð kunnu finna upp
á at spyrja um undir próv
tøkuni, fortelur Sigmundur
Hannesarson.
Umframt at lesa nógv
sjálvur hevur hann eisini til
tíðir siti í bólki saman við
flokksfeløgum og fyrireika
seg.
– Tað hjálpir eisini nógv,
haldi eg, tí tá kanst tú síggja
eitt evni frá fleiri sjónar
hornum, sigur Sigmundur
Hannesarson.
Men vilja øll ikki vera í
bólki saman við honum, tá
tey vita, at hann altíð fær
góðar karakterir?
– Jú, eg varð bjóðaður at
vera við í fleiri bólkum, sigur
Sigmundur
Hannesarson
spakuliga. Hann hevur á
ongan hátt hug at reypa.
Tvørturímóti.
Framløgan
skal fyrireikast
Hvørja
ferð
Sigmundur
Hannesarson hevur verið til
próvtøku, hevur hann klárað
seg væl. Sjálvur heldur hann,
at fyrireikingartíðin, áðrenn
tú skalt inn til sjálva próvtøk
una, hevur stóran týdning.
– Tá fyrireiki eg tað, sum
eg ætli mær at leggja fram
fyri læraranum og sensor, og
brúki bara nakrar fáar min
uttir upp á at lesa um evnið.
Tað havi eg gjørt dagarnar
frammanundan
og
veit,
hvat tað snýr seg um, sigur
Sigmundur Hannesarson og
heldur fram:
– Ístaðin fyri at lesa
plagi eg at ganga runt í fyri
Hevur besta
prógvið
í landinum
– Eg geri mær ómak við øllum innlatingum og satsi altíð upp á topp
karakterir. Og so royni eg at sita fremst í flokkinum, tí tá fær mann
mest við. Tað sigur 19 ára gamli Sigmundur Hannesarson úr Havn. Av
øllum teimum mongu miðnámsnæmingunum, sum hava fingið prógv
seinastu vikurnar, hevur hann besta prógvið við einum miðaltali á 10,9
Eg havi ikki fingið
nógvan svøvn. Onkrar
dagar havi eg lisið líka
til klokkan seks um
morgunin, sovið ein
tíma, og so til
próvtøku
Super-studenturin Sigmundur:
– Eg ætli mær at fara til Onglands at lesa stjørnu
alisfrøði. Mær hevur altíð dámað væl alisfrøði, og nú
havi eg møguleika fyri at útbúgva meg innan tað, og
tað gleði eg meg til, sigur Sigmundur Hannesarson
Mynd: Álvur Haraldsen