Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. apríl 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 82 - 30. apríl 2004 Nr. 82 - 30. apríl 2004 3 1. mars byrjaði Høgni Klakkstein í nýggjum starvi sum dagligur leiðari í mentanar- húsinum Atlantis í Klaksvík. Hann heldur, at húsið hevur nógvar møguleikar, tá hugsað verður um smærri tiltøk, men tað týdningarmesta fyri hann er, at húsið verður brúkt í ger- andisdegnum SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Mentanarhúsið Atlantis fekk fyri tveimum mánaðum síðani nýggjan dagligan leiðara. 31 ára gamli Høgni Klakkstein varð settur, og Sosialurin hevur sett honum stevnu fyri at práta eitt sindur um húsið, hvørjar møguleikar eru fyri at skipa fyri til- tøkum og framtíðarætlanir. – Húsið er fínt til at hava smærri tiltøk og konsertir, men trupulleikin vísir seg at vera at fáa fólk at koma til tiltøkini, sigur Høgni og vísir á, at seinasta viku- skifti var eitt blues kvøld við nøkrum av landsins bestu tónleikarum, men har var ikki nógv fólk. – Tað er ikki gott at vita, hvat klaksvíkingar tíma, men eg vænti, at konsertin við Martin Joensen Band nú leygarkvøldið fer at savna nakað av fólki, sigur Høgni. Av komandi tiltøkum nevnir Høgni til dømis kon- sertir við Týr, Lenu og Niklas, Pætur við Keldu og norðoyastevnuteitið. Eisini er húsið bílagt til beinleiðis útvarpssendingar í august. Sum er, eru tiltøk aloftast í húsinum um vikuskiftini og kvøldini, og tað heldur Høgni átti at borið til at gjørt nakað við, so at húsið eisini verður nýtt í ger- andisdegnum. Hann sær fyri sær, at við komandi broytingum, sum fara at verða framdar, so kundi húsið verðið nýtt til so øgiliga nógv annað enn konsertir, upplestrar og biograf. Hann nevnir sum dømi kvøldsetur av ymsum slagi, mótasýningar, sølu- fremjandi tiltøk hjá fyritøk- um umframt at farið í sam- starv við mentanarhúsið í Fuglafirði og Norðurlanda- húsið. Nýtt anlegg – Men tað nyttar onki við ongum ljóðanleggi, tað má í húsið fyrst, slær Høgni fast. Við einum nýggjum an- leggi sær Høgni eina rúgvu av stórum møguleikum fyri sær, og eisini fer tað lætta munandi um at skipa fyri tiltøkum. – Eitt nýtt anlegg fer utt- an iva at gera alt effektivari í húsinum. Tað er jú trupult at skula út at leiga anlegg hvørjaferð, tí so noyðist ein ofta at hava ein mann, sum kennir anleggið, við, og tað kostar. Hvør 1.000 krónu seðil hevur jú nógv at siga, sigur Høgni og vísir á, at um eitt anlegg var í húsin- um, so kundi hann sjálvur tað sama tendra tað fyri tey vitjandi, tí hann hevur jú sína dagligu gongd har. Sum nú er, bíðar hann eftir svari frá Mentamála- ráðnum, sum hann hevur søkt stuðul frá. Um væl vil til, so letur Mentamálaráðið umleið ein triðing av kostnaðinum, og Høgni sigur eisini, at húsið hevur fingið fleiri góðar stuðlar til hetta keypið. – Eitt nýtt anlegg verður kærkomið, tað er púra sikkurt, staðfestir Høgni, og hann tykist nærum ó- tømiligur fyri hugskotum, sum eitt ljóðanlegg í húsin- um, hevði gjørt lættari at skipa fyri. Broytingar Høgni hevur eisini gjørt sær nakrar tankar um broytingar inni í húsinum, sum hann heldur fer at bøta um umstøðurnar. Ætlanin er, at kioskin, sum er í foyerinum, skal broytast. Har fer ein nýggj kaffimaskina at koma skjótt, har møguleiki verð- ur at keypa sær onnur sløg av kaffi - til dømis cappu- china og espresso. Eisini verður teppi lagt á gólvið í øllum salinum. Sum nú er, er bara teppi í gongdini millum stólarnar. Og tað ætlar Høgni eisini at broyta. Hann sigur, at so- leiðis sum stólarnir standa í dag, so er nógvir blindir vinklar frá salinum upp á pallin, og tað ger, at summi ikki síggja allan pallin, og tað má sigast at vera ó- heppið. Tí er meiningin, at allir stólarnir verða settir saman, so at ongin millumgongd verður í miðjuni. Tá koma fólk at ganga fram við vegginum báðumegin, og tað sigur Høgni, fer at bøta um hendan trupulleikan. Avgjørt er annars, at tak- ið skal skiftast á húsinum, og í tí sambandinum hevur Høgni verið á fundi við Klaksvíkar býráð fyri at kanna møguleikarnir fyri at gera kvistar á loftinum, so at tað kann verða nýtt fult út. – Við møguligum kvist- um, fer at bera til at gera smærri rúm á loftinum, sum eitt nú kunnu nýtast sum uppihaldsrúm fyri gestum, sum koma til húsið, tí sum nú er, er onki slíkt rúm í húsinum tiltaks, uttan at Sjónleikarafelagið letur kjallarin til tað, greiðir Høgni frá. Biografur má vera Atlantis hýsir ymiskum tiltøkum gjøgnum eitt ár, men tað støðufasta er uttan iva biografurin. Høgni er púra sannførdur um, at ein biografur eigur og skal vera í Klaksvík. Og hann letur væl at honum, sum nú er. – Hóast hann ikki gongur framúr væl, so ber hann seg, sigur hann. Í fjør vóru um 10.000 fólk í biograf í Klaksvík, og tað heldur Høgni ikki vera so galið. Hann er bjart- skygdur um hetta árið. – Biografurin veldst jú um, hvat fyri filmar ganga. Eg ivist ikki í, at stórfilmar sum Lord of the Rings og Passion of the Christ gera teirra til, at hetta talið kanska við ársenda er kvinkað nakað upp um 10.000, men tað er sjálv- andi vónleyst at siga nakað ítøkiligt um longu nú. Hann arbeiðir við fleiri spennandi ætlanum, men hansara aðalmál tykist at vera, at húsið skal verða nýtt í gerandisdegnum og ikki bert standa, sum hann sjálvur tekur til, sum eitt jólatræ meginpartin av vik- uni. Áhugin fyri ung- dómsferðini við Norrønu til Hanst- holm og aftur viku- skiftið 7. mai er sera stórur. Á Smyril Line eru tey bilsin av undirtøkuni, men fegnast um, at hesin málbólkurin eru so áhugaður í ferðini FERÐING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Vikuskiftisferðin fyri ung- dómar við Norrønu hevur fingið ovurstóra undirtøku. Tað eru bara kochettir eftir at fáa á ferðini, og kann sostatt sigast, at skip- ið er nærum fult til hendan túrin. Meginparturin av ferða- fólkunum eru ungdómar, men Áki Jespersen, leiðari á skipsdeildini, sigur at tað eru fleiri tilkomin fólk eisini. – Okkurt um 700 fólk hava tó teknað seg til hend- an serliga túrin, sum vit nú skipa fyri, sigur Áki, sum viðgongur, at tey høvdu ikki roknað við so stórari undirtøku, tá tey fóru í holt við at fyriskipa hendan túrin. Áki Jespersen sigur, at Smyril Line hevði fingið nógvar fyrispurningar um, hví tey ikki skipa fyri ein- um túri fyri ungdómin, men hann hevði ikki væntað hendan áhugan. – Men sjálvandi, hví skulu tey ungu ikki kunna fáa ein túr, har tey kunnu hugna sær og taka sær av løttum, líka so væl sum tey vaksnu, sigur Áki og sipar til eitt nú harmonikutúrin. Hesin túrur er sum sagt rættaður til tey ungu, og tað sást eisini aftur á tiltøkun- um, sum verða umborð á ferðini. Bæði orkestur og DJ verða til diskotekið. DJ Martin Kjærbo og All That Rain verða umborð, og dansigenturnar úr Klaksvík fara somuleiðis at framføra á ferðini. Tað eru fleiri ung, sum hava sligið seg saman og ferðast í bólkum fyri at fáa ferðina so bíliga sum tilber. Tað letur so í øllum førum til, at Smyril Line hevur rakt seymin á høvdið við hesi ferðini, um hugt verður at undirtøkuni. Vaktarhald Við 700 ungdómum um- borð á stásiligu, nýggju Norrønu kann tað skjótt ganga okkurt galið, og spurdur, hvussu tað verður við vaktarhaldi, sigur Áki Jespersen, at Smyril Line vanliga fær vaktir av landi umborð til serligar fyri- skipaðar túrar. – Skipið er nýtt, og vit eru góð við tað, so sjálv- andi skerpa vit eftirliti, tá talan er um slíkar serliga túrar, greiðir hann frá. Men tó er ikki meira gjørt við tað hesfuferð enn til aðrar túrar fyri tað, um talan er um ungfólk, leggur hann afturat. – Hetta er jú fyrstu ferð, at vit skipa fyri slíkum túri fyri ung, so vit vita onki um, hvussu tað verður, sigur Áki Jespersen at enda. Atlantis skal nýtast í gerandis- degnum Nýggi dagligi leiðarin í Atlantis, Høgni Klakkstein, hevur nógvar ætlanir við húsinum. Onkrar smærri broytingar hevur hann framt, og aðrar liggja beint fyri framman 700 ungdómar við Norrønu Næmingar á Musikkskúlanum fingið fleiri virðislønir Næmingar á Musikkskúl- anum í Havn eru fyri kort- um komnir heim til Føroya eftir eina ferð til Danmark- ar. Næmingarnir vóru í Danmark í kappingarørind- um. Tann 17. apríl byrjaði tónleikakappingin Jacob Gade, har ein føroyingur luttók saman við 64 øðrum violinspælarum. Tað varð 13 ára gamla Heiðrun Petersen, sum fór avstað við einari fyrstu virðisløn fyri avrikið í kappingini. Heiðrun hevur seinastu seks árini luttikið í hesi kapping, sum skipað verður fyri annað hvørt ár.Og hvørjum ári kappingin hev- ur verið á skránni, er Heiðr- un komin heimaftur til æru fyri føroyingar, tí hon hevur í øllum kappingunum fing- ið eina fyrstu virðisløn. Fram til tann 25. apríl varð onnur kapping í Dan- mark, og var hetta á Kon- servatoriet í Keypmanna- havn, har tónleikarar upp til 17 ára aldur sleppa at lut- taka. Talan er um árligu Berlingske Tidendes Klass- iske Musikkonkurrence. Eisini her gjørdu føroy- ingar seg sera væl galdandi. Heilar átta virðislønir vórðu lutaðar út til føroy- ingar, og svarar hetta til 100% av øllum teimum, sum vóru við á ferðini. 102 tónleikanæmingar vóru við í hesi kapping, og her verður ikki býtt sundur í aldursbólkar. Her fingu før- oyingar tvær fyrstu virðis- lønir, fimm virðislønir áljóðandi annað pláss, og tvær virðislønir fyri triðja pláss. Næmingarnir siga, at tað helst eru lærararnir, sum eru orsøkin til, at teir hava staðið seg so væl. hkm Kiwanis vil hjálpa shetl- endingum Føroyski Kiwanis-fel- agsskapurin í Havn hevur bjóðað seg fram at hjálpa til, soleiðis at Hetland kann fáa ein hjálparstovn til børn, sum hava brúk fyri tí. Tað skrivar Shetland News mikudagin. Føroyska Kiwanis var á vitjan í Hetlandi fyri tveimum vikum síðani, og tá boðaðu tey frá, at áhugaðir íbúgvar kundu seta seg í samband við hjálparfelagsskapin. Heri Simonsen frá Kiwanis sigur við Shetland News, at hetlendingar er líkir føroyingum í tí, at teir hava somu hugsan um tað lítla samfelagið. Tríggir Kiwanis- felagsskapir eru í Før- oyum, og teir hava tilsamans 70 limir. hkm Tónleika- og hugnakvøld Stóra Pakkhús í Vági hevur fleiri tiltøk á skránni í næstum og leygarkvøldið er hugnakvøld við ábiti, har Adlibidum, Robert McBinie og Jógvan Dahl undir- halda Leygarkvøldið 1. mai er tónleika- og hugnakvøld við ábiti í Stóra Pakkhúsi Á skránni er fyrsta- floks tónleikur og undirhald og eru tað kend nøvn, sum í stór- an mun hava tilknýti til Vág, ið taka lut. Á pall fara til Adlibi- dum, Robert McBir- nie og Jógvan Dahl. Aftaná verður al- mennur dansur í Pakkhúsinum. A t g o n g u m e r k i kunnu keypast í Kunningarstovuni í Vági og tað ræður um at skunda sær, tí tað er avmarkað atgongd. Byrjað verður kl. 21 – húsið letur upp kl. 20.30. -do- Her síggja vit sjey av teimum níggju næmingunum, sum vóru við í kappingunum. Frá vinstru eru næmingarnir Mattias D. Kapnas, klaver; Heiðrun Andreasen, violin; Karolina Hentze, trompet; Kristina Heinesen, floyta; Kamilla Ravnsfjall, floyta; Valborg Joensen, floyta og Heini Andreasen, trompet. Á myndini mangla Jákup Lützen, violin, og Mia Káradóttir, floyta. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2