Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fátækramarkið ke Fátækramark Arbeiði við at skriva eitt tilmæli til landsstýrið um fátækramark í Føroyum dregur út. Fakliga kjakið, kanningararbeiði og onnur arbeiðsviðurskifti draga arbeiðið út, sigur formaðurin í arbeiðsbólkinum Rógvi Nybo Sambært arbeiðs­setningi­ num skuldi arbeiðsbólkurin, ið situr við arbeiðinum at gera tilmæli til landsstýrið um eitt føroyskt fátækra­ mark, koma við sínum til­ mælum í apríl 2013. Men enn er einki komið frá arbeiðs­ bólkinum. Heri Petersen, fulltrúi í Almannamálaráðnum, er formaður í arbeiðsbólkinum. Sambært honum eru tað fleiri viðurskifti, ið gera, at arbeiðið dregur út. - Tað eru fleiri orsøkir til, at vit ikki eru komin á mál enn. Eitt er, at arbeiðs­bólk­ urin ikki arbeiðir fulla tíð við arbeiðinum. Arbeiðið verður skipað viðsíðunaav teimum dagligu skyldunum, og ofta stinga aðrar arbeiðsupp­gáv­ ur seg upp í millum. Har­ afturat bíða vit enn eftir einari kanning, sum út­ greinar hvat kostnaðarstøðið er hjá einum vanligum húski at búgva í Føroyum, sigur Heri Petersen, formaður í arbeiðsbólkinum. Enn í kjakstøðu Ein av stóru spurningunum, ið arbeiðsbólkurin eisini skal viðgerða, er hvat eitt fátækramark skal nýtast til. – Vit eru enn í eini kjak­ støðu, har vit taka fakliga kjakið um, hvat eitt fá­tækra­ mark skal nýtast til. Í mánadagsblaðnum skrivaðu tit, at endamálið við at ástea eitt fátækramark er sjálvandi at binda myndugleikarnar til at tryggja, at eingin borgari fer niður um markið, og at fátækramarkið havið verður eitt stýringsamboð fyri sosialpolitikkin. Tað kann onkur kanska vænta, men tað er ógvuliga fá lond, ið nyta fátækramarkið til nakað so konkret, og tað valdast frá landi til land, hvussu tað verður nýtt. Vit eru enn í diskussjón um, hvussu fátækramarkið skal nýtast, greiðir Heri Petersen frá. Eftir summarfrítíðina Heri Petersen er varin við at spáa um, nær arbeiðið at skriva tilmælið verður liðugt. Men hann sigur, at arbeiðið verður liðugt einaferð eftir summarferiuna. – Tað er kanska ikki beint eftir summarferiuna, men eg sigi heldur ikki at tað verður í vetur, sigur formaðurin í arbeiðsbólkinum. Eitt leyst boð, ið Sonja Jógvansdóttir, sum somu­ leið­is er partur av arbeiðs­ bólkinum, herfyri nevndi í samrøðu við Sosialin, er at arbeiðið er komið á mál í heyst. – Og hetta er hóast alt eitt fátækramark, vit tosa um. Tað er ikki bara bara at áseta eitt fátækramark, staðfestir Heri Petersen. rogvi@sosialurin.fo Talandi tøgn Hin 24. februar 2011 legði Miðflokkurin uppskot fyri Løg­ tingið um ásetan av einum føroyskum fátækramarki. Hin 13. mai sama ár samtykti Løgtingið álitið frá trivnað­ar­ nevndini, og ein arbeiðsbólkur av ser­kønum varð sett­ ur at útgreina, hvat í minsta lagi skal til hjá einum húsar­ haldi fyri at kunna hava sámilig livikor. Hetta arbeiði skuldi verða grundarlagið undir einum lógar­ uppskoti at leggja fyri Løgtingið. Eftir ætlan skul­ di nevndar­arbeiðið verða liðugt 1. apríl í ár. Nú hava vit sett hol á juli mánað, og enn er einki frætt frá nevndini. Lands­stýris­kvinn­ an í almannamálum, Annika Olsen, hev­ ur í svari upp á skrivligan fyri­spur­ ning frá Jenis av Rana svarað, at ymisk viðurskifti eru, ið hava darvað arbeiðinum, og at tíðarfreistin hevur verið í so knøpp – hetta hóast tað fer at líða móti einum ári síðani, at arb­ eiðsbólkurin fekk sín arbeiðssetning handaðan. -RN Arbeiðssetningurin Hesi eru høvuðspunktini í arbeissetninginum hjá arbeiðsbólkurin, ið 1. apríl 2013 skuldi handa landsstýrinum síni tilmæli um eitt fátækramark í Føroyum: • Eyðmerkja og lýsa orsøkir til at fólk liva í fátækradømi, • Nágreina, hvat eitt fátækramark skal brúkast til, • Lýsa ymsar hættir at áseta fátækramørk, • Greina og meta um, hvør háttur og hvørjar dátur skulu vera grundarlag fyri einum føroyskum fátækramarki og harvið gera tilmæli um, hvussu eitt føroyskt fátækramark skal ásetast Arbeiðsbólkurin Hesi manna fakliga arbeiðs­bólkin, ið skal skriva tilmæli um fá­ tækramark: Heri Petersen, formaður Høgni Vilhelm Marjun Berg Sonja Jógvansdóttir Michael Feldballe Jóannes Jacobsen Nýtt fátækramark í Danmark Danmark hevur fyri mánaði síðani ásett nýtt fátækra­ mark, sum byggir á tilmælið frá einum serfrøðingabólki. Fólk, ið trý ár á rað hava eina inntøku, sum er minni enn 50 prosent av mið­inn­ tøkuni, verða nú roknað sum fátøk. Í Danmark merkir hetta, at fólk, ið hava eina tøka ársinntøku eftir skatt upp á minni enn 103.200 krónur árliga, eru at rokna sum fátøk. Hetta svarar til eina tøka inntøku upp á 8.600 krónur um mánaðin eftir skatt. Lesandi og fólk, sum hava ognir fyri omanfyri 100.000 krónur, verða ikki íroknað sum fátøk. Hetta merkir, at tað eru 42.200 fátøk í Dan­ mark, av teimum eru 10.700 børn undir 18 ár. Bent Greve, professari við deildina fyri Samfelag og Alheimsgerð við lærda háskúlan í Roskilde, segði við danska dagblaðið Infor­ma­ tion, at serfrøðingabólkurin heldur átti at fylgt fátæk­ra­ ásetingini hjá evropeiska hagtalsstovninum Eurostat, ið er ein inntøka upp á undir 60 prosent av miðinntøkuni. Hetta merkir at rættiliga nógv fleiri høvdu verið at mett sum fátøk. Tengt at húsarhaldinum Serfrøðingabólkurin, ið hevur skrivað tilmælið til donsku stjórnina um fátækramark viðmælti, at fátækradømi í framtíðini verður mált eftir, um eitt fólk í trý ár hevur eina inntøku, ið er 50 prosent av miðinntøkuni. Markið verður tó tengt at hvussu nógv fólk eru í húsarhaldinum 1 fólk = 103.200 krónur 2 fólk = 156.400 krónur 3 fólk = 199.400 krónur 4 fólk = 237.000 krónur 5 fólk = 271.000 krónur 6 fólk = 302.300 krónur Hetta merkir altso, at búgva tvey saman, skulu tey gjøgnum trý ár hava eina inntøku minni enn 156.400 krónur tilsamans árliga, fyri at verða at rokna sum fátøk.