Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juli 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Bjargingarbragdið hjá Alf Í seinastu Miðviku varð greitt frá bjargingarbragdi hjá Jens Petur Egholm. Beiggi hansara Alfred framdi eisini eitt minniligt bragd Óli Jacobsen Í 1932 gingu vágssluppirnar Im­ manu­el og Laura burtur í ein­um ræðu­ligum illveðri við 38 monn­ um. Í sama illveðri gekk eitt franskt skip burtur, og manningin varð bjarg­að av "Suðuroy", har skip­arin var Alfred Egholm. Suðuroy hevði eins og nógvar aðrar sluppir verið heima og landað. Væl lá fyri hjá skiparanum Alfred Egholm, vanliga nevndur Affi, at fáa fisk. Teir vóru nú á veg av stað aftur og vóru komnir norður á Funning eftir funningsmonnum, sum skuldu við. Mamma Alfred var úr Funn­ingi, tí kendi hann so væl funn­ings­ menn. Meðan teir liggja har, fall baro­ metrið nógv fyri umrødda ódnar­ veður. Nógvir eingilskir trolarar vóru komnir inn á Funningsfjørð at kroka. “Suðuroyggin” fór av Funningi, hóast henda lága barometurstand. Orsøkin var tann, at skiparin hevði droymt, at eitt skip var í havsneyð vestur úr Føroyum. Og so var. Teir komu fram á skipið í evstu løtu og fingu bjargað manningini. Tá ið “Suðuroyggin” kom aft­ur av Suðurlandinum, fekk “Dimma­ lætt­ing” Alfred Egholm at greiða frá tilburðinum, og sigur hann so­ leiðis frá: Á fyrrapartsvaktini tann 12. apríl um middagsleitið sóu vit eitt skip um leið tvær strikur til stýriborð. Tað tóktist at skifta kós í heilum. Eg sá skjótt, at okkurt var áfatt við skipinum, men vit sigldu okkara kós og høvdu somu ferð. Brádliga sóu vit, at skipið hevði neyðflaggið á stong, og settu vit tí kós beint ímóti tí. Nú sóu vit, at tað var ein fronsk skonnart, sum bar navnið “Marcel Rene”. Vit sóu eisini, at hvør maður var á dekkinum og sveiggjaðu við ørmunum. Vit sigldu so nær, at teir kundu preia, og tann franski skiparin rópti: ”Kom um borð, skipið er um at søkka undan okkum.” Vit vóru skjótir at seta bátin út, og sjálvur fjórði fór eg í bátin og róði yvir til fransmannin. Tað gekst so toluliga, hóast tað var ógvu­liga tungur sjógvur. Vit komu upp á síðuna av skipinum. Eg og ein av bátsmanningini lupu upp á dekkið á fransmanninum, og fóru vit báðir niður í kahúttina saman við tí franska skiparanum. Hann tosaði við okkum um skaðan, ið skipið hevði fingið. Tað lak illa har afturi, og tað hoyrdist, hvussu sjógvurin rann inn í tað. Eisini var róðrið brotið. Kolkjallarin var fullur av sjógvi. Motorurin gekk enn, og lensipumpan var í lagi. Áðrenn vit høvdu verið nógvar minuttir um borð, vaks hann vind­ in, so har var einki at gera enn at sleppa sær av skipinum og bjarga fransmonnunum. Tað var ikki høvi til at taka nakað av týdningi við sær, bara onkran smálutin. Eftir at vit vóru komnir um borð á “Suðuroynna” aftur í øllum góð­ um, og fransmaðurin enn ikki var sokkin, bíðaðu vit einar fimm tímar, áðrenn tað sakk. Tá ið skipið fór undir, græt tann franski skiparin. Kósin varð so sett vestureftir, og ættin var frískur vindur av út­synn­ ingi suðri. Hósdagin tann 14. apríl kl. sjey um morgunin komu vit inn í Vest­ mannaoyggjarnar, og tá ið vit komu inn um pierin, sóu vit, at eitt franskt vaktarskip lá fyri akkeri á vágni. Vit preiaðu tað og lótu síðani akkerið falla. Ein bátur kom um borð til okk­ ara, og førdi hann ta bjarg­aðu manningina um borð á frans­mann­ in. Eg og ein av manning mín­ari fóru við um borð. Har var hugt at skips­dagbókini og øðrum pappír­ um, og eisini varð ein frá­greiðing skri­v­að. Um middagsleitið fór vaktar­ skipið av stað, tað skuldi á Reykja­ vík." Fekk heiðursmerki Tann franski sendimaðurin í Reykja­vík, de Fonteney at navni, sendi eitt skriv til reiðaran á “Suður­oynni” frú Ebbu Müller. Í hesum skrivi segði hann, at hann hevði hitt skiparan á tí franska vaktarskipinum, og at hesin í rósandi orðum hevði greitt honum frá tí dirvi og sjómansskapi, ið skip­ari og manning á “Suðuroynni” høvdu sýnt, tá ið teir bjargaðu mann­ingini á “Marcel Rene”. Hann segði, at tað var eitt satt bragd at bjarga fransmonnunum av tí søkkandi skipinum og yvir á “Suður­oynna” í tí tunga sjógvi, ið tá var. Hann var hugtikin av skip­ ar­anum á “Suðuroynni”, sum hann helt vera ein rættan sjógarp, ið dugdi sín sjómansskap út í æsir. Harumframt sigur de Fontenay, at hann skilti á skiparanum á bjargingarskipinum, at hann ætlaði at mæla tí franska statinum til at lata skiparanum á “Suðuroynni” eina almenna viðurkenning. Hana fekk hann eisini. Í 1933 fær Alfred eitt skriv dagsett 6. mars 1933 frá tí franska flotamálaráðnum, ið takkaði honum fyri avrikið , tá ið hann bjargaði fransmanninum tann 12. apríl 1932. Eisini fekk hann heið­urs­merki, fyri bragdið, sum hann hevði útint. Eftirmæli Alfred Egholm doyði í 1972, 69 ára gamal. Georg L Samuelsen skrivaði m.a. í Dimmalætting: Hóast Alfred ongantíð var mað­ ur av mongum orðum, nýttist mær ikki at plága heilan fyri at finna uppá nakað at práta um. Millum vinmenn gjøgnum tey mongu ár kemur slíkt av sær sjálvum. Og eftir at hava prátað við Affe, fór eg ongantíð frá honum tungur í sinni. Alfred var av góðum bergi brotin. Hann vaks upp í einum heimi, har tann regla altíð galt sum hekk uppi yvir køkshurðini heima, har mong vóru børnini, at "arbeiðið er eitt vælsignilsi". Har í húsinum lærdu tey ungu av fyridømi foreldra, og tað var einki sum æt at taka sær av løttum. Eingin kom út haðani full­ floygdur uttan at ásanna ar­beiðs­ gleðina. Hugur hansara stóð tíðliga til sjógvin og rokkin aldurin at fáa prógv, gjørdist hann skipari á slupp, sum sigldi íslandssjógv. Og vildi inn ímillum so til, at hann ikki leitaði tann vegin, róði hann út við róðrarbáti á vanligum út­ róð­rarleiðum úr Havnini, ella eisini við motorbáti vestur um, ella tá ið líkindi vóru, út á Bankan. Eftir 2. heimskríggið lat Alfred byggja í Danmark línubátin "Sonja Egholm", uppkallaður eftir dóttrini. Tá á døgum var einki sum æt, at landið fíggjaði bróðurpartin bæði við lánum og beinleiðis studningi, so peningaliga byrðan var rættiliga tung at lyfta í slíkum føri. Men hann leit á "mátt sín og megi", sum Janus skald kvað á sinni. Og tó at byrð­in var tung at standa undir, stóð hann undir henni til eitt synd­ ar­ligt óhapp undir landing í út­ londum, sum óforskylt kom hon­ um undir so stórt endurgjald fyri eingilska líkasælu, at raksturin ork­ aði hetta ikki og skipið glapp hon­ um av hondum. Teir høvdu fing­ið óbrúkiligar lossigreiðir frá landi av. Umframt hetta misti hann sonin Eyvind á hesum sama túri. Hann datt í dokkina og varð ikki aftur­ funnin. Onkur annar vildi tikið sær hend­an bakbrest so nær, at hann sum í Ibsens sorgarleiki "Vill­dunn­ an", gjørdist ein annar gamli Ekdal. Men Alfred var ikki av tí slagnum, sum fær mønubrest av einum lívs­ dreymi, sum brast. Hann átti heim­ anífrá tann lívsarv, sum mølur og rustur ikki ber ígjøgnum. Hann fór við treysti undir lagnuna, gjørd­ist útróðrarmaður burturav á øðr­ um sinni, og tá ið líkindi ikki vóru at røkja sjógvin og annað ar­beiði beyðst, tók hann við hes­um møgu­ leikanum við báðum hond­um. Viðurkenningin saman við krossinum, sum Alfred fekk frá franska flotamálaráðnum. Alfred Egholm V.f. Alfred, Erika, kona hansara, Hendrik, Hjørdis og Einar Mohr, sum var giftur við Amaliu, syst Alfred