hósdagur 4. juli 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 76 · 5. juli 2013
6
VIKUSKIFTI
mennist dygdin á blogginum eisini –
og tað sæst bæði aftur á tølunum yvir
tey vitjandi, á talinum av fólkum, sum
dáma síðuna og av fólkum, sum fylgja
Cute Carbs á Instagram.
Tóra ger næstan allar uppskriftirnar
sjálv. Hevur hon onkra hendinga upp
skrift, sum ikki er hennara, so viðmerkir
hon tað altíð.
– Onkuntíð geri eg alt heilt frá
botninum sjálv. Onkuntíð fái eg eitt
hugskot, og so brúki eg langa tíð uppá
research, har eg lesi einar 10 uppskriftir
uppá ta køkuna, eg kundi hugsað mær
at gjørt, áðrenn eg geri eg mína egnu
útgávu, sigur Tóra og leggur flennandi
afturat, – Onkuntíð riggar tað væl, og
onkuntíð fer køkan beint í skrell. Men
soleiðis er, tá man roynir seg fram og
spælir í køkinum.
Framvegis ein gleði
Tað er lætt at ímynda sær, at tá tú hevur
70.000 vitjandi um mánaðin, so leggur
tað eitt ávíst trýst á, og at bloggurin
tá skjótt kann kennast sum ein skylda,
heldur enn ein gleði.
Men soleiðis sær Tóra ikki uppá
tað.
– Nei, tað haldi eg ikki. Men sjálv
andi vil eg gera nógv fyri, at bloggurin
verður uppdateraður javnan. Ein góður
bloggari er ein bloggari, sum ikki kann
lata vera við at skriva og fortelja. Um
hugurin ikki drívur verkið, so er blogg
urin hareftir.
Tóra sigur, at hon fegin vil hava, at
tey, sum vitja Cute Carbs finna íblástur,
og tí er tað alneyðugt, at tað er greitt, at
myndirnar og uppskriftirnar eru gjørd
ar, tí Tóra veruliga hevur hug til tað.
Og íblásturin til at halda fram og
finna uppá nýtt kemur allastaðni frá.
– Eg eigi nógvar kókibøkur, sum eg
lesi úr enda í annan, umframt at eg lesi
fleiri amerikanskar bloggar. Eisini nýti
eg »Pinterest« og »Foodgawker« fyri at
finna íblástur – serliga til myndirnar.
Eg fái eisini nógvan íbástur úr Føroy-
um og føroysku bindiklubbamentatn
ini.
Men meðan køkur, sukur og kaloriur
mestsum eru banniorð í dagsins heilsu
fokuseraða samfelagi, so er Cute
Carbs ein yvirflóð av øllum tí søta og
synduga. Men Tóra hevur tó ikki fingið
nakrar viðmerkingar fyri at ganga beint
ímóti heilsustreyminum.
– Konseptið hjá mær er púra klárt –
navnið merkir jú »søtar kolhydratir«.
Eg havi ongantíð fingið nakra heilsu
fanatiska viðmerking, tí fólk vita, at tað
er tað søta, sum er í sentrum.
– Tað merkir ikki, at eg haldi, at vit
skulu eta køkur hvønn dag, men tá vit
skulu hugna okkum við einum góðum
kaffimunni og køku, so skal kvaliteturin
eisini vera í ordan, slær Tóra fast.
Tóra arbeiðir enn bara á netinum,
men hon hevur ein dreym um at geva
eina bók út við søtum syndum frá Cute
Carbs.
– Tað kostar nógv at geva eina bók
út, men um rætta tilboðið kemur, so eri
eg avgjørt klár.
Hvat kallar tú eina dessert við rabarbum,
hyllublómusaft, jørðberum, bláberum og crumble
omaná? Eg hugsi »Summar crumble«. Mær dámar so
sera væl dessertir við crumble – samanrenningina av
tí fríska og súra – og so tí broyskna toppinum.
Eitt gott prei, um tú skalt hava eina eyka leskiliga
crumble dessert, er at nýta marcipan. Hevur tú ikki
longu roynt tað, er tað eitt mást.
Uppskrift frá Cute Carbs
Síðani marsipan-deiggið:
50 gr av smøri
20 gr av sukri
40 gr av marsipani
1/2 dl av hveitimjøli
3/4 dl av havragrýni
Soleiðis gert tú:
• Elt alt tilfarið, inntil deiggið
hongur lætt saman
• Legg crumble-deiggið omanyvir fruktina,
og baka í 15-20 minuttir afturat.
Vælgagnist!
Fyrst fruktin:
100 gr av jørðberum
50 gr av bláberum
100 gr av rabarbum
1 spsk av koncentreraðari hyllublómusaft
1,5 teskeið av eplamjøli
Soleiðis gert tú:
• Sker rabarbur og jørðber í smá stykki
• Vent rabarbum, jørðberum og bláberum
í sukri, eplamjøli og hyllublómusaft
• Fyll frukt í fýra smáar tertuformar
• Baka fruktina í 15 minuttir í 190 stigum
Summar crumble
Njót leskiligu summar
dessertina, meðan hon er
flógv – og borðreið við køldum
súrróma ella róma
Myndir: Rebekka Rafael
Mynd: cutecarbs.com