Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 deyðin í ferðsluni – Eg lætni um hjartað, tí eg veit, at bilurin hevur rakt mínu megin og ikki Hjørdis. Eg síggi, at Hjørdis liggur út ímóti førarahurðini. Eg taki í hana og vil hava hana yvir ímóti mær. Hon sær púra frísk út, og einki er at síggja á henni. So siti eg har og haldi um hana, og hon andar friðsælt Tað var ein vakur vetrar­ dagur, klárt og kølið. Tey vóru í góðum lag bæði hendan fríggjadagin 7. desemb­er 2012. Hon skuldi ser­vera til eitt jólaborðhald í Havn, hann skuldi suður í eitt annað jólaborðhald. Tey búðu hjá foreldrum henn­ara í Kollafirði. – Meðan Hjørdis gjørdi seg klára, neyt eg tvey gløs av reyðvíni. Tá vit vóru klár at fara umleið kl. 17, fór hon fyrst út í bilin, startaði og setti seg við síðuna av før­ ara­setrinum. »Eg kann ikki koyra, tí eg havi drukkið vín,« segði Leif við hana. Leif Mikkelsen, sum er 33 ára gamal og cand. merc. jur., hevði hildið saman við Hjørdis Gullaksen í góð trý ár hetta vetrarkvøldið fyri hálvum ári síðani. Hon var 21 og gekk á fyrra ári á HF í Hoydølum. Tey høvdu ætlanir um barn í næst­um og møguliga at flyta uttan­ lands, so Hjørdis kundi út­ búgva seg. Hon elsk­aði børn og vildi vera ung mamma. Svartakálk Tað var ikki hált í bygdini. – Eg spenti trygdar­belt­ ið beint áðrenn rund­koyr­ ingina. Hjørdis var sum alt­ íð íbundin. Vit snaraðu úr rundkoyringini, og hon setti ferðina upp. Tá vit koyrdu ein­ar 50 km/t, varnaðust vit, at tað brádliga var vorð­ið hált – veruliga hált – svarta­kálk. At bilurin var væl skøddur við góðum pík­ um, munaði ikki nóg væl, greiðir Leif frá. Hjørdis gjørdist ræðslu­ sligin, tí hon ongantíð hevði upplivað, at bilurin gleið. – Sjálvur visti eg, hvussu mann eigur at reagera í hálku, tí eg hevði roynt tað fyrr. Tá tú ikki hevur roynt tað, veitst tú ikki, hvussu tú eigur at bera teg at. Nógv mótkoyrandi ferðsla var úr Havn, eg sá einar átta bilar á rað sunnanífrá. – Eg tók róðrið, tí hon var skelkað og visti ikki, hvønn veg hon skuldi snara, nú bilurin hevði mist vegtakið. Eg royndi at fáa bilin at venda út í høgru síðu aftur, men tað einasta, sum hendi, var at bilurin sjálv­ur vendi við gronini til høgru, men skreiddi í vinstra borð – tað vil siga í mótkoyrandi koyribreyt. Tveir mótkoyrandi bilar sluppu framvið; vit kundu tað sama eisini rent á teir. – Vit gliðu nú longri ...framhald á síðu 10 Savnsmynd