Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. apríl 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 82 - 30. apríl 2004 Nr. 82 - 30. apríl 2004 7 Leygardagin 1.mai fáa 10 nýggj lond ES limaskap. Sostatt hevur Europasam- veldið nú ment seg til 25 lond við tilsamans 450 milliónum íbúgvum, og henda gongd reisir spurn- ingin, hvat ES í fram- tíðini kann mennast til. – Fyri Føroyar merkir ES víðkanin í fyrstu atløgu, at Føroyar gerast partur av einum nógv størri marknaði við nýggjum føroyskum útflutningsmøguleiku m, sigur Hákun Djurhuus, føroyskur sendimaður í ES háborgini í Bruxelles ES Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Frá 15 londum verður ES felagsskapurin nú víðkaður til 25 lond. Estland, Let- land, Litava, Kekkia, Pól- and, Malta, Kypros, Ung- arn, Slovenia og Slovakia eru nýggju londini við ES limaskapi, og sostatt eru leivdirnar við politiska og landafrøðiliga býtinum eft- ir seinna heimsbardaga nú endaliga horvnar í eini nýggjum, integreraðum og savnaðum Europa. Alsamt vaksandi Europa- samveldið er tí av tveimum orsøkum sera viðkomandi fyri Føroyar í hesum døg- um. Fyrsta orsøkin er, at víðkaði ES marknaðurin við 10 nýggjum limalond- um afturat gevur føroysku útflutningsvinnuni nýggjar møguleikar og avbjóðingar, og hin orsøkin er, at ein nýggj ES grundlóg er á veg, sum kann fáa stórar ríkisrættarligar avleiðingar fyri Føroyar, um Danmark tekur undir við hesi lóg. – Gamla býtið undir kalda krígnum við jarn- tjaldinum og Eystureuropa kontra Vestureuropa er við ES víðkanini nú endaliga horvið við støði í europe- isku samansjóðingini, sigur Hákun Djurhuus, sum av Føroya Landsstýri er settur at røkja føroysk áhugamál í ES høpi. Saman við donsk- um og grønlendskum sendimonnum arbeiðir før- oyski sendiharrin í ES há- borgini í Bruxelles. Nýggir útflutnings- møguleikar Hákun Djurhuus vísir á, at ES víðkanin leygardagin 1. mai eisini fer at ávirka føroysk viðurskifti. – Við 10 nýggjum lond- um er talan fyrst og fremst um ein nógv størri ES marknað, og hetta økir um føroysku útflutningsmøgu- leikarnar, heldur Hákun Djurhuus. Hann vísir á, at handilssáttmálin, Føroyar hevur við ES, nú eisini víðkast, og á henda hátt hevur føroyska útflutnings- vinnan størri møguleikar enn áður. – Føroyar hava fyrr roynt at fingið handilssmáttmálar í lag við nøkur av teimum londum, sum nú gerast lim- ir í ES, og um vinnan hevur eyguni opin fyri nýggjum møguleikum, kann ein størri og fjølbroyttari ES marknaðurin fáa positivar avleiðingar fyri føroyskan útflutning og harvið eisini samlaða búskapin, heldur Hákun Djurhuus, sendi- maður í Bruxelles. Hann sigur seg vera sannførdan um, at føroyska vinnan er nóg dugnalig at finna og gagnnýta nýggju vegirnar og møguleikarnar, og sostatt økist føroyski útflutningsvinningurin. ES grundlóg á veg Andstøðuleiðarin Høgni Hoydal hevur júst sent løg- manni skrivligar fyrispurn- ingar um, hvørjar ríkisrætt- arligar avleðingar tað kann fáa fyri Føroayr, um danir taka undir við nýggjari fel- ags ES grundlóg, sum er á veg og møguliga verður samtykt longu í juni. Um danir taka undir við ES grundlógini og harvið út- delegera málsøki til ES, er møguleiki fyri, at føroysk málsøki á donskum hond- um verða flutt úr Keyp- mannahavn til Bruxelles at umsita (lesið meiri um hetta í viðtalu við løgmann á næstu síðu). Í hesum sambandi hevur ein felags grundlóg fyri øll ES lond verið besta og mest sjónliga dømi um, hvønn veg tað kann bera, men higartil er ES grundlógin ikki samtykt. – Undir kreppuni á Balkan og í Irak hevur ES verið í tvíningum og ikki kunnað handlað, og ein partur av hugsanini við eini felags grundlóg er at forða fyri slíkum, vísir Hákun Djurhuus á. ES grundlógin er ikki góðtikin enn, og í løtuni fara tingingar fram millum limalondini. Hetta avdúkar sambært føroyska sendimanninum í Bruxel- les, at vilji er til staðar fyri eini europeiskari grundlóg, sum skal vera galdandi fyri øll limalondini. – Henda grundlógin skal ikki loysa grundlógirnar av í hvørjum ES landi sær, men heldur skal hon virka við síðuna av hinum, greið- ir Hákun Djurhuus frá. Nýggja ES grundlógin hevur verið ógvuliga nógv umstrídd, og meðan ES stuðlar síggja grundlógina sum enn eitt fet móti einum savnaðum Europa, ávara mótstøðumenn móti hesum sama. – Grundlógin og samlaða gongdin og menningin í Europasamveldinum er eitt ógvuliga viðkvæmt polit- iskt evni, men sum gongdin hevur verið, tykist ES felagsskapurin við árunum at mennast og styrkjast, inntil komið er á mál við einum savnaðum Europa. Nationalstaturin í vanda Hákun Djurhuus vil ikki gera viðmerkingar til sína persónligu áskoðan um menningina av ES, men við støði í gongdini og menn- ingini av ES, har national- statirnir útdelegera fleiri og fleiri málsøkið frá sær til ES, vísir hann ikki aftur, at endin kann verða ein savn- að europeisk tjóð, á sama hátt sum vit kenna skipan- ina í USA. - Hetta er tó sera toført at spáa um, tí fyrst og fremst liggur ein stór avbjóðing í ES fyri framman at fáa víðkanina at fungera, sigur Hákun Djurhuus. Eitt ann- að viðkomandi mál í al- tjóða politikki í løtuni er stríðið móti yvirgangi, sum ES í størri mun vil gera seg galdandi í. – Nú koma 25 ES lond at standa saman í t.d. stríðn- um móti yvirgangi, og við integratiónini og samein- ingini av Eystur- og Vestur- europa kann hetta elva til øktan stabilitet, frið og væl- ferð í Europa, men sam- stundis vera nýggir spurn- ingar at taka støðu til fyri ES, sigur Hákun Djurhuus. Hann nevnir í hesum sambandi, at við 10 nýggj- um tjóðum, sum í størstan mun koma úr Eystur- europa, skal ES nú taka hædd fyri nýggjum fyrisit- ingarligum bygnaði og mentanarligum og búskap- arligum viðurskiftum, og av hesum kann savningin av Europa ikki fara fram uttan nakað hóvasták. 10 nýggj ES limalond: ES avloysir nationalstatin – Sum gongdin hevur verið, tykist ES felagsskapurin við árunum at mennast og styrkjast, inntil komið er á mál við einum savnaðum Europa, ikki minst við nýggju grundlógini, sum er á veg, sigur Hákun Djurhuus, føroyskur sendimaður í ES háboringini í Bruxelles Fyrrapartin hós- morgun fór Føroya løgmaður til Dan- markar til fakligt kjak á Christiansborg um ES grundlógina, sum Danmark eftir øllum at døma verður part- ur av. Fokus verður sett á ríkisrættarligu avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland, um danir í framtíðini flyta síni málsøki úr Keypmannahavn til Bruxelles ES Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Eftir skrivligan fyrispurn- ing frá andstøðuleiðaranum Høgna Hoydal er Jóannes Eidesgaard løgmaður farin til Danmarkar til kjak á Christiansborg um eina komandi ES grundlóg, sum danir eftir øllum at døma verða partur av. Talan er ikki um politiskar samráð- ingar men fyrilestrar og hoyringar um eina komandi ES grundlóg. Jóannes Eidesgaard er bjóðaður við til kjakið við serligum atliti til evnið, »hvordan påvir- kes en eventuel EU grund- lov rigsfællesskabet«, og við hesum heiti skulu ovastu myndugleikar føroy- inga og grønlendinga halda fyrilestrar um ríkisrættar- ligu avleiðingarnar av ES grundlógini. Føroyingar avgera sjálvir Jóannes Eidesgaard undir- strikar, at vit enn eru í fyrsta fasu, har hol verður sett á orðaskiftið um møgu- ligar avleiðingar av eini møguligari ES grundlóg, sum Danmark sambært honum helst tekur undir við. – Tað er alt ov tíðliga at siga nakað um ítøkiligar avleiðingar, men nú fari eg til Danmarkar at fáa eina heildarfatan av, hvørjir møguleikar og avleiðingar talan kann gerast um, tá ein ES grundlóg einaferð verð- ur veruleiki, sigur løgmað- ur. Samstundis heitir hann á føroyskar politikarar at brynja seg til kjakið um ES, sum skal takast upp í næst- um. Danska tjóðin er eftir- hondini rættiliga innarlaga í ES samstarvinum, og sam- bært løgmanni er sannlíkt, at danir taka undir við nógv umrøddu og ikki minst um- stríddu ES grundlógini. Um danir velja at flyta nøk- ur av sínum málsøkjum til ES háborgina í Bruxelles at umsita, samstundis sum danska stjórnin eisini um- sitir fleiri týdningarmikil føroysk málsøkið, kann hetta fáa ógvusligar avleið- ingar fyri Føroyar. Mong bera ótta fyri, at føroysk málsøki – uttan at føroyingar verða spurdir – automatiskt skulu umsitast av ES í Bruxelles, og tjóð- veldisformaðurin hevur m.a. sagt, at vit á henda hátt kunnu verða drigin inn gjøgnum ES bakdyrnar. Men løgmaður er ikki samdur við hesum. – Eg vil fegin undirstrika, at vit føroyingar sjálvir skulu avgera, hvussu verð- ur við teimum málum, sum viðkoma okkum, um danir útdelegera part av sínum málsøkjum til Bruxelles, og tað merkir á ong-an hátt, at vit eisini verða partur av hesum, slær løgmaður fast. Spurdur, á hvønn hátt vit kunnu fyribyrgja at verða drigin við uttan nakran avgerarrætt, hevur løgmað- ur bæði beinini á jørðini. – Støðan er als ikki, at vit antin yvirtaka øll málsøki, ella at føroysk mál skulu umsitast í ES. Møguleik- arnir eru fleiri, og tað er hetta, føroyski myndugleik- in nú skal í holt at viðgera og ogna sær innlit í, sigur løgmaður, sum ikki vil koma nærri inn á, hvørjir aðrir møguleikar eru. Sambært Jóannesi Eides- gaard er talan framvegis um sera ógreið viðurskifti, eisini tí danska stjórnin framvegis ikki hevur al- mannakunngjørt sínar ætl- anir, og tískil er ov tíðliga at staðfesta nakað. – Tað er týdningarmikið, at vit ikki leypa millumfas- urnar um og beinanvegin gera niðurstøður um, hvussu framtíðin fer at síggja út fyri okkum, undir- strikar løgmaður. Samráðingar á veg Jóannes Eidesgaard vísir á, at eftir orðaskifti í Føroyum verða samráðingar helst tiknar upp við donsku stjórnina um okkara leiklut í eini nýggjari ES grund- lóg, og hann óttast ikki eina løtu, at føroyingar ikki sjálvir skulu koma til orð- anna. – Tað er klárt, at hetta er eitt ógvuliga týdningarmik- ið mál fyri føroysku tjóð- ina, og tískil skulu vit á all- an hátt avgerða okkara støðu í kjalarvørrinum av europeisku integratións- gongdini, serliga nú nýggj grundlóg er í umbúna, sig- ur løgmaður. Hann undir- strikar, at vit framvegis eru á fyrsta stigi, har allir møguleikar skulu leggjast á borðið, og við hesum út- gangsstøði skulu vit taka støðu til, bæði innanhýsis og saman við donsku stjórnini, hvør leiklutur okkara verður, og hvat verður av donsku málsøkj- unum, sum viðkoma okk- um. Løgmaður til Christiansborg: ES grundlógin til umrøðu – ES grundlógin, sum nú er í umbúna, er eitt ógvuliga týdningarmikið mál fyri føroysku tjóðina, og tískil skulu vit á allan hátt avgera okkara støðu í kjalarvørrinum av europeisku integratiónsgongdini, sigur løgmaður, sum hósmorgunin fór til kjak á Christiansborg um ES C M Y K 7 6