fríggjadagur 30. apríl 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 82 - 30. apríl 2004
Nr. 82 - 30. apríl 2004
5
Eivør er í hesum
døgum at síggja á
heilsíðu lýsingum í
íslendsku bløðunum
og orsøkin er, at
stórar framførslur
eru fyri framman
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Eivør Pálsdóttir framførur
ikki so ofta í Íslandi, men tá
hon ger tað, so eru yvir-
skriftirnar vísar í bløðun-
um. Íslendsk bløð hava í
hesum døgum heilsíðu lýs-
ingar við Eivør og orsøkin
er, at stórar framførslur eru
fyri framman.
Tann 30. apríl syngur
Eivør í Langholtskirkjuni
og á skránni er Håb efir Jan
Hoybye. Fimm tónleikarar
leika við, umframt at eitt
stórt kór er við. Graduale-
kórinn er kór við ungfólki
og er kórið á høgum støði.
Kenda sangkvinnan Óløf
Kolbrún Harðardóttir byrj-
ar konsertina við sangum
um vár og summar og síð-
ani kemur Eivør við øllum
tónleikaverkinum Håb. Tað
sigst, at atgongumerkini
ganga sum heitt breyð.
Listahátíð
Eivør verður partur av
størri tiltaki seinni. Lista-
hátíð Reykjavíkar verður í
seinna helmingi av Mai
mánað og tá er Eivør við á
stórari konsert í Laugar-
dalshøllini tann 29. mai.
Konsertin
hevur
heitið
Ísland-Írland. Tveir
av
størstu tónasmiðunum í
Íslandi og Írlandi skriva
tónleikin, Donald Runny og
Hilmar Ørn Hilmarsson.
Donald Runny verður
nevndur »the father of irish
musical revival« og hann
hevur samstarvað við kend
nøvn í Írlandi so sum
Sinead O’Connor, Elvis
Costello, Kate Bush, Paul
Brady og Rod Stewart.
Hann skrivaði Emmy vinn-
andi tónleikin til »Bringing
it all back home« og hevði
eisini ein fingur við í
spælinum til tónleikin til
filmin »Titanic«. Bono úr
U2 hevur kallað hann »The
man of the sound«.
Hilmar Ørn Hilmarsson
fekk Alex virðislønina fyri
tónleikin til filmin »Børn
náttúrunnar« og hann hevur
lagt til rættis fyri størstu
nøvnini í Ísalandi, til dømis
Bjørk, Bubba og Megas og
skrivaði stóra sangleikin
Hrafnagaldur Óðins, sum
Sigur Rós framførdi um
allan heim. Hilmar Ørn var
eisini limur í enska punk
bólkinum Psychic TV í
80’unum.
Á konsertini tekur eisini
lut
írska
sangkvinnan
Róisin Elsafty, umframt
Eivør.
Listahátíðin í Reykjavík
er annað hvørt ár og er
hæddarpunkt av tí,ið fer
fram í býnum. Og tað tykist
greitt, at nevnda konsert
verður eitt hæddarpukt á
Listahátíðini.
Íslendska
sjónvarpið hevur havt um-
røðu av hátíðini og Eivør er
stóra navnið í skránni og
hon er eisini á forsíðuni á
faldaranum, sum lýsir til-
takið. Somuleiðis er tað
Eivør, sum verður nevnd, tá
tosað verður um Listahátíð-
na í miðlunum.
Eini 3000 til 5000 fólk
verða væntandi í Laugar-
dalshøllini og fleiri eru frá
altjóða miðlum.
Síðsta vár tók íslendska
Rás 2 upp nakrar konsertir
frá Airwaves fagnaðinum.
Upptøkurnar eru nú seldar
útvarpsstøðum kring í Eur-
opa og tann best umtókta
konsertin er tann hjá Eivør
í Nasa, Reykjavík. Eivør
verður sostatt send til út-
varpstól kring alt Europa
og heimildarmaður okkara í
Íslandi, Jens Guð, ivast ikki
eina løtu í, at innan long tíð
er umliðin, er Eivør stjørna
á altjóða pallinum.
Eivør á breddanum í Íslandi
Forkunnugur
matur á stórari
veitslu í Hvalba
VEITSLA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Leygarkvøldið verður
forkunnug veitsla í
Roynhøllini í Hvalba.
Tað er áhugafelagið
hjá Royn, sum bjóðar á
nátaveitslu klokkan 20
leygarkvøldið.
Og
fyrireikararnir
leggja dent á, at byrjað
verður stundisliga.
Sum tað liggur í orð-
inum, verður borðreitt
við náta, ið nógv meta
sum tann besta fuglin
yvirhøvur og sum har-
til er sera góður akku-
rát hesa árstíðina. Og
borðreitt verður við
nátanum, tá ið hann er
allarbestur:
Skáld-
aðum og kókaðum.
Men tað riggar ikki
at eta náta við gaffli og
hvalbingar heita á fólk
um sjálvi at hava felli-
knív við.
Umframt
matin,
verður eisini ymiskt
annað á skránni á
veitsluni.
Tað mest forvitnis-
liga er, at ein filmur
um ræning í Skúvoy
verður
vístur,
har
Tummas Frank Jensen,
sum er góður bakka-
maður og tikin úr leik-
um sum frásøgumaður,
sigur frá.
Men
harumframt
verður spurnarkapp-
ing, har kappast verður
borð ímóti borði. Ein
meiri stuttlig spurnar-
kapping verður eisini,
har gitast skal, hvussu
nógv ávísar konur í
Hvalba, viga.
Umframt tað verður
eisini skemt og felags-
sangur í Hvalba.
Og tá ið borðhaldið
er liðugt, fer kenda or-
kestrið, Trio, at spæla
góðan dansitónleik.
Atgongumerki eru at
fáa við Bakkhús og í
Pylsuvogninum
og
seinasta freist at keypa
atgongumerki
er
fríggjakvøldið klokk-
an 22.
Atgonguemerki til
borðhaldið og dansin
kostar 150 krónur.
Atgongumerki
til
dansin
einsamallan,
kostar 100 krónur.
Roynhøllin verður
karmur um hugnaliga
veitslu í Hvalba í kvøld,
har tað er best at hava
felliknív við
Landsstýrið hevur nú
av álvara sett skjøtil á
at finna eina skipan,
sum skal tryggja, at
skipini hjá Strand-
ferðsluni ikki aftur
verða rakt av verkfalli
STRANDFERÐSLAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Landsstýrið hevur nú sett
veruligan skjøtil á arbeiðið
at royna at finna eina skip-
an, sum skal tryggja, at
skipini hjá Strandferðsluni
ikki aftur verða rakt av
verkfalli.
Gongd kom veruliga á
arbeiðið mikudagin, tá ið
løgmaður hevði fund við
Bárð Nielsen, landsstýris-
mann í fíggjarmálum, sum
eisini hevur starvsfólkamál
undir sær, og við Bjarna
Djurholm, sum er lands-
stýrismaður í samferðslu.
– Á hesum fundinum
varð avrátt, at landsstýris-
maðurin í starvsfólkamál-
um skuldi kanna viður-
skiftini í grannalondum
okkara,
sigur
Jóannes
Eidesgaard.
Løgmaður sigur, at So-
statt skal Bárður Nielsen nú
kanna eftir í Noregi, har
nógv
Strandferðsla
er.
Somuleiðis
skal
hann
kanna viðurskiftini í Dan-
mark, har nógv Strand-
ferðsla hevur verið og okk-
urt er eftir enn og kanska
kannar hann eisini støðuna
í Íslandi.
– Endamálið við hesum
kanningum er at vita,
hvussu grannalond okkara
hava skipað seg á hesum
øki, sigur Løgmaður.
Hann sigur, at tá ið tað
arbeiðið er liðugt, er ætl-
anin at kalla fakfeløgini til
fundar fyri at vita, hvørja
støðu tey hava til hesi
viðurskifti og fyri at royna
at fáa eitt samskifti í lag við
tey um málið.
Smakkar illa
Jóannes Eidesgaard við-
gongur, at hetta er eitt
ómetaliga eymt mál, tí ein
loysn á hesum máli ber í
sær, at fakfeløgini skulu
siga verkfalsrættin frá sær
og tað er rættiliga grund-
leggjandi hjá fakfeløgun-
um.
– Tað smakkar mær
rættiliga illa, hóast tað bara
er fyri eitt ógvuliga av-
markað tal av fólki!
Og hann leggur einaferð
enn dent á ,at onki verður
gjørt, sum fakfeløgini ikki
kunnu góðtaka. Tað er
eisini støðan hjá lands-
stýrinum
Hinvegin heldur Løg-
maður, at tað er neyðugt at
gera okkurt á hesum øki.
– Tað er ikki nógv rætt-
vísi til, tá ið tað hvørja
einastu ferð skulu vera tey
somu økini í landinum,
sum skulu betala prísin fyri
verkføllini. Tað ber heldur
ikki til at standa og hyggja
at, tá ið vinnan í Suðuroy
og í Sandoy, leggur stilt,
hvørja ferð tað so mikið
sum dregur á luftina á ar-
beiðsmarknaðinum og bara
ein møguleiki er fyri verk-
falli.
– Vit fingu hvørki verk-
fall fyri trimum vikum síð-
ani, tá ið maskinmeistar-
arnir samráddust, ella í
farnu viku, tá ið naviga-
tørararnir
samráddust.
Kortini legði fiskvinnan í
Suðuroy og í Sandoy, stilt.
Sostatt hevur verkfalshótt-
anin líka stóra ávirkan sum
sjálvt verkfalli og tað ein
trupulleiki, sum landsstýrið
má taka upp og taka støðu
til.
– Vónandi skilja so fak-
feløgini eisini trupulleikan.
Nú er so bólturin farin á
rull og nú verður arbeitt
miðvístfram ímóti einum
úrslitið, leggur løgmaður
afturat.
Og tað kann rættiliga
skjótt verða aktuelt, tí
longu í summar, verða aftur
samráðingar við maskin-
meistararnar.
Ein
møguleiki,
sum
hevur verið nevndur, er at
gera manningarnar til tæn-
astufólk. Men tað hevur
maskinmeistararnir roynt á
Vaktar- og Bjargingartæn-
astuni og tað angrar felag-
ið, tí tað sigur, at lands-
stýrið hevur ikki verið at
tosa við eftir tað.
– Tað er harmiligt, men
tað mugu vit so av álvara
taka upp við felagið. Tað er
heilt greitt, at tað hvílur ein
heilt serlig ábyrgd á lands-
stýrinum, tá ið mótparturin
er tænastufólk, so at tey
kenna seg trygg, sigur
løgmaður.
Leygardagin verður
hugnalig og áhuga-
verd stevna í Havn
fyri vaskikonum í
víðastu merking
STEVNA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í
morgin,
leygardagin,
verður stór stevna fyri
vaskikonur í Havn.
Tað er Tora Tourist Traf-
fic, sum skipar fyri hesum
serliga vaskikonudegnum,
sum verður í Norðurlanda-
húsinum og á Hotel Føroy-
um.
Sámal Bláhamar sigur, at
hetta er ein stevna fyri
vaskikonum
í
víðastu
merking.
Sostatt er hetta bæði ein
stevna fyri tær, sum ið hava
tað sum starv, ið vaska.
Men hetta er eisini ein
stevna fyri tær, sum ikki
vaska annað enn tað, sum
tær vaska heima við hús.
– Men sjálvandi kunnu
menn eisini vera við, sigur
Sámal Bláhamar.
Sostatt er hetta rætt og
slætt ein stevna fyri øll.
Hesin serligi vaskikonu-
dagurin byrjar spakiliga
klokkan 9 um morgunin, tí
ið Norðurlandahúsið og
fólk kunnu hittast og fáa
sær ein drekkamunn við
onkrum afturvið.
Sjálv
skráin
byrjar
klokkan 10 við fyrilestrum
og undirhaldi, og hildið
verður fram til klokkan 14.
Tað verður ongin annar enn
Ingeborg Vinther, sum fer
at seta stevnuna.
Av undirhaldi verður
mótasýning. har vaskikon-
an kann vera ílatin, bæði tá
ið hon vaskar og tá ið hon
fer í búin aftaná. Og vaski-
konan skal eisini lata
børnini í og kanska mannin
við, so tað verða eisini
barnaklæðir
og
kanska
eisini mannfólkaklæðir við.
Somuleiðis fer tann grøni
vestminningurin, Finnbogi
Joensen, sum hevur lagt
stóran dent á umhvørvis-
vernd, eisini innan reingerð
og hann fer at greiða frá
sínum
royndum.
Aðrir
fyrilestrar verða eisini, eitt
nú fer ein tann dugnaligasti
undirvísarin á ferðaleið-
araskílanum í Danmark at
undirhalda.
Av tí, at hetta er altjóða
arbeiðaradagur,
verður
høvið tá at fara í býin á 1.
maidagshald. Samstundis
hava bæði Hotel Hafnia og
Sjómansheimi serlig mat
tilboð til tey, sum eru við á
degnum. Drúgvur leygar-
dagur er tað eisini, so
handlarnir hava opið til
klokkan 17 og fleiri av
handlunum fara esini at
hava onkur serlig tilboð til
tey, sum eru við á vaski-
konudegnum.
Og í annaðkvøld endar
tiltakið við vaskikonu-
kvøldi á Hotel Føroyum við
alskyns góðum og skemti
og undirhaldi. Hvønn fulla
tíma verða eisini ymsir
vinningar burturlutaðir ogt
á
ið
hákunardrongurin
kemur í eygað, ber til at fáa
kamar á hotellinum fyri
serprís. Men tað er ikki við
í prísinum.
– Sostatt eru nógvar
góðar grundir at melda seg
til dagin. Tilmeldingin til
dagin og kvøldið kann fara
fram við at betala 430
krónur á konto í Suðuroyar
Sparikassa og so verður
kontoavritið kvittan fyri
tilmelding.
Sámal Bláhamar sigur, at
hetta verður sostatt ein
dagur, har tað ber til at taka
sær av løttum.
Men samstundis er eisini
eitt sindur av álvara í, tí tey,
sum eru við, fáa sannliga
eisini okkurt nyttugt at vita.
Tað smakkar illa
men tað er neyðugt
Løgmaður vissar um, at tað verður onki gjørt við skipini hjá
Strandferðsluni, sum fakfeløgin ikki kunnu góðtaka
Stevna í Havn fyri vaskikonum
Norðurlandahúsið verður karmurin um ein part av
vaskikonudegnum í morgin
C
M
Y
K
5
4
1
vi
ka
í
Da
nl
an
d-
íb
ú
ð
1
vi
ka
á
S
ka
ll
er
u
p
K
li
t
1
v
ik
a
í
D
an
Ce
nt
er
s
u
m
m
a
r
h
ú
s
i
2 vaksin og 2 børn við bili
2 vaksin og 2 børn við bili
2 vaksin og 2 børn við bili
Danland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari,
innan, við wc/bað. Uppihald í Dan land-íbúð í 1 viku
fyri 2 vaksin og 2 børn við bili.
úr 7.950
1,-
Skallerup Klit
Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og
aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/
bað. Uppihald í 1 viku á Skallerup
Klit Feriecenter fyri 2 vaksin og
2 børn við bili.
úr 9.400
1,-
DANLAND er vorðið eitt hitt best um tókta
ferða málið hjá føroyingum. Dan land frí tíð-
ardeplarnir hava væl innrætt aðar íbúð ir við
køki og nógv frí tíð artilboð eru fyri bæði
vaksin og børn.
SKALLERUP KLIT FERIECENTER er stór ur
nútímans frítíðardepil av høgari góðsku, ið
er við strond ina millum Blokhus og Hirtshals.
Har er subtropiskt baði land, bónda garður,
ítrivshallir og alskyns uttandura hent leikar.
Summarhús
Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og
aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað.
Uppi hald í 1 viku í summarhúsi fyri 2
vaksin og 2 børn við bili.
úr 7.780
1,-
1
vi
k
a
á
Pe
rs
H
ot
el
1
v
i
k
a
í
Di
sn
ey
la
nd
i í
P
ar
ís
Pers Hotel
Íroknað kostnaðin: Sigling Tórshavn-Bergen
og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað.
Hartil 7 gistingar í smáttu, uttan kost, fyri 2
vaksin og 2 børn.
úr 6.890
2,-
Disneyland
Íroknað er: Ferð fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, inn an, við wc/bað. Hartil uppihald 5
nætur á Hotel Santa Fe í Disneylandi á
dupultkamari við 2 upp reiðingum og uppi-
hald 1 nátt á hotelli á út- og heim ferðini.
úr 18.500
3,-
2 vaksin og 2 børn við bili
Ferðin yvir øllum ferðum
Ferðin yvir øllum ferðum
1
v
i
k
a
á
H
o
te
ll
i í
Í
sl
an
di
Ísland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, innan, við wc/bað. Uppihald í dup ult-
kamari við wc/bað á Foss-hotelli í 7 nætur.
úrúr 4.108
4.108
3,-,-
Fyri hvønn ferðandi
S
u
m
m
a
r
h
ú
s
í
H
e
t
l
a
n
d
i
Hetland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, innan, við wc/bað. Uppi hald í 1 viku í
summarhúsi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili.
úrúr 6.980
6.980
22,-,-
Í risa stuttleikaparkini 40 km
úr París møtir tú kendu
tekni søgu fi gurunum »live«.
2 vaksin og 2 børn við bili
J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
1) Fráferð: 7/5, 14/5, 21/5, 28/5, 4/6, 11/6, 13/8, 20/8, 27/8 og 3/9. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum.
2) Fráferð: 3/5, 10/5, 17/5, 24/5, 31/5, 7/6, 9/8, 16/8, 23/8 og 30/8. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum.
3) Nevnda prísdømi er galdandi fyri lágárstíð. Aðrir prísir eru galdandi um ferðast verður uttanfyri lágárstíð.