Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 deyðin í ferðsluni – Vit snaraðu úr rundkoyringini, og hon setti ferðina upp. Tá vit koyrdu ein­ar 50 km/t, varnaðust vit, at tað brádliga var vorð­ið hált – veruliga hált – svarta­kálk, sigur Leif Mikkelsen Mynd: Álvur Haraldsen Sunnudagin er Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Í 2000 tók Ingi Gunnarsson úr Havn stig til at leggja út blómutyssi, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív, og hetta hevur verið gjørt á hvørjum ári síðani. Síðsta árið hava trý fólk latið lív á føroysku vegunum. Í blaðnum í dag varpa vit ljós á eina av vanlukkunum, umframt tær fylgjur, ið slíkar vanlukkur hava við sær fyri tey, ið eftir sita.