hósdagur 4. juli 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Nú vit skulu festa nøkur orð
á blað um ein góðan vin og
Harrans vitni, so eru tað so
nógv sum kemur fram.
Serstakliga eru tað árini
í Sørvági í Vágum, tá missi
ónshúsið og Biohøllin vóru
fullsett av fólki, sum komu
til Guds orð. Tað var veking í
oynni, nógv menniskju upp
livdu broytingar í lívinum.
Her kom heimið hjá Hjørdis
og Jørgin Frants at hava stó
ran týdning, Tað var eitt slag
av eini miðstøð. Har var stórt
gestablídni,
har
skaptist
okkara vinalag. Mong vóru
tey, sum leitaðu sær inn til
húsmøtini hjá Hjørdis &
Jørgin Frants. Ymist nýtt varð
roynt í sambandi við páska
stevnur, eitt nú at vit skuldi
marsjera av Bakkanum heim
til Biohøllina, har skuldi
stevnan setast. Sigast skal
vit vóru ikki mong, sum
byrjaðu úti á Bakka hendan
dagin. Flokkurin var rímuliga
stórur tá vit komu heim til
gamla missiónshúsið. Sum
altíð tá nakað nýtt skal royn
ast er støðan tann, at nøkur
eru fyri og nøkur eru ímóti.
Hjørdis var positiv við tað
sama, Jørgin Frants gjørdi
plakatir og syrgdi fyri, at tað
praktiska fungeraði.
Tá tú nevndi Hjørdis, so
lá tað í luftini, at tú nevndi
Jørgin Frants eisini. Tey
stóðu saman í at peika á
Jesus og at virka fyri Hann.
Tá ið heitt varð á tey um at
luttaka við møtir og stevn
ur var svarið játtandi. Vit
minnast við tøkk teir mongu
vitnisburðar og teir sangir
Hjørdis og ”Libanonsystrar
nar” góvu okkum við páska
stevnur
og
møtir
undir
heitinum “Kristus er Svarið”
ymsastaðni
í
landinum.
Somuleiðis vóru tey aktiv í
tjaldmøtinum við Leynavatn
og
Gøtueiði.
Handilslívið
kom at fylla nógv hjá Hjørdi.
Jørgin Frants og hon vóru
tey leiðarar á deildinum hjá
Litaval á Suðuroynni og í
Eysturoynni. Her brúktu tey
nógv av sínum góðu evnum
at umgangast fólk og at hava
nøgdar kundar.
Hjørdis var ikki bangin
fyri at taka fatt, tá Valdmar
byrjaði sum bakari og hand
ilsmaður í Vágunum í høli
num hjá “Løve”Niclas. Í hesum
trongu umstøðum bleiv bæði
bakað og handlað. Her var
Hjørdis ein av teimum, sum
tók fatt saman við familjuni
hjá Valdemar Simonsen.
Ein góður vinur hjá okk
um plagar at sitera við slíkar
løtu: Vinir fækkast Jesus livir.
Av sonnum kann sigast og við
afturlítan, at vinaflokkurin
er minkaður. Tey eru mong,
sum eru flutt inn í dýrdina til
tann Jesus, sum hevur gjørt
bústað til reiðar, Johs 14 1-2.
Góðu Jørgin Frants, Jógv
an, Regin og Annika við
familjum. Nú hevur hondin
slept, sum mangan fjálgaði
um tykkum. Røddin er tagn
að, sum mangan uggaði og
troystaði tykkum, og sum bar
tykkum eitt orð um Jesus.
Vit hava samkenslu við stóru
sorg tykkara.
Vit vilja við hesum orðum
lýsa Guds frið yvir minnið
um Hjørdis Jørgensen.
Ingibjørg og
Thomas Juul
Minningarorð um
Hjørdis Jørgensen, Sørvági
f. 30. juni 1947 d. 21. juni 2013
Føðingar
10. juni fingu Borghild Simonsen og Robin Kjeld, Gøtugjógv,
ein son. Hann var 55 langur og vigaði 3940 gr.
12. juni fingu Sigrid Olsen og Súni F. Olsen, Strondum, ein
son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3620 gr.
14. juni fingu Beinta Vasquez L-Rasmussen og Terji
Hjaltalin á Kamarinum, Tórshavn, eina dóttur. Hon vigaði
3400 gr og var 51 cm long.
18. juni fingu Hanna og Lars Müller, Tórshavn, ein son.
Hann vigaði 3590 gr og var 53 cm langur.
20. juni fingu Rannvá Thomsen og Knút Vesturtún. Kambs
dali, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4470 gr.
21. juni fingu Anja Haraldsen og John Gudmundsen, Sør
vági, hava fingið eina dóttur. Hon vigaði 3980 gr 53 cm
long.
25. juni fingu Beinta Klakstein og Rani Baldursson ein son
og Hóri ein lítlabeiggja. Hann vigaði 3430 gr og var 52 cm
langur. Tey búgva í Klaksvík.
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum, sum sýndu
samkenslu og hjálptu, tá okkara kæra mamma,
omma og langomma
Magna í Stórustovu
andaðist og fór til gravar.
Vit takka fyri kransar, blómur og køkur.
Vit takka presti fyri eina sera vakra gravartalu.
Vit takka eisini starvsfólkunum á Miðstovuni
á Lágargarði fyri røkt og umsorgan tey trý
árini, hon búði har.
Oddvør, Herman
og Carl Johannes
við familjum
Tøkk
Stóra tøkk tit mongu,s um komu í mín 90
ára føðingardag, bæði í bygd og av bygd.
Eisini stóra tøkk fyri allar heilsaninar
og góða hjálp. Bestu ynski
Óluva Durhuus Petersen
á Mørk, Vestmanna
Tøkk
Eg vil takka øllum tykkum, sum við
vitjan, gávum og á annan hátt, gleddu
meg á mínum fermingardegi.
Vinarliga
Sonni Mikkelsen