Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kappróður upptakt ítróttur Bestu tíðirnar á 2000 metrum eru í Fuglafirði Fyri átta árum síðani róðu Eysturoyingur og Nólsoyingur 2000 metra teinin skjótari á varmakeldustevnu í Fuglafirði, enn nakar annar bátur nakrantíð hevur megnað á nakrari stevnu Jóannes Hansen Kappróðrarárið er í hæddini. Síðsta leygardag varð kappast á jóansøku á Tvøroyri, í morg­ in verður kappast á varma­ keldustevnu í Fuglafirði, ann­ an leygardag verður kappast á vestanstevnu í Sørvági, og so verður punktum sett ólav­ søku­aftan á 901 metra tein­ inum frá Argjahøvda, fram­ við molanum og inn undir havnarskrivstovuna í høvuðs­ staðnum, tá ið síðstu skotini fara at gella fyri róðrarári, sum higartil hevur verið stak væl­eydnað. Tað er so ymiskt, hvussu tað er við róðrarteinunum. Í ár er tað soleiðis, at í flestu førum ber til at kappast á bæði 1000 metrum og á longri teinum. Í Fuglafirði er eingin trupulleiki at leggja 2000 metra málið, og soleiðis er tað eisini í Sørvági, har vestanstevna verður um eina stóra viku. Onnur ár eru nógvar kappingar bara á 1000 metrum. Soleiðis verður tað næsta ár, tá ið fjarðastevna verður í Vestmanna, jóansøku í Vági og vestanstevna í Mið­ vági. Bestu tíðirnar Fína heimasíðan hjá Havnar Róðrarfelag hevur eina rúgvu av hagtølum um róð­ur, vinnarar og eisini um róðrar­ tíðir. Sum vit so ofta áður hava nevnt, so er tað eitt sindur við­brekið at tosa um met í føroyskum kappróðri, tí tíð­ir­ nar valdast nógv um, hvussu umstøðurnar eru at rógva. Her verður hugsað um ætt og vindmegi, streym og rák, hita og kulda og ivaleyst eisini um aðrar lutir og avbjóðingar. Kortini er tað eingin loyna, at rógvarar og róðraráhugað ganga høgt upp í tíðirnar, og tað gera vit eisini á hesum síðum! Áhugavert er at staðfesta, at plássið, har besta tíðin, sum nakað 10-mannafar nak­ran­tíð hevur róð 2000 metra teinin, er í Fuglafirði. Á varma­keldu­ stevnu fyri átta árum síðani róði Eysturoy­ing­ur teir tveir kilometrarnar skjótari, enn nakað 10-mannafar nakrantíð hevur gjørt. Í 2005 var Eysturoyingur heilt suverenur í kappingini millum 10-mannaførini. Guli báturin við royndu manningini vann allar róðrarnar uttan á norðoyastevnu. Tá var Nóls­ oyingur eitt hálvt sekund fyrr á mál enn Eysturoyingur. Í FM kappingini var einki at rafla um. Eysturoryingur vann FM við 47 stigum, og Nólsoyingur var honum næstur við 33 stigum. Á veg ímóti FM heitinum setti Eysturoyingur met á 2000 metra teininum. Tað var á varmakeldustevnu. Tíðin hjá Eysturoyingi ta ferðina var 8.42.12. Eysturoyingur vann tann dagin á Nólsoyingi, sum róði teinin í 8.44.00. Tíðin hjá Nólsoyingi í Fuglafirði fyri átta árum síðani stendur at vera næstbesta tíðin nakrantíð á 2000 metra teininum. Higartil í ár hevur Klaks­ víkingur verið øgiliga stinn­ ur, tá sæð verður burtur frá norðoyastevnuni, tá ið Suð­ ur­oyingur basti klaks­vík­ ingum. Søguligu tølini siga, at Klaksvíkingur eigur fjórðu bestu tíðina á 2000 metra teininum. Triði bestu tíðina eigur Vestmenningur, sum á norðoyastevnu í 1994 róði 2000 metra teinin í tíðini 8.44.14. Róðrarkøn vísa tó á, at tað er eitt sindur ivasamt við hesum, tí 2000 metra málið í Klaksvík var ongantíð fullar tveir kilometrar. Nú rógva 10-mannaførini 1500 metrar á norðoyastevnu. Besta tíðin hjá Klaksvíkingi á 2000 metra teininum var á varmakeldu fyri fýra árum síðani. Tá var vinnaratíðin 8.48.01. Ta ferðina var talan um øgiliga kapping millum Eysturoying og Klaksvíking. Tíðin hjá Eysturoyingi var 8.48.09 ella bara 8/25 av einum sekundi lakari enn tíðin hjá klaksvíkingum. Vinnararnir Mest sannførandi bátarnir higartil í ár hava verið kvinnu­bátarnir: Jarnbardur í kapp­ingini millum 6-manna­ før við kvinnum og Erla Kongsdóttir í kappingini við 5-mannaførum við gentum hava verið so sannførandi, at tað ikki ber til at ímynda sær, at nakar annar bátur skal hótta hesar bátarnar í nakrari kapping. Havfrúgvin úr Vestmanna hevur eisini vunnið allar róðr­ arnar í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. Men tær úr Vestmanna hava spælt við eld tvær ferðir. Í Hvalvík var tað um reppið, at Falkurin úr Hósvík tók Havfrúnna, og á Tvøroyri var tað um reppið, at Teistin av Argjum vann, hóast starturin hjá teimum av Argjum var alt annað enn góður. Argjabáturin er stór­favo­ rittur at vinna í kappingini millum 8-mannaførini, og Drek­in er favorittur at vinna í kapp­ingini millum 5-manna­ førini við dreingjum. Í hesi kappingini var Fípan Fagra væl við í startspurtinum á jóan­søku. So smokkaði Fípan heilt burtur og endaði á fimta plássi. Síðani er orsøkin vorðin kend til gongdina hjá dreingj­ unum í Klaksvík. Tað var so óheppið hjá teimum, at nøglin leyp úr! Størsta kappingin er millum 6-mannaførini við monnum. Higartil hava Sølmundur og Jarnbardur vunnið hvør sínar tvær ferðir. Gongurólvur hev­ur verið væl við, og aðrir bát­ar hava í startspurtinum og miðróðrinum víst, at tað kanska kann roknast við teimum seinni í summar. joannes@sosialurin.fo tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast til samans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskiftið og samskiftið við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Vinnu- og økissamskipari KUNDI TÚ HUGSAÐ TÆR AT STAÐIÐ Á ODDA FYRI AT BYGGJA UPP TÆNASTUR TIL VINNULÍVIÐ Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU? OG KUNDI TÚ HUGSAÐ TÆR AT MENT SAMSTARVIÐ MILLUM YMISKU LANDAFRØÐILIGU ØKINI Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU? So er tað kanska tær, vit leita eftir til eitt nýtt starv sum vinnu- og økissamskipari í Tórshavnar kommunu. UPPGÁVAN Starvið fevnir um tvinnar høvuðstættir: • Tú skalt skipa samstarv við og byggja upp tænastur til verandi og komandi vinnulív í Tórshavnar komm- unu. Tú tryggjar vinnuni skjóta og lætta atgongd til landsins størstu kommunu og arbeiðir fyri at komm- unan fær ein sjónligari vinnuprofi l. Endamálið er at skapa eitt tættari dagligt samskifti við vinnuna, soleiðis at kommunan veit, hvat vinnan vil, og vinnan veit, hvønn hon skal venda sær til í Tórshavnar kommunu. • Tú skalt somuleiðis samskipa og gera arbeiðið hjá økisnevndini í Tórshavnar kommunu sjónligt. Endamálið er skapa eitt tættari samstarv millum økini og umsitingina hjá Tórshavnar kommunu soleiðis, at kommunan verður samansjóðað og øll øki kenna seg sum part av høvuðsstaðarkommununi. Vit vænta, at uppgávurnar hava við sær eitt stórt uppsøkjandi arbeiði. Tú tekur stig til átøk, tiltøk, samskifti við ymiskar áhugabólkar og mennir tænastur og kunnandi tilfar. Starvið er staðsett í Snarskivuni, men inniber tætt samstarv við Vinnunevndina og Økisnevndina eins og stjórn kommununar og aðrar partar av kommununi. Førleikar Vit leita eftir starvsfólki við viðkomandi útbúgving og/ella royndum innan menning, samskipan og vinnu- lív. Tað er av stórum týdningi, at tú ert tænastusinnað/ ur, nýhugsandi, opin og virksom/samur. Haraftrat er umráðandi, at tú trívist í leiklutinum sum samskipari, samskiftari og stigtakari. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála við við - komandi fakfelag og skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv. Umsókn Umsóknir saman við prógvum og viðmælum skulu í seinasta lagi 25. juli 2013, kl. 12.00 latast: Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, ella sendast til torshavn@torshavn.fo Merkið umsóknina: Vinnu- og økissamskipari til Snarskivuna. Fyrispurningar Um tú ynskir at fáa meira at vita um starvið, kanst tú venda tær til Ingibjørg Berg, kommunustjóra, á ingibjorg@torshavn.fo , Ingunn Eiriksdóttir, fyrisitingarstjóra, á Ingunne@torshavn.fo ella Rók Tummasarson, leiðara á Snarskivuni, á rokur@torshavn.fo. Ella tú kanst ringja á tlf 30 20 10.