fríggjadagur 5. juli 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast til samans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari
umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har
starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskiftið og samskiftið við borgaran høgt. Hetta fyri
at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Býararkitektur
HEVUR TÚ HUGFLOG OG
TORIR TÚ AT HUGSA NÝTT?
ERT TÚ TANN MIÐVÍSI LEIÐARIN TIL EITT
AVBJÓÐANDI OG FJØLTÁTTAÐ STARV VIÐ STÓRARI
ÁBYRGD OG NÓGVUM TÝÐANDI UPPGÁVUM? HEVUR
TÚ HUGFLOG OG TORIR TÚ AT HUGSA NÝTT?
So ert tú møguliga tann rætti persónurin til starvið
sum býararkitektur í Tórshavnar kommunu.
VIRKISØKIÐ HJÁ BÝARARKITEKTINUM
Býararkitekturin er deildarleiðari á
býarskipanardeildini og er bygnaðarliga undir
tekniska stjóranum.
Deildin umsitir m.a. kommunuplanin, býar-/
lendisskipanarlig viðurskifti og arkitekturpolitikk
kommununnar.
TÍTT ÁBYRGDARØKI
Talan er um fjølbroytt og avbjóðandi starv.
Týdningarmestu uppgávurnar eru m.a. at:
• leiða og samskipa arbeiðsøkini undir býar skipanar-
deildini og hava umsitingarligu og fíggjarligu
ábyrgdina av økinum um hendi
• arbeiða tætt saman við stjórn kommununnar
og politiska myndugleikanum um framhaldandi
menning av kommununi
• arbeiða tætt saman við øðrum deildum til tess
at tryggja eitt dygdargott tvørgangandi samstarv
• tryggja, at býarskipanardeildin hevur gott samskifti
við borgaran, viðskiftafólk og landsstovnar
Býararkitekturin fyrireikar saman við tekniska
stjóranum øll mál á økinum hjá deildini til
politiska støðutakan.
ÚTBÚGVING OG ROYNDIR
Umsøkjarin skal hava útbúgving sum arkitektur,
skal hava leiðslu- og fyrisitingarligar royndir og
harumframt kunnleika til býarskipanarlig viðurskifti.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett og lønt sum deildarleiðari
sambært akademikara sáttmálanum.
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og
upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera
Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn,
ella torshavn@torshavn.fo, í hendi í seinasta lagi
mánadagin 8. juli 2013, kl. 12.00.
Merkið umsóknina „Býararkitektur“.
MEIRI FÆST AT VITA
Les meiri um starvið og útgreinaðan starvsprofi l
á starvstorginum á www.torshavn.fo. Meiri fæst
eisini at vita um starvið við at venda sær til Jákup
Egholm Hansen, tekniska stjóra, ella Ingibjørg Berg,
kommunustjóra á telefon 302010.
tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er landsins størsta kommuna. Í kommununi starvast til samans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari
umsitingini. Vit leggja sera stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava eina nútímans og opnan leiðsluhátt, har
starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskiftið og samskiftið við borgaran høgt. Hetta fyri
at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Leiðari til
verkætlanardeildina
HEVUR TÚ SLAGKRAFT OG TORIR
TÚ AT TAKA AVGERÐIR?
ERT TÚ TANN MIÐVÍSI LEIÐARIN TIL EITT
AVBJÓÐANDI OG FJØLTÁTTAÐ STARV VIÐ STÓRARI
ÁBYRGD OG NÓGVUM TÝÐANDI UPPGÁVUM? HEVUR
TÚ SLAGKRAFT OG TORIR TÚ AT TAKA AVGERÐIR?
So ert tú møguliga tann rætti persónurin til starvið
sum deildarleiðari fyri verkætlanardeildini hjá
Tórshavnar kommunu.
VIRKISØKIÐ HJÁ LEIÐARANUM Á
VERKÆTLANARDEILDINI
Talan er um nýstovnað starv. Verkætlanardeildin er
bygnaðarliga undir tekniska stjóranum.
Deildin umsitur m.a. byggi- og anleggsverkætlanir hjá
kommununi og hevur ábyrgd av viðlíkahaldi og rakstri
av bygningum, sum kommunan eigur ella leigar.
TÍTT ÁBYRGDARØKI
Talan er um fjølbroytt og avbjóðandi starv.
Týdningarmestu uppgávurnar eru m.a. at:
• leiða og samskipa arbeiðsøkini undir
verkætlanardeildini og hava umsitingarligu
og fíggjarligu ábyrgdina av økinum um hendi
• arbeiða tætt saman við stjórn kommununnar
og politiska myndugleikanum um verkætlaninar
hjá kommununi
• arbeiða tætt saman við øðrum deildum til tess
at tryggja eitt dygdargott tvørgangandi samstarv
• tryggja, at verkætlanardeildin hevur gott
samskifti við borgaran, viðskiftafólk, ráðgevarar,
arbeiðstakarar og aðrar myndugleikar
Leiðarin á verkætlanardeildini fyrireikar saman við
tekniska stjóranum øll mál á økinum hjá deildini til
politiska støðutakan.
Útbúgving og royndir
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving frá hægri
læristovni og leiðslu- og fyrisitingarligar royndir.
Umsøkjarar við hollum kunnleika innan byggiløgfrøði,
fíggjarstýring av byggiverkætlanum og viðkomandi
KT skipanir hava fyrimun.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett og lønt sum deildarleiðari sambært
akademikara sáttmálanum.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og
upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera
Tórshavnar kommunu, postboks 32, 110 Tórshavn,
ella torshavn@torshavn.fo, í hendi í seinasta lagi
mánadagin 8. juli 2013, kl. 12.00.
Merkið umsóknina „ Deildarleiðari fyri verkætlanar-
deildina“.
Meiri fæst at vita