hósdagur 4. juli 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
deyðin í ferðsluni
– Tankin var ræðuligur. Eg
hugsaði slettis ikki um meg.
Hugsaði bara um systkini og
mammuna og pápan – miss
urin var ómetaliga sárur.
Nívandi skuldarkensla
Skjótt
bardist
Leif
við
skuldarkenslu.
– Eg hugsaði, at eg kundi
koyrt bilin, tí eg hevði nokk
dugað at koyrt í hálkuni, tó at
eg hevði drukkið eitt sindur.
Men um nú eg hevði koyrt
ávirkaður, og hetta kortini
var útfallið, skuldi eg livað
við, at hon doyði, tí eg koyrdi
ávirkaður. Og hvat um eg ikki
hevði drukkið hatta vínið, og
hvat um vit bara høvdu verið
heima í friði, mólu tankarnir
í klingur.
Tey, sum vóru inni hjá
Hjørdis, fóru, sum kvøldið
leið.
– Fólk vildu hava meg inn
til Hjørdis, men tað vildi eg
ikki, fyrr enn eg var einsa
mallur. Eg sá Hjørdis seinastu
ferð á lívi einsamallur; eg vildi
eisini møta henni deyðari
einsamallur. So eg fór inn til
hana kl. 2 um náttina. Har
var eingin broyting at síggja
á henni; hon var líka vøkur,
og var heit enn. Eg visti fram
vegis ikki, hvørjum hon var
deyð av. Hon var tann sama,
men segði einki. Eg var inni
hjá henni alla náttina. Lá har
og las og bara var har, tó at
tað kanska ikki sýntist at
geva meining.
Út á fyrrapartin fór Leif
til hús. Hann fekk at vita, at
hann altíð kundi koma út
aftur at sita. Og tað gjørdi
hann fleiri ferðir dagliga teir
dagarnar, áðrenn hon slapp
av sjúkrahúsinum.
– Tað kendist væl at vitja
hana á sjúkrahúsinum. Hon
sá óbroytt út.
Seinasti kossur
Hjørdis lá undir børu í heim
inum.
– Tá var nógv familja har,
sum løgdu lutir og brøv til
hennara. Eg sat við síðuna av
henni alla náttina. Tá taldi eg
bara tímarnar, til lokið skuldi
verða lagt á kistuna, og tíðin
gekk alt ov skjótt. Eg orkaði
ikki hetta lokið, sum skuldi
á kistuna, tí tá veit mann,
at tað er slutt fyri altíð. Fyri
meg var hetta næstan líka
ringt sum at fáa deyðsboðini.
Tað var sum, at tá hevði eg
ikki ordiliga mist hana, tí hon
var har jú – hon prátaði bara
ikki. Eg bleiv við at útseta
lokið sum longst. Pápin segði,
at hann var klárur, men at eg
kundi gera av, nær teir kundu
fara við henni. Teir tóku lok
ið, og eg mussaði hana eina
seinastu ferð, og so varð lokið
lagt á. Eg hevði hug at taka
tað av aftur, men kláraði at
lata tað vera.
Tað er gott at elska
Jarðarferðin var bærilig.
– Hjørdis var eitt lívs
stykki og hevði nógvar vinir
frá flogbólti, skúla og aðra
staðni, eins og eg hevði. So
ítróttarhøllin, haðani jarðar
ferðin var, var á tremur við
fólki. Har vóru fleiri nem
andi
framførslur,
millum
aðrar »Tað er gott at elska,«
hjá Signari í Homrum, sum
Hjørdis ætlaði skuldi verða
spælt til okkara brúðarvígslu.
Gravtalan hjá Teodor Eli Dam
Olsen var tíbetur eisini lívs
játtandi í neyðini – vit hava
jú nógv at takka fyri, at vit
fingu Hjørdis.
– Eg hugsaði nógv um,
hvussu synd tað var í hennara
foreldrum og systkjum. Tey
hava kent hana alt lívið, og
eg kendi hana í trý góð ár.
Tey hava fleiri minni um
Hjørdis, men eg hevði helst
fleiri framtíðarvónir.
Sorg og saknur
Eftir jarðarferðina hevði Leif
brúk fyri at hava frið í nakrar
dagar. Men rættiliga skjótt
fór hann at spæla hondbólt
og dystir, sum hann var van
ur.
– Tað føldist rætt. Tað bar
ikki til bara at sita inni og
hyggja eftir myndum alla
tíðina. Men sorgin og longs
ulin vóru har allatíðina og
komu eisini sum herðindi
nær sum helst, tí sorgin kann
ikki temjast ella planleggjast.
Hon kundi eisini koma av tí
góða, sum mær var fyri, og
henni ikki untist. Soleiðis
er tað eisini nú sjey mánaðir
eftir vanlukkuna. Sum tá
familjan er samlað, og bara
hon manglar. Tá kann eg
knappliga verða raktur av
sorg og samvitskubiti, at eg
livi. Í roynd og veru kundi
tað verið øvut.
Tað kann undra, at tað
kann koma seg so, at tvey,
sum sita so tætt í einum bili,
kunnu sleppa so ymiskt frá
eini vanlukku.
– Hon smekkaði nakkan í
síðustólpan, har trygdarbeltið
er heft í. Hon hevði eitt álvar
sligt brot í nakkanum, vístu
kanningarnar. Ein uggi var
tað, at nakkabrot av hesum
slagnum onga pínu hevur við
sær, sigur Leif.
Leif hevur ikki tørv á at
plasera ábyrgd fyri vanlukk
una. Hann er ikki beiskur.
– Vit vóru á skeivum
staði skeivu tíðina. Hesaferð
var tað Hjørdis, ið tað gekk
útyvir.
Alt ger mun
Hetta er fyrsta árið, at blómu
tyssi verður lagt fyri Hjørdis
á minningardegi teirra deyðu
í ferðsluni.
– Eg hugsi um tað hvørt
ár, tá blómutyssi verða løgd á
vanlukkustøð. Mann hugsar
aftur á, tá tað hendi. Tað er
ein vakur siður, sum fær okk
um at minnast tey vit mistu
og teirra avvarðandi. Tað
fær helst eisini fólk at vera
meiri varin í ferðsluni – um
ikki annað teir dagarnar, ið
blómurnar hanga uppi, held
ur Leif.
Eg hugsaði, at eg kundi koyrt bilin, tí eg hevði nokk dugað at
koyrt í hálkuni, tó at eg hevði drukkið eitt sindur
Privatmynd
Savnsmynd