Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. apríl 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 82 - 30. apríl 2004 Nr. 82 - 30. apríl 2004 11 Í einum fólkaræði er tað ikki líkamikið, hvør, ið setur politsku dagsskránna, andstøðan ella stjórnar- flokkarnir. Er talan um minnilutastjórn, so tryggjar hon sær undirtøku við semjusøkjandi politikki. Í eini skipan, har vanliga politiska mynstrið er meiri- lutastjórn er tað góður parlamentariskur siður, at stjórnin bjóðar andstøðuni við til at finna politiskar loysnir. Men uttan mun til, um vit hava meiriluta- ella minnilutastjórnir, er politiska siðvenjan tann, at tað er stjórnin, ið setur politisku dagsskránna. Út frá hesi meginreglu verður dagsins politikkur rikin og út frá hesum verða politisku avgerðirnar tiknar. Tað er andstøðan, ið fyriheldur seg til politikkin hjá stjórnini og ikki umvent. Her í Føroym tykist politiska myndin knappliga at vera vorðin eitt sindur øðrvísi. Síðan samgongan varð skipað, hevur størsti andstøðuflokkurin í stór- an mun einsamallur sett politisku dagsskránna. Við fyrispurningum og uppskotum í hópatali hevur andstøðan í stóran mun lagað tað so, at ting- og landsstýrismenn hava verið upptikin av andstøðu- uppskotum. Ávís uppskot frá andstøðuni eru longu samtykt og alt bendir á, at fleiri andstøðuppskot verða samtykt í næstum. Hetta er sjálvandi heilt le- galt. Spurningurin er tó, hvat hetta rák merkir fyri samgonguna og samstarvið í samgonguni. Víst hava hesi uppskot tikið støðið í samgonguskjali- num, men vanlig politisk siðvenja er, at løgmaður, landsstýrismenn og samgongutingmenn tulka og fremja samgonguskjalið. Heldur hetta nýggja rákið fram, so verður tað and- støðan, ið ger av nær og hvussu samgongunnar politikkur verður tulkaður, settur út í kortið og rik- in. Við øðrum orðum er løgtingið í ferð við at binda landsstýrið til politikkin hjá andstøðuni - andstøðan og ikki samgongan setur politisku dag- skránna. Tað ber til at reka politikk á henda hátt. Spurningurin er bara, um ein nýggj og óroynd sam- gonga í longdini tolir hetta. Er andstøðan í roynd og veru ikki við at seta kílar inn millum sam- gonguflokkarnar og inn í sjálvar samgonguflokkar- nar? Hvussu skulu landsstýrismenn í longdini kunna liva við at reka og umsita ein politikk, sum andstøðan hevur orðað? Er nøkur samgonga so sterk, at hon tolir hetta? Hesar spurningar eigur løgmaður at seta sær og sínum samstarvsflokkum. Løgmaður og hinir báðir flokksformenninir mugu her og nú krita vøllin av nýggjum, og samgongutingmenn eiga at spyrja seg sjálvar, hvør, ið skal seta politisku dagsskránna - samgonga ella andstøða. Er tað andstøðan, ja, so er bara at halda fram við at samtykkja uppskot frá andstøðuni - uppskot sum størsti andstøðuflokkurin sjálvur í heili seks ár hevði allar møguleikar at fremja. Er tað samgongan, sum skal seta dags- skránna, so mugu ávísir samgongutingmenn taka annað skinn um bak. Orðaskiftið á tingið mikudag- in um fleiri uppskot til samtyktar er eitt gott dømi um ta gongd vit her hava gjørt vart við. DAGSINS MEINING Sosialurin Politiska dagsskráin VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jón Ellendersen Siðani eg kom heimaftur til Føroya í február 2003, hev- ur stoltleikin av at vera før- oyingur fingið tað eina knekkið fyri og annað eftir. Størsta orsøkin er, at vit, sum javnan reypa av, hvussu væl vit taka okkum av teimum gomlu, brekaðu og veiku í samfelagnum, svíkja tey í so stóran mun, at vit skjótt liggja á hædd við lond sum Portugal og Grikkaland, sum vanliga verða roknaði sum tey vánaligastu í Evropu tá tað snýr seg um sosial- og heilsupolitikk. Men í gjár var eg aftur stoltur av at vera føroying- ur. Orsøkin: Mótmælið hjá Svenningi og Birgith á Lofti í og uttanfyri Løg- tingið. Og Svenning hevur so ræt so rætt. At lata menn- ingarhjálp til lond, sum í mongum føri svika alla menningahjálpina burtur, er politiskt korrekt “i disse dage”. Men tað kann ikki vera rætt, at hetta skal vera einasta orsøkin til at lata menningarhjálp. Jamen, siga teir, ST sigur tað! ST hevur eisini eina yvir- lýsing um tey gomlu, brek- aðu og veiku, men hana leggja somu politikarar lít- ið í. Hvussu ber tað til? Er tað tí teir kunnu breggja sær av, at “teir” lata menn- ingarhjálp tá teir ferðast uttanlanda? Hygg hvussu tey menn- ingartarnaðu hava tað! Tey verða svikin! Hygg hvussu tey heila- skaddu hava tað! Tey verða svikin! Hygg hvussu tey sálar- sjúku hava tað! Tey verða svikin! Hygg hvussu tey gomlu hava tað! Tey verða svikin! Men, men, men: Somu politikarar kappaðust um at lova teimum menningar- tarnaðu, teimum heila- skaddu, teimum sálarsjúku og teimum gomlu, at NÚ skuldu kor teirra betrast! Men tað var uppundir valið, bæði seinasta og næstsein- asta og triðseinasta og fjór- seinasta og ....... Er tað, sum Havnar kommuna, Sosiala deild fremur í hesum døgum, níðingagerðina móti Peturi bert eitt úrslit av andanum í hugburði føroyinga, ein hugburður, sum er stýrdur av: Eg, meg, mær og mín? Et óttist fyri tí. Men so leingi vit eiga menn sum Svenning á Lofti og kvinnur sum Birgith á Lofti, so leingi er vón fyri, at vit aftur gerast eitt fólk, har samkensla og umsorgan fyri teimum, ið eru minni ment, aftur kemur í hásæti. Tann, ið ikki kann hjálpa sínum egnu, er ikki egnað- ur at hjálpa hinum fremm- anda. Hvat nyttar tað at metta børn hins fremmanda, tá tíni egnu børn ganga svong? Svenning og Birgith, tit eiga stóra tøkk uppiborna. Hatta er evangeliið í verki! Flott Svenning og Birgith! Heini O. Heinesen Tá Jørgen Niclasen reisir í millum lond at greiða út- lendingum frá um føroysku fiskidagaskipanina og bill- ar teimum inn, at tað er fiskidagaskipanini fyri at takka, at tað er so nógvir fiskur undir Føroyum, so er hetta ikki allir sannleikin. Hetta er beinleiðis at føra onnur lond í óføri, um hann ikki greiðir teimum frá, hvussi vit hava skipað land- grunnin við økisfriðingum síðani 6. január 1994. Fiskidagar er ikki nakað nýtt fyribrigdi, tað hevur verið brúkt í mong ár í sam- band við rækjufiskarí. Hetta er bert ein annar formur fyri at rokna rætt- indini til fisk út uppá, í staðinfyri kvotur. Fiskidag- arnir vóru settir inn í lógina um »vinnulgan fiskiskap« á sumri 1996. Tað var eitt samt løgting, sum tók undir við fiskidøgnum. Fiskidagar skapa ongan Økisfriðingar skapa fisk á sama hátt sum bøurin fram- leiðir græs. Hetta er prógv- að við sjeytumma seymi. Friðingarnar komu í gildi 6. január 1994, longu í 1996 var ørgrynna av fiski. Tað skal tó skoytast uppí her, at gítingarfriðingar vóru sett- ar í gildi framanundan. Tað ongantíð í søguni verið so góður fiskiskapur í so nógv fylgjandi ár, sum seinastu 10 árini. Skittfiskabátarnir vóru betaltir út av føroyska land- grunninum í 1997. Hetta hevur eisini gjørt at toska- og hýsistovnurin er betri fyri. Herafturat er partrol- araflotin minkaður við ein- um triðingi, og hevur í størsta mun fiskað upsa, síðan økisfriðingarnar komu í gildi. Grein 28 í lógini (prosentbýti) skuldi eisini verða ein trygd fyri at allir partar av flotanum høvdi ein møguleika. Fara nú at billa øðrum londum inn, at tað er fiski- døgnum fyri at takka, at fiskaríið hevur verið so gott seinastu 10 árini, er bein- leiðis villleiðandi. Tann størsta hóttanin hig- artil hevur verið tann ágangur, sum Jørgen Nicla- sen við sínu umsiting hevur framt í móti einari fyri- myndarligari skipan, sum var sett í gildi 1994. Fiskidagar skapa ikki nakran fisk VIÐMERKINGAR John Johannessen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Mikudagin samtykti ein stórur meiriluti av løgtingi- num at heita á landsstýris- mannin í mentamálum saman við kommununum at gera eina lýsing av møguleikunum fyri at út- vega spælistøð kring landið Fyrsta stigið hjá politisku skipanini at betra um viður- skiftini hjá tónleikarum í Føroyum er nú tikið. Miku- dagin samtyktu 24 av 26 tingfólkum í tingsalinum at heita á landsstýrismannin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, at gera eina frá- greiðing at leggja fyri løg- tingið um møguleikarnar at útvega spælistøð kring landið. Breið politisk semja Sum tingmaður við áhuga fyri at betra um viðurskift- ini hjá tónleikarum fegnist eg um tað breiðu politisku semjuna, sum var í løg- tinginum um hetta málið. Tað var Tórbjørn Jacob- sen, tingmaður fyri Tjóð- veldisflokkin, sum legði uppskotið um áheitanina á landsstýrismannin fyri tingið tann 4. mars, væl vit- andi um, at ávísir sam- gongulimir hava boðað frá, at teir ynskja at betra verð- ur um viðurskiftini hjá evn- aríku tónleikarunum í Før- oyum. Hetta málið varð viðgjørt í mentanarnevndini, har eg sjálvur eri limur. Bæði samgongu og andstøðufólk í mentanarnevndini samd- ust skjótt um at hetta var eitt skilagott uppskot, og mæltu vit tí í felag til at samtykkja tað. Kommunurnar hava ábyrgdina Tað er fyrst og fremst ein uppgáva hjá kommunum at syrgja fyri, at ungu og evnaríku tónleikararnir fáa spælistøð at venja í á ym- isku plássunum kring land- ið. Men kortini haldi eg sum landspolitikari, og fleiri við mær, at tær almennu Føroy- ar eisini eiga at hava ein virknan politikk á hesum týðandi mentanarøki. Tað er umráðandi, at almennu Føroyar senda út ein boð- skap um, at her eru nøkur viðurskifti, ið eisini eiga at raðfestast. Tað gjørdu vit so mikudagin, tá vit samtyktu áheitanina á landsstýris- mannin. Helst tekur tað nakað av tí, áðrenn lýsingin av viður- skiftumum hjá tónleikarun- um er liðug. Men vónandi hevur tingið nú sent út rætta boðskapin til komm- unurnar. Ein boðskap um, at her er ein uppgáva at loysa. Fyrsta stigið tikið fyri tónleikinum Leygarkvøldið verður triðja umfarið í Árs- ins Songrødd kapp- ingini í Badminton- høllini í Havn ÁRSINS SONGRØDD Tíðindaskriv Leygarkvøldið verður triðja umfarið av Ársins Songrødd 2004. Tiltakið verður í Badmintonhøllini í Havn frá kl.23:30-03:30. Luttakararnir, sum verða 10 í tali, fara á pallin sum í ár er serliga bygdur til Árs- ins Songrødd. Tað er høv- uðsstuðulin Føroya Banki og Tórshavnar Skipa- smiðja, sum hava gjørt tað møguligt, at Ársins Song- rødd 2004 nú hevur fingið til vega ein stóran yrkispall. Miðalaldurin á teimum sum luttaka er umleið 18 ár. Tað kann í hesum sambandi nevnast, at í Suðuri var miðalaldurin 20 ár. 3 dreingir og 7 gentur fara á pallin leygarkvøldið, og tað er gjørt sera nógv burturúr fyri at ljósið og ljóðið skal rigga væl. Aftan á sjálva kappingina verður megastórt DJ- SHOW við DJ-SWITCH, sum áskoðarafjøldin rætti- liga hevur tikið til sín. DJ- SWITCH ella Pætur Magn- ussen, sum hann eitur dag- liga, hevur við sínum venyl-plátuspælara og »scratchi« gjørt vart við seg og samstundis prógvað, at eisini ein Føroyingur megnar hetta fyribrigdi sera dúgliga eins og ein hvør annar útlenskur yrkis DJ. Tað er nr.1 og nr.2 sum fara víðari í finaluna, sum eisini verður í Badminton- høllina tann 5.juni. Sponsorar umfarmt teir sum eru nevndir, eru: Kjall- arin, Trend-floor, Zig Zag og CN-wear. Tíggju kappast um at syngja best Á myndini sæst John Holm úr Hvalba sum luttók í Suðuri síðsta leygarkvøld Sigrun, Jákup, Nita og Rannveig Sjáldan hevur verið so tungt at fara upp ein sunnu- morgun, og hóast merkini veittraðu í bygdin og bóru boð um, at nú stundaði summarið til, og uttan iva var okkurt flaggdagshald at fara til, so var hugurin lítil at koma undan dýnuni, tí møðin var lemjandi, men tað var ein góð møði. Vit vóru dansimóð Leygardagin 24. apríl fóru vit 72 fólk úr Hvalba og Sandvík til Havnar á dansi- stevnu. Sláið Ring hevði skipað fyri stevnu fyri børnum og ungum í Havn og vit vóru í Hvalbiar skúla – 4 lærarar og 63 børn – og limir úr Dansifelagnum í Suðuroyar Norðaru Helvt gjørdu av at fara við. Í vetur hava vit dansað rættiliga ofta í skúlanum í Hvalba, og umboð úr dansi- felagnum hava eisini verið við. Tað er soleiðis, at onk- ur av teimum eigur eitt ommu- ella abbabarn í skúlanum og hetta er ein stuttligur máti at vera sam- an við teimum. Smyril fór av Tvøroyri klokkan 7.00, so flestu vóru farin heimanífrá longu um 6 tíðina fyri at vera rættstundis umborð. Fleiri okkara vildu sova, men børnini og tey ungu kravdu sín rætt: Tey vildu dansa. So varð farið upp á gólvið ella í hesum førinum á dúrkið, og dansað varð. Sumbingar og vágbingar vóru eisini á dansiferð og tey komu sjálvandi uppí. Tað er soleiðis, at framm- anundan kennast fleiri av hesum ungu, tí 7. flokkur í skúlanum í Hvalba hevur vitjað í Sumba og dansað saman við skúlaungdómi- num har. Komin til Havnar vóru bussar fyri okkum á keiuni og fólk at taka ímóti okk- um. Vit kendu okkum væl- komnan. Leiðin gekk út á háskúlan, har formaðurin í Sláið Ring greiddi frá stevnuna, og síðan varð far- ið upp á gólv í umleið ein tíma. Væl gekk, tey ungu dugdu væl at kvøða og onkur, vit tosaðu við, segði, at stuttligt var at síggja munin á dansilagnum, tað sást á børnunum, hvaðani úr landinum tey komu, tí stevið var ymiskt. Síðan fingu vit døgurða. Borðreitt varð úti í kan- tinuni á Landssjúkrahúsi- num: milliónbúffur og eplamorl, øll ótu – øllum dámdi matin. Aftan á fóru vit ein túr til Kirkjubøar við bussi. Har sóu vit øll tey søguligu støðini og tveir frálíka góð- ir frásagnarmenn, Hanus Kamban og Hjørleif Kúr- berg, fortaldu okkum ym- iskt áhugavert úr bygdini. Børnini hava tosað nógv um Sverrisholu og ikki minst um gullskápið, síðani tey komu suður aftur. Vit fóru so aftur til Havn- ar á Háskúlan, har øll dansifólkini enn einaferð slóu ring og kvóðu av hjarta. Dansurin gekk sera væl og tað unga dansifólkið sýndi veruliga hug og dansigleði. Síðan endaði dansistevn- an fyri flestu luttakararnar. Klokkan var eisini nógv, farið var um nón, men vert- ir okkara høvdu hugsað nógv um kum suðuroyingar og høvdu eykaskrá fyri okkum. Fyrst ´foru vit út aftur á Landssjúkrahúsið at eta nátturða og síðani fóru vit niðan á Læraraskúlan, har møguleiki var at hyggja at filmi, meðan onnur spældu í teimum longu gangunum. Onkur var so umhugsin at hava bey- bleytin við, sum ongin í hesum døgum kann vera fyriuttan. Vitjað varð eisini nakrar ferðir yvir um vegin, so Shell-støðin á Frælsi- num hevði eisini ein góðan dag. Smyril sigldi suður aftur klokkan 20.00. Vit vóru pøst, men tey ungu tvíhildu um, at hetta var ein dansi- ferð: Tey vildu dansa. Og dansað varð! Onkur av hin- um ferðafólkunum kom eisini uppí, so túrurin sýnt- ist væl styttri, nú okkurt var at ger.a Samanum tikið kunnu vit siga, at hetta var ein sera góður og væl fyriskipaður túrur. Vertir okkara í Havn eiga stóra tøkk uppiborna, sera nógv fólk brúkt ein heilan frídag fyri at arbeiða fyri hesum ungu, men uttan at taka nakað frá nøkrum, mega vit senda eina serliga tøkk til teir ungu menninar: Janus Kamban, Janus úr Dímun, Birgir Djurhuus og Rasmus Joensen, sum so staðiliga vóru hjá okkum og hjálptu okkum. Eisini vilja vit takka ommunum og abbunum úr dansifelag- num: Allon, Sigrid, Sig- mundi, Jákup og Jastrid. Dansikvøða C M Y K 11 10