hósdagur 4. juli 2013síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 76 · 5. juli 2013
5
Mynd: Rebekka Rafael
at røra deiggj saman til eina køku. Hon
viðgongur tó smílandi, at tað, hon tá
gekk hægst uppí, var at sleppa at sleikja
sleivina.
Eins og nógvar føroyskar gentur var
Tóra altíð við í køkinum – bæði saman
við mammu síni og saman ommu síni.
Hon eigur nógv góð minni úr køkinum
saman við hesum báðum dugnaligu
kvinnunum.
– Nakað av tí besta eg fekk, var tá
omma bakaði drýl. Tað var so hugna
ligt, og eg elskaði at fáa hennara heita
drýl við smøri og putursukri. Tað er
framvegis nakað av tí besta, eg fái,
greiðir Tóra frá.
Tóra hevur hvørki tikið skúla ella
skeið innan kondittarí, og hon hevur
sjálv lært seg tað, sum hon ikki hevur
frá mammuni og ommuni. Tokkin til
tað søta er nokk komin inn við móður
mjólkini.
– Føroyingar eru ein køkuglað tjóð,
og eg finni nógvan íblástur til bloggin í
Føroyum. Vit kunnu takka bindiklubba
mentanini fyri allar tær góðu køkurnar,
sum allatíðina verða gjørdar í Føroyum.
Og eg haldi tað vera stuttligt at fylgja
við í tí, sum hendir har heima.
Tóra heldur, at køkur og annað søtt
er visuelt vakurt, og øll kunnu gera eina
lekra køku, um tey fylgja eini góðari
uppskrift.
– Eg vil geva lesarunum íblástur til
at leita sær í køkin og gera okkurt søtt
til hugna saman við vinum og familju
– so tey kunnu gera okkurt til tær góðu
løturnar.
Valdi tað søta framum
Tóru dámar sum heild sera væl at gera
allan mat, men tá hon gjørdi av fara
undir ein blogg, fokuseraði hon serliga
uppá tað søta fyri at avmarka seg.
– Í Danmark eru tað nógv fleiri, sum
blogga um vanligan mat enn um køkur,
so tað søta ger mín blogg eitt sindur
øðrvísi, vísir Tóra á.
Ert tú ikki brellin, tá tú klikkir inn á
Cute Carbs, ja, so verður tú tað skjótt.
Talan er nevniliga um ein sera vakran
blogg, har tað týðiliga sæst, at tað er
kelað fyri smálutunum, og køkurnar
verða vístar fram á meistarligan hátt.
Tóra viðgongur, at hon ofta nýtir
nógva tíð til bloggin – heilt upp í 15 tím
ar um vikuna. Aðrar tíðir er orkan ikki
eins stór, og tá koma arbeiðstímarnir
niður á tveir tímar um vikuna.
– Tað er ein long tilgongd, tí fyrst
arbeiði eg við uppskriftini, síðani baki
eg, taki myndir, arbeiði við myndunum,
skrivi innleggið og leggi tað á netið.
Harumframt geri eg ymiskt á sosialu
miðlunum, so tað er ein long og til tíðir
drúgv prosess frá hugskoti til blogginn
leggið er liðugt.
Tóra nýtir eisini tíð til at svara uppá
viðmerkingar frá lesarunum.
– Men hetta er eitt frítíðarítriv, so
eg bloggi, tá eg havi tíð til tað. Eg leggi
dent á, at tað skal vera hugurin, sum
drívur bloggin, tí so fáa bæði eg og
brúkarin ta bestu upplivingina.
Hóast tað mangan fara nógvir tímar
til tað, so heldur Tóra ikki, at tað er
møðsamt.
– Nei, tvørturímóti verður tað bara
stuttligari og stuttligari. Eg dugi betur
at taka myndir nú, og eg havi fleiri
royndir í køkinum. Sum eg mennist,
Bloggur stovnaður í septembur 2011
www.cutecarbs.com
Cute Carbs er eisini á sosialu miðlunum
Instagram: @frk_cutecarbs.com
Facebook: www.facebook.com/cutecarbs
Cute Carbs er eisini á Pinterest og Twitter
Cute Carbs hevur fingið umtalu í viðurkendu magasinunum:
Isabellas Countryliv, Elle.dk, Bazar og madogbolig.dk.
Er við í Bloggers Delight, sum er eitt forum fyri
bestu bloggarnar í Danmark
Mynd: cutecarbs.com
Tóra Effersøe Mortensen
32 ár
Av Tvøroyri
Býr í Keypmannahavn
Útbúgvin Journalistur
Starvast sum Digital chef á Vi Unge
Hevur køkubloggin Cute Carbs