fríggjadagur 5. juli 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hann gjørdist útróðrarmaður og
stundum lossingarmaður og fekk
væl burturúr.
Alfred var ein av teimum góðu
havnarmonnunum, sum í navni
og verki vísti aftur øllum bríksli til
Havnina um, at her vóru tað skriv
stovur, sum ríkaðu upp býin, ikki
sjógvurin. Hann var havnarbarn,
sum fullgott prógvaði, at Havnin
hevur verið før fyri at upptaka
sjómenn, sum søgn kann ganga
frá, og øll vit sum virða gott verk á
sjógvi og landi níga høvur við grøv
og minni hansara.
Sofus í Rituvík:
Ásigldir av trolara
Sofus Højgaard í Rituvik var giftur
við Helenu, systir Alfred, kend sum
jarðarmóður. Tað verður mett, at
hon hevur tikið móti 4.000 børnum
í Havn, tey flestu fødd heima.
Helena hevur givið eitt serligt
íkast til føroyska lagnusøgu. Í 1920
gekk Kristina, sum Kjølbro júst
hevði keypt, burtur undir Íslandi, og
tað hevur ikki verið heilt greitt hvat
ið hendi. Men einaferð hittir Helena
ein enskan sjómann, sum var inn
lagdur á hospitalinum í Havn.
Hesin greiðir Helenu frá, at hann
var við trolara, sum sigldi Kristinu
niður, og at skiparin noktaði at
bjarga manningini. Skiparin var tá
deyður, tí kundi hann nú greiða frá
hesum.
Sofus var einkjumaður, tá ið
hann giftist við Helenu, og hann
átti trý børn í hvørji giftu.
Sofus var føddur í 1882. Í 1899 fór
hann til skips við Lalla Rohk hjá
Jens Mohr.
Í 1921 keypti hann úr Svøríki
Cathrine, uppkallað eftir fyrru kon
uni. Sofus førdi hana fyrstu árini
1922-24, og so aftur í 1928.
Hetta vár varð hon sigld niður av
einum enskum trolara. Hetta várið
fóru nógv skip at rigga tíðliga til at
fara á Suðurlandið, og teir fyrstu
fóru í februar.
Vanlukkan hendi 17. mars, tá teir
vóru staddir á Selvogsbankanum.
Teir fingu nógvan fisk hendan dag
in. Knappliga síggja teir ein trolara,
sum stevnir beint ímóti teimum,
men teir ivaðust ikki í, at trolarin fór
at halda av, soleiðis sum hann átti
at gera. Men tað gjørdi hann ikki.
Róðursmaðurin á trolaranum hevði
einki varnast, hvat var at henda,
fyrr enn í seinastu løtu, men tá var
ov seint. Hann sigldi við fullari ferð
inn á stýriborðsbógv á Cathrinu og
sorlaði alt forskipið inn móti skei
lettinum. Tað eydnaðist sum við
einum undri allari manningini at
koma umborð á trolaran, áðrenn
Cathrina sakk.
Ein av manningini var Einar
Einarsson, íslendingur, búsettur í
Rituvík. Hann var sanndroymdur.
Hendan dagin tók hann, komin úr
koyggjuni, klædnasekkin við upp
á dekkið og setti hann hjá sær, har
hann stóð og fílaði. Spurdur hví,
svaraði hann aftur, at ”í dag verða
vit yvirsigldir av einum trolara.”
Rætt var. Tá ið hann sá trolaran,
segði Einar: ”Hatta er hann.” Hann
var fyrsti maður við pjøkanum upp
á dekkið á enska trolaranum aftaná
samanstoytin.
Trolarin, sum kallaðist Soranus,
var á heimveg við fullari last og
vildi sleppa at seta manningina á
Cathrinu av í Føroyum. Hetta vildi
Sofus ikki, og hann bað um at farið
varð til Reykjavíkar við manningini.
Her var sjóforhoyr, og bretski skip
arin átók sær alla ábyrgdina av
samanstoytinum.
Sama ár keypir Sofus Mignonette,
eisini úr Svøríki. Svágurin Dess
gjørdist skipari, sum áður greitt
frá. Í 1937 var Sofus bestimaður á
Mignonette, og hetta var seinasta ár
hann var burtur. Hann seldi skipið í
1946 inn á Strendur.
Sofus átti eisini Reykjanes, sum
hann keypti í 1929, eisini úr Svøríki.
Men 1. september 1936 sigldi hon
á ein flúr við Føroyingahavnina.
Stoyturin var so harður, at skipið
gjørdist vrak. Menn mannskaði var
eingin. Sofus andaðist í 1957.
Petur próst
Ein svágur var Petur Dahl (1912-
1981), sonur Mariu og Jákup Dahl,
próst, og abbasonur kenda tón
leikamannin bakar Hansen. Petur
var vanliga kallaður Petur próst.
Hann giftist við Petronellu, systir
Alfred og Jens Petur Egholm.
Tá ið Petur doyði skrivaði Ove
Mikkelsen í Vági og Leif Waag
stein um Petur sum sannan fram
burðsmann á fiskivinnuøkinum.
Av yrki var Petur sjómaður, tók
maskinmeistaraprógv í ungum ár
um og sigldi nógv ár sum meistari.
Framskygdur, sum hann var all
ar dagar, var hann ein av teimum
fyrstu sum saman við vini sínum
Christian Holm Jacobsen trúði upp
á sildina og dugdi hann at síggja,
hvønn ovurhonds stóra týdning
hesi stovnur kundi vera fyri okkara
samfelag.
Í 1940 fór Petur við “Sonnu” til
Amerika at keypa eitt farmaskip
til p/f Uvak. Hann leyk fult og heilt
sína uppgávu, men aðrar umstøður
gjørdu, at skipið kortini ikki varð
keypt.
Hann keypti eftir kríggið fleiri
sluppir, sum hann hevði eina tíð.
Men hansara stóra virksemi inna
fiskivinnuni kom at liggja á landi.
Petur gjørdist skipasýnismaður og
gjørdi ein av fremstu álitismonnum,
eisini tá menn av álvara fóru at
byggja stállínuskip seinnapartin
av 1950-unum.
Í 1957 var Ognarfelagið sett á
stovn við tí endamáli at skipa fyri
bygging av línuskipum, og Petur
fekk serloyvi frá teimum stovn
um hann arbeiddi fyri, at vera
álitismaður hjá Ognarfelagnum,
sum læt byggja 22 skip m.a. í Frak
landi og Eysturtýsklandi. Serliga
hesi skip hevði Petur nógv við at
gera, og her prógvaði hann eisini
hvør álitismaður, hann var. Hann
kundi verða spurdur um stórt
sæð alt innan sítt øki, og hann
svara nærum øllum. Hann fekk
eisini viðurkenning fyri sín dugna
skap frá hesum útlendsku skipa
smiðjunum.
red Egholm
Komandi partur
Í komandi Miðviku verður ein
samrøða frá 1904 við Jørgen
á Nesi, eisini ein kendur
sjógarpur
Miðvikan
Eyvind, sonur Alfred, sum
druknaði í Aberdeen
Helena og Sofus í Rituvík
Manningin á Cathrinu eftir at
teir komu til Reykjavíkar:
1.Niclas Johannesen, Nes
2.Hans Sigurð Joensen, Skúvoy
3.Klæmint Poulsen, Skúvoy
4.Óla Jákup Joensen, Skúvoy
5.Hans Martin Rasmussen,
Norðskála
6.Jóan Jákup Poulsen, Skúvoy
7.Meinhard Joensen, Skúvoy
8.Hans Dam, Havn
9.Hans Jákup Arge, Argir
10.Andreas Johannesen, Nes
11.Andreas Andreassen, Oyrarbakka
12.Alfred Andreassen, Oyrarbakka
13.Dánjal Arge, Argir
14.Edvard Gjoveraa, Havn
15.Sofus Højgaard, skiparin
16.Hans Anthoniussen, Morskranes
17.Símun Johannesen, Nes
18.Hans Michael Djurhuus, Selatrað
Á myndini eru ikki: Jóan
Hendrik Poulsen, Skúvoy, Einar
Einarsson, Rituvík og Johan
Højgaard, sonur Sofus
Sonja Egholm, sum Alfred uppkallaði eftir dótrini