fríggjadagur 30. apríl 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 82 - 30. apríl 2004
Nr. 82 - 30. apríl 2004
13
Skal 10. flokkur vera
eitt avslappingarár,
skal hann fyrireika
næmingar uppá
miðnámsskúlan, skal
hann vera eitt tilboð
til teirra, ið veruliga
ynskja at bøta um
karakterirnar ella
skal hann rætt og
slætt avtakast? Mill-
um aðrar vóru hesir
spurningar havdir á
loftið í læraraskúla-
høllini mikukvøldið,
tá skúlastýrini í Havn
bjóðaðu inn til
alment kjak um
evnið.
10. FLOKKUR
Eydna Skaale
Eydna Skaale@sosialurin.fo
Lagt var upp til ein spenn-
andi fund, har næmingarnir
skuldu vera í fokus og siga
sína hugsan um málið.
Huglagið var avslappað,
borð við fruktum stóðu í
miðjuni av salinum og
Jógvan Arge, sum var orð-
stýrari, dugdi væl at halda
róliga tónan.
Uppmøtingin til fundin
var tó ikki so góð sum
væntað. Læraraskúlahøllin
var ikki fullsett, og flestu av
fundarfólkunum vóru lær-
arar. Fá foreldur og færri
10. floks næmingar vóru at
síggja. Spell, tá fundurin í
grundini snúði seg um tey.
Tað merkti eisini ætlaða
kjakið, at uppmøtingin ikki
var so góð, tí tað spurdist
tíanverri ongantíð veruligt
kjak burturúr.
Fyrstu framløgurnar
Fyrsta innleggið høvdu
tríggjar gentur, sum ganga
á miðlabreyt í 10. flokki.
Tær høvdu gjørt eina
áhugaverda spurnarkanning
millum 10. floks næmingar
í Havnini.
Kanningin vísti m.a. at
ein triðingur av næmingun-
um angra, at tey fóru í 10.
flokk.
At uml. helvtin av næm-
ingunum ikki heldur, at
frálæran er áhugaverd.
At helvtin av næmingun-
um kundu hugsað sær at
skift til eina aðra breyt, enn
hana teir hava valt.
At ein triðingur av næm-
ingunum ikki siga seg møta
væl upp og at teir flestu
næmingarnir siga, at kunn-
ingin, sum teir fingu um
10. flokk áðrenn teir valdu
at ganga síðsta árið eisini,
ikki var nóg góð.
Ein næmingur úr Eystur-
skúlanum greiddi frá um
skipanina har. Har verður
hvør einstakur tími býttur
upp eftir førleika. Hon
segði, at tað hevði eydnast
sera væl í fjør, men at tað í
ár vóru alt ov nógv, sum
ikki tímdu at ganga í skúla
longur, og tískil bert for-
stýraðu hini. Hon helt
annars, at 10. avgjørt ikki
skuldi takast av, tí tað er eitt
gott ár at mennast í, áðrenn
farið verður víðari.
Men ikki øll vóru samd
við hana. Ein næmingur,
sum hevur gingið í Venj-
ingarskúlan, segði, at 10.
flokkur var eitt fullkomi-
liga burturspilt ár. Einki
kom burturúr. Hon segði, at
tá skiftið til miðnámsskúl-
an kom, vóru bæði arbeiðs-
lag og vani at gera skúla-
ting horvin, orsakað av 10.
flokki. Hon helt, at ístaðin
fyri at vera eitt avslapp-
ingarár, átti 10. flokkur at
verið eitt fyrireikingarár til
miðnámsskúlan.
10. floks lærarin
Torfinn Højgaard, ið er
lærari hjá 10. flokki heldur,
at 10. árið er gott at hava
hjá næmingunum at menn-
ast í. Eitt ár, har teir hava
møguleika at læra at grund-
geva fyri sínum sjónarmið-
um, at kjakast, at leggja
ætlanir og fylgja teimum, at
hugsa kritiskt og at læra at
umstilla seg. Hevði 10. árið
verið nýtt til hetta, høvdu
næmingarnir verið meiri
avkláraðir, tá teir vóru
lidnir við fólkaskúlan.
Torfinn heldur, at núver-
andi skipan hevur nógvar
vansar. T.d. eru næm-ing-
arnir byrjaðir at arbeiða og
tjena sær pening, og hetta
gongur ofta útyvir skúla-
gongdina. Teir koma døll-
andi kl 12.30 og eru ný-
vaknaðir.
Torfinn sigur víðari, at
tað,
sum
næmingarnir
verða spurdir eftir, tá teir
koma út úr skúlanum, er
hvørt teir duga at lesa,
skriva og rokna og um teir
eru kønir innan KT. Eingin
arbeiðsgevari er áhugaður í,
at næmingurin hevur havt
480 tímar av t.d. ítrótta-
breyt. Tað løgna er bara, at
breytin er kravd, meðan
hinar lærugreinarnar ikki
eru tað. Breytirnar eru
góðar, tí tær loyva næming-
inum at velja eftir áhuga og
evnum, men tær taka
kanska í so nógv av skúla-
tíðini, segði Torfinn.
Tvær mammur løgdu
eisini fram sínar hugsanir
um síðsta skúlaárið. Onnur
hevði sera góðar royndir av
10. flokki, meðan hin hevði
út av lagið vánaligar roynd-
ir.
Orðið var frítt
Tá orðið bleiv frítt, vóru tað
bert fá, ið nýttu møguleikan
at siga sína hugsan. Í flestu
førum vóru tað lærarar,
sum søgdu nøkur orð.
Ein lærari spurdi, um tað
kundi hugsast at hava
ávirkan á næmingarnar, at
studningur ikki fæst fyrr
enn tú ert vorðin 18 ár. Um
ikki tað hevði fingið fleiri
næmingar at farið bein-
leiðis á miðnámsskúla, um
aldursmarkið til studningin
bleiv lækkað ella tikið
burtur.
Ein annar lærari segði
seg hava stórar trupulleikar
av 10. floks næmingum,
sum ikki tíma at vera har.
Hon segði tað vera ógvu-
liga torført at skula fyri-
reika næmingarnar uppá
lívið á miðnámsskúla ella
vinnulívið, tá ongar heim-
ildir eru at seta mørk.
Hon samanbar 10. flokk
við
miðnámsskúlar
og
vinnulívið, har tú rýkur út
um tú ikki møtir upp hvønn
dag, ert til tíðina og ger tað,
sum kravt verður av tær. Í
fólkaskúlanum hevur lær-
arin bert heimild at práta
við næmingin og foreldrini.
Teir kunnu týggja sær sum
teir vilja, uttan at tað fær
nakrar avleiðingar. Og tað
gongur so sjálvsagt útyvir
teir næmingarnar, ið veru-
liga tíma at ganga í skúla og
sum taka 10. árið í álvara.
Eingin segði nakrantíð
ímóti nakrari viðmerking,
og tískil varð sum so einki
kjak. Hetta var sera harmi-
ligt, tí evnið er jú upplagt til
kjak og meiningarnar eru
nógvar.
Hvat skal gerast við 10. flokk?
Tríggir 10. floks næmingar, sum høvdu gjørt eina spurnarkanning um 10. flokk. Tær sótu eisini við pallborðið
Mynd: Álvur Haraldsen
Tíverri var salurin ikki meira enn hálvsettur til hetta áhugaverda evni
Mynd: Álvur Haraldsen
Hetta segði Oláus
Jespersen, sum er
deildarleiðari í
mentamálaráðnum.
Hann segði, at 10.
flokkur skal vera eitt
tilboð til teirra, ið
veruliga ynskja betur
førleika áðrenn farið
verður víðari. Restin
av næmingunum
skulu gevast eftir 9.
flokk
10. FLOKKUR
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin. fo
– 10. skal ikki vera tikin, tí
næmingarnir
ynskja
at
slappa av í eitt ár. Tað
undirstrikaði Oláus Jesper-
sen á fundinum miku-
kvøldið. Hann segði, at um
næmingarnir eru fakliga
førir fyri tí, t.v.s. um teir
hava góðkenda miðaltalið,
so skulu teir fara víðari
beinanvegin eftir 9. flokk.
Oláus vísti eisini á, at lær-
arar á miðnámsskúlunum
hava eitt tógvið stríð at
bróta niður vánaligu ar-
beiðsvanarnar, sum næm-
ingarnir fáa í 10. flokki.
– Næmingarnir mugu
umformast, tí teir eru oyði-
lagdir. Teir flestu næmingar
fáa eisini sjokk, tá teir
koma á miðnámsskúla, tí
teir eru ikki vanir at ganga í
skúla og gera heimaarbeiði.
Arbeiðslagið er farið, sigur
Oláus. Hann heldur, at betri
kunning átti at verið í
fólkaskúlanum um arbeiðs-
lagið í miðnámsskúlanum.
Hann vísti á, at í øllum
norðanlondum eru tað bert
í Danmark og Føroyum, at
10. flokkur er til. Hini lond-
ini byrja skúlagongdina, tá
børnini eru 6 ára gomul, og
tey flestu halda fram á
skúlabonki inntil útbúgv-
ingin er komin undir land.
Tey koma á hendan hátt
ongantíð úr arbeiðslagnum
og hava hóskandi avbjóð-
ingar allatíðina.
Her á landi eru mong, ið
stinga í sekkin eftir 9.
flokk, og fara uttanlands í
eitt ár at leita sær eftir
avbjóðingum, tí 10. flokkur
her heima hvørki gevur av-
bjóðingar ella motivitatión.
Oláus vísti á, at tølini frá
útbúgvingarálitinum
frá
1999 siga, at uml 2/3 av
næmingunum skuldu farið
beinleiðis víðari, meðan
1/3 skuldi verið eftir í 10.
og nomið sær meiri kunn-
leika. Men veruleikin er
beint øvugtur. 2/3 vera ver-
andi og 1/3 fer víðari. Hesi
tølini hanga kanska saman
við vantandi avbjóðingun-
um í 10. Tey flestu hava
heilt einfalt einki at gera
har.
– Tað er upp til teir ein-
støku skúlarnar at gera
tímatalvuna
spennandi.
Eingi krøv eru um tað
námsfrøðiliga, og tískil
kunnu skúlarnir sjálvir gera
undirvísingina
meiri
áhugaverda, segði Oláus
Jespersen.
Niels Nattestad fanst
at okkara hugsunar-
hátti, har alt altíð skal
snúgva seg um peng-
ar. – Tað er sjálvandi
nógv bíligari at av-
taka 10. flokk og
stovna ein forskúla í
staðin. So verður
framvegis 10 ára
skúlagongd, men fyri
nógv minni pening.
Men tú lærir ikki fyrr
enn tú ert búgvin til
tess, og fleiri eru, sum
ikki eru búgvin at
fara víðari eftir lokna
9. floks skúlagongd.
Til teirra er 10. árið
ætlað
10. FLOKKUR
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin. fo
Niels Nattestad segði víð-
ari, at hann skilti, at tað var
ein torfør politisk ábyrgd at
skula fáa endarnar at røkka
saman, men at tað ikki var
nøkur loysn at avtaka 10.
flokkin.
– Sjálvandi eru nógvir
pengar at spara, um vit av-
taka 10. og stovna ein
kravdan forskúla ístaðin.
Næmingarnir
verða
so
lidnir við útbúgvingina eitt
ár áðrenn teir verða í dag.
Fólk kunnu sostatt byrja at
arbeiða og tjena pengar til
samfelagið sum 25 ára
gomul, ístaðin fyri sum 26
ára gomul. Á hendan hátt
sparir
samfelagið
eina
rúgvu av pengum. Men tað
eru bara so nógvir næm-
ingar, sum ikki eru førir
fyri at fara beinleiðis víðari
eftir 9. flokk. Teir eru
hvørki fakliga ella menn-
iskjansliga nóg búnir.
Niels Nattestad segði seg
vera blivnan sera kløkkan,
tá hann frætti, at menta-
málaráðið hevur tosað um
at avtaka 10. flokk.
– 10. flokkur leggur upp
til, at næmingarnir skulu
bøta
um
karakterirnar.
Tískil hava vit fingið breyt-
irnar,
har
næmingarnir
kunnu arbeiða nógv við
evnum, sum teir sjálvir
ynskja. Vit hava 11 breytir
at velja ímillum, so har
skuldi verið okkurt fyri øll,
segði hann.
Niels segði eisini, at ein
vansi við skipanini er, at
tað av og á koma hol í
skemað, og at næmingarnir
hava ilt við at møta til
tímarnar eftir at hava havt
ein frítíma ella tveir. Tískil
kundi man skipað allar 10.
flokkarnar á einum og sama
stað, har nakrir lærarar
fingu ta uppgávu at taka
sær av 10. burturav. Hetta
hevði eisini gjørt lærara-
uppgávuna munandi lætt-
ari, tí ofta er trupult hjá
lærarunum at umstilla seg
frá t.d. 1. til 10. floks undir-
vísing.
Niels Nattestad heldur, at
flestu næmingar eru væl-
nøgdir við breytaskipanina,
men at okkurt smávegis átti
at verið bøtt. Sum skilst, so
hevur talan verið um at gera
ein bólk, sum kann koma
við hugskotum til, hvussu
10. flokkur kann skipast
øðrvísi.
Skúlastjórin endaði við at
heita á mentamálaráðið, um
ikki at kappa høvdið av
hesum týdningarmikla parti
av fólkaskúlanum.
Niels Nattestad, skúlastjóri á venjingarskúlanum:
Tú lærir ikki fyrr enn tú ert búgvin til tess
Ætlanin við 10. flokki er at bøta um miðaltalið
Niels Nattestad, sum
her hevur orðið við
pallborðið, segði seg vera
skelkaðan av
ætlanunum um at
avtaka 10. flokk
Mynd: Álvur Haraldsen
10. flokkur skal ikki nýtast til eitt avslappingarár, staðfestir
Oláus Jespersen, deildarleiðari í Mentamálaráðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
13
12