hósdagur 4. juli 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
mur í heyst
Fátækramarkið
er gykl
- Eitt fátækramark er politiskt gykl. Tað sigur
næstformaðurin í HUXA. Sambært honum fer
fátækramarkið ikki at bøta um trupulleikan,
men heldur at fasthalda fólk í fátækradømi
Rógvi Nybo
Herfyri skrivaði ungmanna
felagið hjá Fólkaflokkinum,
HUXA, eitt skriv, har tey
staðiliga mæla frá at áseta
eitt fátækramark. Tey eru í
løtuni
einasta
politiska
ungmannafelagið, ið greitt
hevur meldað út um hetta
mál. Og sæmbart teimum er
talan bert um politiskt gykl.
– Eitt fátækramark er
eitt politiskt gykl. Vit tosa
ikki um eitt absolutt fá
tækramark, men eitt re
lativt, sum vil siga, at eitt
fátækramark vil ongantíð
verða við til at basa fá
tækradømi, men ístaðin vil
halda fólk fast í fátækra
dømi, sigur Jóhan Bech
Húsgarð, næstformaður í
HUXA.
Hann sigur, at verður
reglan um 60 % av miðinn
tøkuni, so er talan um ein, ið
hevur eina árstinntøku upp
á 180.000 krónur um árið.
– Tað er ógvuliga gott
fyri meg sum lesandi, men
eg tori at seta stóran
spurning við, um eg fati
meg sjálvan sum fátækan
ella í fátækraváða, sigur
Jóhan Bech Húsgarð.
Í Danmark hava tey júst
ásett eitt fátækramark, og
har verður víst á, at rætti
mátin at bøta upp á fátækt
er við at hyggja at, hvørji
eru hesi fólkini, ið liggja
undir markinum, og hvat
kann gerðast arbeiðsmark
naðarpolitiskt, útbúgving
arpolitiskt og socialpolitiskt
fyri at fáa hesi at flyta seg
úr
fátækrabólkinum.
Er
hetta ikki nemliga eitt gott
boð um, hvussu tú kanst
nýta eitt fátækramark til at
definera og málrætta hjálp
ina til útsett fólk og fam
iljur?
- Jú, tað er kanska snilt.
Men nú skal tú minnast til
tað, at tú blívur við at tosa
um tað, at tað blíva við at
verða fólk, ið eru fátøk. Vit
hava ta greiðu fatan, at tað,
tú setur í samband við
fátækradømi, eru sosialir
trupulleikar. Og vit halda
ikki, at ein lág inntøka er
beinleiðis tengd at einari
lágar
inntøku.
Sjálvandi
skulu vit fara inn at hyggja
at, hvat vit kunnu gera, fyri
at gera tað betri. Men har
halda vit ikki, at lykilin er
veiringar til tey útsettu,
men heldur ein skattalætti
til lágu inntøkurnar, eitt nú
við at hækka botnfrádráttin
hjá kommununum, sigur
Jóhan Bech Húsgarð.
Mæla til broytta
skattaskipan
Hvat halda tit í HUXA so
eigur at verða gjørt í staðin,
um eitt fátækramark ikki er
rætti vegurin?
Næstformaðurin í HUXA
vísir á, at tað eru onnur ting,
tú skal hyggja at, enn at siga
at tað eru 10 prosent av
fólkinum,
ið
liva
í
fátækraváða. Tað er heilt
greitt, at vit skulu inn at
hyggja at, hvat tað er, ið ger,
at fólkini eru í hesi støðuni.
Men vit halda, at tað er ofta
nakað við skattatrýstið at
gera. Tekur tú til dømis ein
við ársinntøkuni 180.000, so
er tað ein, ið arbeiðir hálva
tíð. Hví arbeiðir hann bara
hálva tíð? Hvat er tað,
forðar honum í at arbeiða
fulla tíð? Er tað nakað, tað
almenna kann fara inn at
hjálpa við, ella eru tað
nakrar skipanir, ið skulu
broytast,
spyr
næstfor
maðurin í HUXA.
rogvi@sosialurin.fo
Miðalinntøka og miðinntøka
Miðalinntøka
Fyri at finna miðalinntøkuna leggur tú
allar inntøkurnar saman og býtir við
talinum av inntøkum. Hevur tú fimm
ymiskar inntøkur á 10.000 kr, 12.000
kr, 18.000 kr, 25.000 kr og 50.000 kr,
so er miðalinntøkan 23.000 krónur.
Miðinntøka (Medianinntøka)
Miðinntøkan er tann mittasta inntøkan,
har helvtin av borgarunum hava minni
ella størri inntøku. Hetta er ikki tað sama
sum miðalinntøkan. Eru eitt nú fimm
ymiskar inntøkur á 10.000 kr, 12.000
kr, 18.000 kr, 25.000 kr og 50.000 kr,
so er miðinntøkan 18.000 krónur.
Fátækramark og fátækraváði
Fátækraváði
Parturin av fólki í fátækraváða er
sambært ES mátinum tann parturin
av fólkunum, sum hevur minni inntøku
enn 60% av miðinntøkuni í eitt ár.
Fátækramark
Í Føroyum er einki fátækramark ásett.
Danmark hevur fyri einum mánaði
síðani ásett eitt fátækramark, har
tú ert fíggjarliga fátækur, um tú
hevur eina minni inntøku enn 50% av
miðinntøkuni gjøgnum trý ár – hetta
er eitt hægri mark enn ES mátið, ið
nýtir minni enn 60% av miðinntøkuni.
Jóhan Bech Húsgarð, næstformaður í HUXA
Mynd: Facebook
Í blaðnum mánadagin skrivaðu vit um stríðið hjá 32-ára gomlu Sólrun Durhuus, sum er
einligur forsyrgjari við tveimum børnum, at fáa endarnar at røkka saman. Hon – eins og nógv
onnur – kemur at liggja undir fátækramarkinum, um tað verður ásett sum í ES-londunum
Mynd: Útklipp úr Sosialinum mánadagin 1. juli