Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur europa league Jákup og Poul við í Norðurírlandi Bæði Jákup Mikkelsen og Poul Mikkelsen verða tøkir til dystin í Norðurírlandi móti Linfield. Hinvegis tykist greitt, at hanus Thorleifsson ikki verður við. Hann fekk eina fibur í dystinum móti Linfield mikukvøldið. Hallgrím Gregersen: 4 Dagsins maður hjá ÍF. Hevði tvær stórbjargingar í seinna hálvleiki, tá Linfield spælarar vóru púra leysir móti málinum go hevði eisini aðrar týdningarmiklar bjargingar. Kundi einki gera við málini, men kundi í støðum verið komin út vart fyri innleggum. Fritleif í Lambanum: 3 Er nýggjur á liðnum og var fluttur aftur á høgra bakk. Í verjupartinum røkti hann sína uppgávu til fulnar, men var lítið sjónligur í álopspartinum. Hevði nøkur góður góð yvirlap, har hann ikki bleiv spældur. Bartal Eliasen: 3 Sterkasta vápnið hjá ÍF í deyðbóltsstøðum og har gjørdi hann mun, men ov oftani vóru innleggini og vánalig. Stóð eisini sterkur í luftspælinum í verjuni, men var tvær ferðir heppin, tá hann at síggja til rendi mótstøðu mann um koll. Tað eina líktist einum hálvum brotssparki. Bogi Reinert Petersen: 2 Var feriuavloysari í miðverjuni og tað er ikki besta plássið hjá honum. Kláraði seg faktist ikki so illa og stóð sterkur í uppbyggjandi uppsælinum, men hann sær illa út báðum málinum hjá Linfield. Serliga verjuspælið í seinna málinum ber brá av einum manni, sum ikki er verjuspælari til dagligt. Jan Ellingsgaard: 4 Besti útispælarin á vøllinum hjá ÍF, men eisini størsti syndarin, tá hann ikki trillaði bóltin upp á tvørs til ein púra leysan Øssur Dalbúð, tí ÍF í fyrra hálvleiki hevði størsta møguleikan. Kom væl við í álopsspælinum og var ein støðug hóttan. Heri Nesá: 3 Byrjaði á miðjuni og spældi væl. Fangaði fleiri bóltar, men endaði á høgra vongi, tá Hanus Thorleifsson mátti út skaddur. Her kom Heri í minni mun til sín rætt, men stríddist fyrimyndarliga. Høgni Madsen: 3 (út 90.) Stríðsviljanum bilti einki hjá miðvallaranum, men tíverri fyri ÍF, so hevði hann ikki ein av sínum bestu døgum. Serliga óvanligt fyri Høgna var, at hann ikki fekk frísparksinnleggini innfyri, tá ÍF hevði møgueleika at hótta. H. Thorleifsson: 3 (út 28.) Spældi ein hálvan tími til hann fekk eina fiburspreinging. Var á vøllinum bestu løtuna hjá ÍF og kom væl frá uppgávuni. Nenad Saric: 3 Var ágangandi í fyrra hálvleiki og átti lut í fleiri álopum, men misti flogið í seinna hálvleiki. Hevði útgangsstøði í vinstra bori og flestu álopini kom upp gjøgnum hansara síðu. Ari Ellingsgaard: 3 Spældi leingi til eitt 4-tal, men avrikið í seinna parti av seinna hálvleiki var so vánaligt, at hann endar á einum 3-tali. Hann var lívligur í fyrra hálvleiki og vísti bóltførleika á høgum stigi í fleiri førum. Var besti spælari á vøllinum í fyrra hálvleiki. Øssur Dalbúð: 3 Spældi eisini leingi til eitt 4-tal, men misti flogið saman við restuni av liðnum í seinna hálvleiki. Vísti góð evni sum fremsti maður. Helt væl upp á bóltin, vann luft- og nærdystir, og framtvingaði gult kort til miðverja hjá hinum. Var millimetrar frá leggja ÍF á odda tíðliga í dystinum. A. Jovevic: 3 (inn 28.) Kom inn mitt á miðvøllin og greiddi fyri tað besta sína uppgávu. Hevði onkran møguleika at bjóða meiri av, men valdi tryggu loysnina. Jákup Johansen: 3 (inn 73.) Kom inn eitt stórt korter og royndi at bjóða av sínum skjótleika, men tá var luftin farin úr ÍF ballónini. Avrik: tøl 1 til 6 ÍF 0 (0) Linfield 2 (0) Tróndur Arge – Tórsvøllur Tað var ikki til at taka feil av. Fuglfirðingar vóru vón­ brotnir. Onnur royndin í Evropa endaði við 2-0 tapi. Tað er hent fyri at føroysk lið hava tapt í Evropa. Tey flestu hava eisni roynt at tapt stórt. Tað gjørdi ÍF millum annað í fjør, men tá talaði ongin at. Men hesa ferð var smakkurin beiskur. Mótstøðan úr norðurírska Linfield var á ongan hátt ræðandi og í fyrra hálvleiki var ÍF greitt omaná. Fyri utt­ an tveimum heldur til­vildar­ ligum stútarum og einum ov ágrýtnum Bartali Eliasen, so høvdu gestirnar lítið at bjóða upp á. Serliga annar miðverjin hjá tiemum, Michael Gault, út­merkaði seg við at spæla illa í ávísum støðum. Millum ann­að, tá hann feldi Øssur Dalbúð og fekk gult kort. Norðurírska liðið spældi fyri tað mesta við longum bóltin inn um verjuna, men Bogi Reinert Petersen og Bartal Eliasen vóru klárir upp á tað allar mesta. Gott uppspæl Uppspælið hjá ÍF var gott í fyrra hálvleiki. Umframt mið­ vallarevnini hjá Boga Reinert Petersen í miðverjuni, so vísti Bartal Eliasen seg eisini frá einari heldur óvandar síðu, tá hann sendi ein avlevering oman í vinstra borð til Jan Ellings­gard. Hvørki Steven Gerrard, David Beckham ella nakar annar hevði kunnu lagt hana betri, so góð hon var. Hon lýsti eisini spælið hjá ÍF í fyrra hávleiki væl. Á miðjuni høvdu Heri Nesá og Høgni Madsen takið og sleptu bóltinum væl. Framman­fyri teir vísti Ari Ellings­gaard flott teknist spæl og gott yvirblikk, tá upp til fleiri ferðir klárði at taka verj­una hjá Linfield á bóli. Í vinstru spældi Nenad Saric eisini væl og bjóðaði av, meðan Øssur Dalbúð var ein sann­ur brandur í álopinum. Vann luftdystir og var partur av uppspælinum, umframt at hann var um reppið at leggja ÍF á odda. Fyrst tá Bartal Eliasen sendi bóltin innfyri aftur eftir fríspark, men Øssur var millimetrar frá at raka bóltin. Nakað seinni kundi, og helst skuldi, Jan Ellingsgaard ÍF tók ikki av møgu­ leikanum Fuglfirðingar høvdu møguleikan at koppa norðurírska Linfield á Tórsvølli mikukvøldið, men teir gloymdu at taka av møguleikanum og standa eftir við at kalla ongum 0-1: Andrew Waterworth 68. 0-2: Philip Lowry 74. Dómari: Aleksandrs Anufrjevs, LITAVA