Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. apríl 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 82 - 30. apríl 2004 Nr. 82 - 30. apríl 2004 9 Á aðalfundi í Heilsu- hjálparafelag Føroya, minti Ása Olsen, formaður, limir felagsins á, at felagið nú stendur mitt í samráðingum um nýggjan sáttmála, og næsti samráðingar- fundur verður, 30. apríl AÐALFUNDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á aðalfundi hjá Heilsu- hjálparafelag Føroya sein- asta leygardag greiddi for- maður felagsins, Ása Olsen, frá gongdini í farna ári. Hon segði, at felagið alt seinasta ár var í samráðing- um við Fíggjarmálaráðið, har avtalur vórðu gjørdar um eitt nú vaktargjøld og tilkallivaktir. – Sjálvar sáttmálasam- ráðingarnar skuldu byrja í desember 2003, men av tí, at løgtingsval varð útskriv- að, vórðu allar samráðingar útsettar til eftir valið. Tískil var fyrsti samráðingarfund- ur við Fíggjarmálaráðið, 23. mars, har felagið legði fram síni krøv og fekk at vita, hvørji krøv Fíggjar- málaráðið hevði. Broytt arbeiðsøki Formaðurin segði, at tá ið fyrsti sáttmáli felagsins varð gjørdur í 1990, líktist hesin nógv sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Hon helt, at ein orsøkin var hon, at arbeiði hjá heima- hjálpini tá var nógv øðrvísi, enn tað er í dag. – Síðan vit fingu bólka- røkt, og arbeiðsøkið sam- stundis broyttist frá bert at fevna um økið úti kring um í heimunum, fevnir ar- beiðsøkið hjá heimahjálp- ini í dag eisini um sambýlir og røktarheim. Hon helt, at nú arbeiðs- økið hjá heimahjálpini er vorðið so umfatandi, er eis- ini neyðugt, at sáttmálin líkist meira øðrum sáttmál- um innan hetta økið. Truplar samráðingar Ása Olsen minti limir fel- agsins á, at Heilsuhjálpara- felag Føroya nú stendur mitt í samráðingunum um nýggjan sáttmála, og næsti samráðingarfundur verður, 30. apríl. – Tað er altíð ógvuliga trupult at koma afturum- aftur fyri at fáa broytingar í sáttmálan, men nú hava vit tikið restina av teimum punktum, ið okkara sátt- máli er øðrvísi enn hinir sáttmálarnir, við í okkara krøvum. Tað verður neyvan so lætt at fáa í lag semju, tí krøvini kosta av samlaða karminum, segði hon. Síðan heilsuhjálpara- skúli kom í Suðuroy, eru fleiri og fleiri heimahjálpir upp- skúlarar til heilsu- hjálpara AÐALFUNDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á aðalfundi felagsins, nam Ása Olsen, formaður, eisini við uppskúlingina til heilsuhjálpara. Hon segði, at tá ið tann flokkurin, sum byrjaði á skúlanum í Suðuroy í apríl í ár, er liðugur, eru tveir flokkar eftir at uppskúla. – Tá ið uppskúlingin er liðug, eru umleið 150 heimahjálparar uppskúlað- ar til heilsuhjálpara. Hetta kann ikki annað enn síggj- ast aftur í heimarøktini. Ása Olsen vísti á, at tað altíð eru nakrar kvinnur, sum av eini ella aðrari or- søk ikki taka av tilboðnum um uppskúling. – Sjálvandi er tað ábyrgd- in hjá heilsuhjálparafelagn- um at syrgja fyri, at hesar eru líka tryggar í sínum størvum sum tær, ið hava verið til uppskúling, legði formaðurin dent á. Trupult at fáa í lag semju um sáttmála - Nú arbeiðsøkið hjá heimahjálpini er vorðið so umfatandi, er eisini neyðugt, at sáttmálin líkist meira øðrum sáttmálum innan hetta økið, segði Ása Olsen á aðalfundi hjá Heilsuhjálparafelag Føroya Uppskúlingin sæst aftur í heimarøktini - Tað er ábyrgdin hjá Heilsuhjálparafelagnum at syrgja fyri, at tær heimahjálpir, sum ikki eru uppskúlaðar, eru líka tryggar í sínum størvum sum tær, ið eru uppskúlaðar – Vit hava eina væl- virkandi skrivstovu, har alt arbeiði felagsins verður gjørt AÐALFUNDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta árið hevur verið merkt av nógvum trupul- leikum hjá Heilsuhjálpara- felag Føroya, og tað er ser- liga í Havn, at trupulleikar hava verið. Hetta ásannaði formað- urin, Ása Olsen, á aðal- fundi felagsins leygardag- in. – Orsakað av ymiskum trupulleikum, hava vit tvær ferðir verið noydd at kallað saman álitisfólkini í Havn. Í hesum sambandi nevndi hon, at felagið skipaði fyri tveimum skeiðum fyri álitisfólki seinsta heyst. Limafundir – Sum vanligt, hava vit eisini í farna ári verið kring landið og havt limafundir og hugnað okkum saman. Hon helt, at hetta tykist vera eitt sera gott tiltak, ið tær flestu fegnast um. – Á hesum fundum fáa vit sum nevnd eisini nógv betur innlit í, hvat rørist kring landið, segði Ása. Skrivstovan Formaðurin vísti á, at skrivstova felagsins var bert opin ein dag um vik- una, heilt fram til árið 1996. Men tá ið skipaninar á økinum vórðu lagdar saman í 1996/1997, hendu rættiliga stórar broytingar, sum eisini fevndu um arbeiðsuppgávurnar hjá felagnum. – Í 1996, tá ið vit tóku við, var eingin skrivstova, haðani alt arbeiði hjá fel- agnum varð gjørt. Tá ið brøv skuldu skrivast, ella felagið skuldi møta til ymiskar fundir, var sakfør- ari altíð við. Sakførari skrivaði øll brøvini, sum fóru út av húsinum, segði hon. Á einum staði Ása vísti á, at um hetta mundið var alt arbeiði hjá felagnum sera spjatt. Men nú er hetta ikki so longur. – Hetta var tað fyrsta, vit fingu broytt, soleiðis at felagið í dag hevur eina vælvirkandi skrivstovu, har alt arbeiði verður gjørt. Hon segði, at felagshúsið í dag líkist mest einum veruligum arbeiðsplássi. – Her verða teir flestu fundirnir hildnir, eitt nú við leiðslu, myndugleikar og álitisfólk. Í dag eru tað eis- ini vit sjálvar, ið bæði orða og rokna út eitt nú krøvini til sáttmálasamráðingar. Nýggj lóg Formaðurin segði, at eftir áheitan frá leiðaranum á skúlanum í Suðuroy, er Heilsuhjálparafelag Føroya við í arbeiðinum at gera uppskot til eina nýggja lóg fyri almanna- og heilsuút- búgvingar, har hesar skulu tillagast donsku útbúgving- unum. Hetta merkir, segði Ása Olsen, at útbúvingarnar verða longdar við tveimum mánaðum. Vælvirkandi felag við góðum kørmum - Sum vanligt, hava vit eisini í farna ári verið kring landið, har vit hava havt limafundir og hava hugnað okkum saman. Slíkir fundir geva nevndini eitt nógv betur innlit í, hvat rørist kring landið - Í sambandi við føðingardagin hevur felagið latið gera eina nál, sum flestu limir í hava fingið høvi at ognað sær á limafundum, sum verið hava kring landið. Nálin ber boð um, at vit hava eina fakliga vitan, sum ikki kann umverast, segði Ása Olsen AÐALFUNDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var tann 26. mai 1979, at Heimahjálparafelag Før- oya helt stovnandi aðal- fund. Fundurin varð hildin á Hotel Hafnia, har 60 fólk vóru møtt til tess at leggja lunnar undir felagið. – Tá ið tú lesur gerðar- bøkur felagsins frá farnum tíðum, er ikki ov nógv, um sagt verður, at alt er nógv broytt hesi 25 árini. Á aðalfundi leygardagin, tók formaður felagsins, Ása Olsen, eitt sindur aftur í søguna. – Øll árini heilt frá 1985, tá ið felagið leigaði hølir á Háskúlavegnum og til núverandi nevnd tók við í 1996, var skrivstovan bert opin ein seinnapart um vikuna. Ein játtan Hon vísti á, at nú hevur fel- agið, sum í dag eitur Heilsuhjálparafelag Før- oya, ikki longur eina játtan fyri seg. – Hinvegin er játtanin felags fyri alt økið, og hetta hevur merkt arbeiðið nógv hesi árini. Ása segði, at tá ið sparast skal, er tað altíð fyrst hjá hennara limum, at spari- knívurin rakar. – Sjálvt arbeiði hjá okk- um er eisini nógv broytt. Í sínari tíð varð størri dentur lagdur á tey meira húsligu tingini, men nú snýr okkara arbeiði seg í nógv størri mun um persónliga røkt. Føðingardagurin Á aðalfundinum segði hon, at felagið í samband við føðingardagin hevur latið gera eina nál, sum flestu limir hava fingið høvi at ognað sær á limafundum, ið verið hava kring landið – Men hví lata gera eina nál, spurdi hon? Og Ása svaraði sjálv: – Jú, vit meta, at henda nálin er við til at markera okkum. Tá ið fólk síggja okkum við nálini, vita tey, at vit hava eina fakliga vitan. Og Ása helt fram: – Vit eru ikki bara heima- og heilsuhjálparar, men vit eru tann parturin av heima- røktini, ið er úti, har brúk- arin er. Tí kunnu vit ikki umverast. Ringur standur Hon vísti á, at ein leiðari kann umverast. – Vit hava sæð nógvar innan okkara øki koma og fara. Men fara vit til hús, verður ringur standur, legði Ása Olsen, formaður í Heilsuhjálparafelag Før- oya, dent á. Heimahjálparafelag Føroya 25 ár á baki – Vit eru ikki bara heima-og heilsuhjálparar, men vit eru tann parturin av heimarøktini, ið er úti, har brúkarin er. Tí kunnu vit ikki umverast. Fara vit til hús, verður ringur standur, segði Ása Olsen á aðalfundi í Heilsuhjálparafelag Føroya C M Y K 9 8