hósdagur 4. juli 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Andlátið kunng
Tíbetur náddu pápin og systurin
í Danmark at fáa deyðsboðini av
Hjørdis, áðrenn tey lósu tað á
facebook. Tað kom út bert stutta
løtu eftir, at vanlukkan var hend,
og tað harmar familjuna almikið,
at fólk kunnu vera so tankaleys.
– Fólk mugu hugsa seg eitt sindur
betur um, staðfestir Marianna
Gullaksen, mamma Hjørdis
Eydna Skaale
Tað er ein orsøk til, at andlát
ikki verða lýst beint sum tey
henda. Familjan skal hava
stundir at savna seg eft
ir missin, og tey nærmastu
skulu eisini hava deyðsboð
ini, áðrenn tað verður al
mannakunngjørt.
Men
tað
gingu
bert
fáir tímar frá tí, at Hjørdis
Gullaksen lat lív í eini
ferðsluvanlukku í Kollafirði,
inntil øll kundu lesa tað á
Facebook.
– Meðan vit sótu hjá henni
úti á Landssjúkrahúsinum og
júst høvdu fingið deyðsboð
ini frá læknanum, byrjaðu
fólk at sms'a og ringja, fyri
at vita, um tað passaði, at
Hjørdis var deyð. Tað var
ræðuligt!
Eg
kundi
ikki
sløkkja telefonina, tí eg hevði
framvegis ikki fingið fatur
á babba, sum var til skips,
greiðir Flemming, sum er
elstur av systkjunum, frá.
✚ Flemming var staddur
í Havn, tá ein vinmaður
Hjørdis, sum er sløkkiliðs
maður, ringdi til hansara og
segði, at teirra bilur hevði
verið í eini ferðsluvanlukku.
Flemming royndi at ringja
til systrarnar og mammuna,
men eingin teirra svaraði. At
enda ringdi hann á løgreglu
støðina í Havn, presenteraði
seg og segði seg vita, at
teirra bilur hevði verið í
eini ferðsluvanlukku. Hann
spurdi, um tað var yngsta
systurin Hjørdis, sum hevði
koyrt.
– Politisturin svaraði ikki
ordiliga, men bað meg fara út
á Landssjúkrahúsið beinan
vegin, greiðir Flemming frá.
✚ Um somu tíð ringdi ein
lækni av Landssjúkrahús
inum til Marionnu, mamm
una, sum var stødd heima
í Kollafirði, og bað hana
skunda sær til Havnar, tí
Hjørdis hevði verið í eini
ferðlsuvanlukku. Marianna
koyrir ikki bil, og tí hon fekk
tí systur sína og svigerinnuna
at koyra seg. Tær hildu av
stað alt fyri eitt.
✚ Flemming varð biðin um
at bíða í forhøllini á Lands
sjúkrahúsinum,
inntil
mamman kom, tí tá skuldi
ein lækni koma at tosa við
tey. Hann ringdi til hinar
systrarnar og tosaði við tær
um, at Hjørdis hevði verið
í einum óhappi, men at tey
ikki vistu, hvat var hent.
Flemming royndi eisini
at fáa fatur á pápanum, men
tað eydnaðist ikki.
– Eg var púra róligur, tí
eg hugsaði ikki, at tað kundi
vera so álvarsamt. Tankin
um, at vit kundu havt mist
hana, streyfaði meg ikki,
greiðir Flemming frá.
Tá mamman kom, gingu
einir fimtan minuttir, inntil
læknin kom eftir teimum.
Tað er ein løta, sum
Marianna aldri gloymir.
– Hann segði okkum, at
Hjørdis hevði verið í eini
ferðsluvanlukku, og at hon
var deyð. Tað var rættiliga
kalt og kyniskt. Eg skilti tað
ikki, tí tað var so óveruligt
– og eg haldi slett ikki, at eg
reageraði. Flemming bað um
at sleppa inn, har hon lá – og
so stóðu vit har. Eg minnist
ikki rættiliga, hvat síðani
hendi. Tað var bara Hjørdis
tá, og eg sat bara har hjá
henni í fleiri tímar, greiðir
Marianna frá.
✚ Men Flemming minnist.
Hann minnist serliga, hvussu
hansara telefon kimaði og
vibreraði, tí fólk ringdu og
sms'aðu fyri at fáa greiði á tí,
tey høvdu lisið á Facebook.
Onkur skrivaði beinleiðis
»Passar tað, at systir tín er
deyð?«. Hann helt tað vera
ómetaliga svárt, og tað gjørdi
bara ilt verri. Hann var sjálv
ur skelkaður og kláraði als
ikki at fyrihalda seg til øll
hesi fólkini, sum vendu sær
beint til hansara fyri at fáa
svar.
✚ Úti í forhøllini á Lands
sjúkrahúsinum bíðaðu tær
báðar, sum høvdu koyrt
Marionnu, mammu Hjørdis,
til Havnar. Tær vistu fram
vegis einki um, hvat var hent,
og hvat læknin hevði sagt við
Flemming og Marionnu.
Men meðan tær bíðaðu,
komu vinfólkini hjá Hjørdis
grátandi inn á Landssjúkra
húsið. Tey høvdu tá sæð á
Facebook, at Hjørdis var
farin.
– Tað var ein løgin kensla,
at vit stóðu og bíðaðu í for
høllini á sjúkrahúsinum og
ikki vistu, hvussu stóð til
við Hjørdis – og í næstu løtu
komu hennara vinfólk grát
andi inn, tí tey vistu, at hon
var deyð, greiða tær frá.
✚ Tíbetur náddi Flemming at
fáa fatur á bæði pápanum og
Heidi, systrini í Danmark, og
siga teimum, hvussu vorðið
var, áðrenn tey lósu tað á
Facebook.
Men ikki tað vóru ikki øll
tey nærmastu, sum náddu
at fáa boðini, áðrenn tey sóu
tað á netinum.
Eitt systkinabarn Hjørdis
var til skips, og hann sá, at
fólk skrivaðu á veggin hjá
henni og ynsktu, at hon mátti
hvíla í friði. Hann skilti einki
og ringdi beinanvegin heim.
Men familjan heima hevði
enn einki hoyrt frá teimum
á sjúkrahúsinum, tí so stutt
var fráliðið, síðani vanlukkan
hendi.
Tey sótu framvegis hjá
Hjørdis og høvdu ikki tosað
við nakran annan enn Heidi
og pápan.
✚ Øll familjan Gullaksen er
sera hørm um, at fólk hugs
aðu so stutt og løgdu deyðs
boðini út á Facebook so skjótt
eftir, at vanlukkan var hend.
– Tað er gyseligt at hugsa
um, heldur Marianna.
– Man má duga at seta
eitt mark, og man má til eina
og hvørja tíð kunna vurdera,
hvat sømir seg at skriva út á
Facebook og ikki. Tað mátti
sagt seg sjálvt, at man so
slett ikki eigur at skriva um
eitt andlát, sum ikki er blivið
lýst, sigur hon.
Hon heldur, at fólk hava
lyndi til at vera so sensatións
sinnað, at tey ikki hugsa um
fylgjurnar av tí, tey posta.
– Tey smekka bara til, áðr
enn vissa er fingin fyri, um
offrini eru deyð ella livandi,
ella um tey hava fingið var
andi skaða fyri lívið. Ofta
eru upplýsingarnir heldur
ikki rættir, sum koma út. Til
dømis varð sagt, at onkur
annar var í bilinum, sum í
Vit bíðaðu í forhøll
ini og vistu ikki, hvussu
stóð til við Hjørdis.
Og í næstu løtu komu
hennara vinfólk grátandi
inn, tí tey vistu, at hon
var deyð
deyðin í ferðsluni
Mynd: privat