hósdagur 4. juli 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
deyðin í ferðsluni
Tá vanlukkur henda á sjónum ella í luftini, er tað ein sjálvsagdur lutur, at ein skaðanevnd
kannar orsøkina og út frá hesum skrivar eina frágreiðing, ið kann svara mongu spurningunum.
Hóast tvey ferðsluálit hava eftirlýst eina slíka nevnd, er framvegis eingin áveg
Eingin skaðanevnd í eygsjón
Jón Brian Hvidtfeldt
Tilsamans eru 275 fólk deyð
í ferðsluni í Føroyum, síðani
fyrstu vanlukkuna í 1928.
Tað staðfestir Ráðið fyri
Ferðslutrygd í samband við
minningardag teirra deyðu í
ferðsluni. Síðsta árið hevur
ferðslan kravt trý mannalív.
Men meðan tað er ein
sjálvsagdur lutur, at van
lukkur á sjónum ella í luftini
verða kannaðar út í æsir í eini
roynd at staðfesta orsøkina,
so er øðrvísi í samband við
ferðsluvanlukkur.
Ráðið fyri Ferðslutrygd
hevur í áravís eftirlýst, at ein
skaðanevnd tekur um endan,
tá
álvarsamar
vanlukkur
henda í ferðsluni.
Eftirlýsingin
hevur
higartil funnið vegin fram
inn í tvey ferðsluálit. Álitið
»Ávegis til Nullhugsjónina,«
sum er frá 2003, og Ferðslu
trygdarætlanin, sum er frá
2007, vísa báðar á týdningin
av at seta á stovn eina skaða
nevnd.
Í báðum ferðsluálitum
verður beinleiðis mælt til at
seta eina skaðanevnd, ið skal
kanna tær álvarsamastu van
lukkurnar í ferðsluni. Men
higartil hava bæði ferðslu
álitini tosað fyri deyvum oyr
um. Afturat báðum álitinum
samtykti løgtingið í 2006 at
seta nullhugsjónina inn í
grein-1 í ferðslulógina.
– Nei, arbeiðið við at seta
á stovn eina skaðanevnd er
ongan veg komið, upplýsir
Gudrun
Mortansdóttir
Nolsøe, fulltrúi í Innlendis
málaráðnum, sum varar av
ferðsluni í Føroyum.
Týðandi vitan
Í Ráðnum fyri Ferðslutrygd
(RFF) meta tey eina slíka
skaðanevnd
hava
stóran
týdning.
– Vit meta avgjørt, at ein
skaðanevnd eigur at vera
sett, sigur Brynhild Høgna
dóttir.
Stjórin í RFF vísir á, at
uppgávan hjá einari skaða
nevnd eigur at vera at kanna
allar ferðsluvanlukkur, har
fólk hava fingið álvarsligt
mein, eru vorðin avlamin ella
hava latið lív. Út frá hesum
kanningum skrivar skaða
nevndin eina frágreiðing, sum
skal latast myndugleikunum.
Skaðanevndin eigur at verða
mannað við fólki, sum hava
serkunnleika um vegakervi
og akfør, sálarfrøði, løgfrøði
og eftirlit.
Brynhild
Høgnadóttir
undirstrikar týdningin av
einari slíkari nevnd:
– Høvuðs endamálið við
einari slíkari nevnd er at fáa
til vega nýggja vitan, sum
kann brúkast til at betra
ferðslutrygdina, og at fyri
byrgja vanlukkur á vega
kervinum, sigur Brynhild
Høgnadóttir.
Hendir einki
Fyri nøkrum árum síðani
setti fútin niður ein breiðan
ferðslubólk. Umframt fútan
sjálvan er bólkurin umboður
av
Innlendismálaráðnum,
Akstovuni,
Landsverki,
kommunufeløgunum og Ráð
num fyri Ferðslutrygd.
Hóast hesin ferðslubólkur
harvið átti at verið eitt natúr
ligt forum at lagt lunnar
undir eina skaðanevnd til
ferðsluvanlukkur, so er veru
leikin ein annar.
– Nei, tað hevur leystliga
verið tosað um tað í ferðslu
bólkinum, men einki ítøkiligt,
sigur Gudrun Mortansdóttir,
sum umboðar Innlendismála
ráðið í ferðslubólkinum.
Ferðslubólkurin hevur í
staðin savnað sítt arbeiði um
tær broytingar í ferðslulógini,
ið hava verið umrøddar
síðstu árini.
Skaðanevndir til ferðslu
vanlukkur eru vanligar í
okkara grannalondum. Part
ur av arbeiðnum hjá skaða
nevndunum er at lata úr
hondum eina ársfrágreiðing,
har tikið verður saman um
ferðsluvanlukkurnar farna
árið.
Spennandi størv
á Landsverki
Borimeistari til grótbrotini
Handverkari ella arbeiðs-
fólk til asfaltverkið
Les meira á lv.fo
Heinta
Landsverk-
appina her
ella á m.lv.fo
FAKTA – úr álitinum Ávegis til Nullhugsjónina frá 2003
»Umráðandi er, at ein Skaða-/eftirlitsnevnd verður sett. Høvuðsuppgáva nevndarinnar
verður at kanna øll ferðsluóhapp/-vanlukkur, har fólk hava fingið mein/álvarlig mein,
eru vorðin avlamin ella hava látið lív, og at skriva eina frágreiðing, ið latin verður
teimum viðkomandi myndugleikunum, um hvørja einstaka ferðsluvanlukku. Í Skaða-/
eftirlitsnevndini eiga at vera limir, ið hava serkunnleika um vegakervið/-umhvørvið,
akfør, menniskjaligar/sálarligar fortreytir, løgfrøði og eftirlit.«
FAKTA – úr álitinum Ferðslutrygdarætlan Føroya 2008-2015
»Farið verður undir at kanna allar álvarsligar ferðsluvanlukkur í Føroyum. Fyri at fáa
fulla greiðu á, hvørjir trupulleikarnir eru við ferðslutrygdini í Føroyum, og hvat best er
at gera fyri at fyribyrgja teimum álvarsligastu ferðsluvanlukkunum, er neyðugt, at ein
kanning verður gjørd av teimum álvarsligastu ferðsluvanlukkunum í landinum. Skotið
verður tí upp, at ein skaðanevnd verður sett, sum ger av, hvørjar kanningar skulu
gerast, og sum setir neyðuga servitan til at gera tað kanningararbeiðið, ið skal til fyri
at kunna gera eina frágreiðing fyri hvørt einstakt álvarsligt ferðsluóhapp.«
– Vit meta avgjørt, at ein skaðanevnd eigur at vera sett, sigur Brynhild Høgnadóttir,
stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hóast tvey álit síðstu 10 árini hava víst á
týdningin av eini skaðanevnd fyri ferðsluvanlukkur, er einki hent
Savnsmynd