Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 3. juli 2013 · Nr. 75 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin reikingar­hølinum og leggja fram fyri mær sjálvum, sigur Sigmundur Hannesarson og hevur hug at flenna. – Men eitt annað gott ráð í sambandi við próvtøku er at brúka alla tíðina. Tað plagi eg at gera, og á tann hátt stýri eg í stóran mun sjálv­ur, hvat gongur fyri seg undir próvtøkuni, sigur Sigmundur Hannesarson og nevn­ir ein annan fyrimun við at brúka alla tíðina inni í próv­tøku­høl­ inum. – Á tann hátt er heldur ikki tíð til teir heilt nógvu spurningarnar frá lærara og sensor. Onkrir spurningar koma sjálvandi altíð, men við at brúk alla tíðina til at leggja fram avmarkar tú tíð­ ina, har lærarin og sensor kunnu seta teir spurningar, sum tú kanska ikki dugir so væl at svara. Ger sær ómak Sigmundur Hannesarson held­ur, at tað eru tvey ting, ið eru avgerandi fyri, at tú kanst fáa eitt gott prógv. – Tað snýr seg fyrst og fremst um at gera nógv við skúl­an gjøgnum alt árið. Sjálv­ur havi eg kanska ikki gjørt so nógv við tað vanliga heima­arbeiðið, men eg havi gjørt mær ómak við øllum inn­latingum. Eitt nú tá eg havi skrivað ein stíl, so havi eg brúkt nógva tíð upp á at hyggja væl eftir øllum setn­ ing­um og orðingum, fyri at fáa hvønn einstaka setning at ljóða so væl, sum til ber, sigur Sigmundur Hannesarson. Eisini lærararnir hava stóra ávirkan, heldur hann. – Tað er ógvuliga týdn­ ingar­mikið, hvussu lærarin leggur tíman til rættis. Hann skal duga at gera evnið áhuga­vert. Megnar hann tað, tímir tú automatiskt betri at fylgja við í undirvísingini. Eg havi sjálvur upplivað, at onkur lærugrein hevur verið ordiliga keðilig, og eingin í flokk­inum hevur tíma at fylgt við í undirvísingini. Men tá vit so hava skift lær­ ara, so hava øll knappliga hild­ið júst ta lærugreinina ver­ið áhugaverda og hava gjørt nógv við at fyrireika seg og lisið uppá til hvønn undir­vísingar­tíma, greiðir Sigmundur Hannesarson frá. – Ofta er tað gott at sita fremst, tá undirvísing er. Tá fær mann mest við, og tað er einki, ið órógvar, sigur Sigmundur Hannesarson. Hóast hann brúkar nógva tíð upp á skúlan, so sigur hann seg kortini ikki vera týpan, sum bara situr inni og ger skúla­ting. – Eg havi eisini eitt sosialt lív, og tað skal tað eisini vera tíð til. Eg plagi at sparka fót­ bólt, spæla telduspæl sam­ an við vinmonnunum, og so gangi eg eisini eitt sindur í býnum, sigur Sigmundur Hannesar­son og leggur skemtiliga afturat, at síðani húgvan kom á høvdið, hevur talið av býtúrum verið væl hægri enn vanligt. Stjørnualisfrøði í Onglandi Við einum miðaltalið á 10,9 eru møguleikarnir fyri eini hægri útbúgving nógvir. Og Sigmundur Hannesarson veit longu, hvussu prógvið skal brúkast. – Eg ætli mær at fara til Onglands at lesa stjørnu­alis­ frøði. Mær hevur altíð dámað væl alisfrøði, og nú havi eg møguleika fyri at útbúgva meg innan tað, og tað gleði eg meg til, sigur Sigmundur Hannesarson. Hann fer tó ikki á skúla­ bonk í Onglandi rættiliga enn, tí komandi tíðina vil hann forvinna sær pening og síð­ani ferðast ymsastaðni. – Planurin er, at eg arbeiði til einaferð næsta vár, og síð­ ani fari eg at fjakka við vin­ fólki. Ætlanin er at koma víða, og tí verði eg noyddur at arbeiða frá nú av og til vit fara avstað, sigur Sigmundur Hannesarson. Hóast hann er vanur við topp­karakterir og hevur fleiri 13 tøl í próvnum, veit hann eisini, hvussu tað er, tá tað gongst minni væl til eina próv­tøku. – Einaferð var eg til skriv­ liga próvtøku í stødd­frøði og helt sjálvur, at tað gekk væl. Karakterurin bleiv tó alt annað enn góður, tí eg hevði gloymt at blaða um á ta einu síðuna og sostatt ikki rokn­að eina heila síðu. Men so havi eg roynt tað, sigur super­ student­urin og flennir. rannva@sosialurin.fo Sjálv­ur havi eg kanska ikki gjørt so nógv við tað vanliga heima­arbeiðið, men eg havi gjørt mær ómak við øllum inn­latingum