Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juli 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 havt spælt bóltin innfyri, tá ÍF vóru tríggir móti tveimum í brotsteiginum. Hann valdi skjóta og málmaðurin fekk hondina á bóltin. Tað broytti liðið nakað, tá Hanus Thorleifsson mátti av vøllinum við skaða í aftaná ein hálvan tíma. Inn kom Alexandar Jovevic og Heri Nesá varð fluttur út á vongin. Linfield tekur yvir Hallgrím Gregersen tók við eftir Jákup Mikkelsen í mál­ inum hjá ÍF. Tíðliga í seinna hálvleiki var hann maðurin, sum helt ÍF í dystinum. Tvær ferðir stórbjargaði hann, tá spælarar hjá Linfield blivu púra leysir. Linfeld setti seg nú á dystin og miðskeiðis í seinna hálv­leik legði hann Linfield á odda. Eftir hornaspark fær ÍF verjan ikki ruddað vekk og tað endar við at Andrew Water­worth blívur leysur og prikar bóltin framvið Hallgrími Gregersen í mál­ inum til 1-0. Nú misti ÍF av álvara takið á dystinum seks minuttir seinni økti Philip Lowry, tá hann ov lættliga slapp at venda sær í brotsteiginum. Bogi Reinert Petersen, sum van­liga spælir á miðvøllinum, varð snýttur og so var 2-0. Móti endanum gjørdist dyst­urin opin og tað kundi enntá havt blivið 3-0. Í hinum endanum megnaði ÍF ikki at leggja Linfield undir nakað trýst, men kom til onkran møgu­leika. Millum annað rakti Høgni Madsen stongina eftir frísparksinnlegg, meðan inn­skiftið Jákup Johansen var um at blíva leysur, men verju­spælarin fekk kroppin í millum. Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð var ongin ivi um, at ÍF hevði split sær ein góða møguleika at fáa fyrsta sig­ur­in í Evropa, men tók ikki av. Bartal Eliasen, liðskipari hjá ÍF, vildi ikki avskriva møgu­leikan at fáa eitt gott úrslit í Norðurírlandi, meðan Albert Ellefsen iðraði seg um málini hjá Linfield, sum hann metti vóru ov bílig. trondur@sosialurin.fo ítróttur Tí var Dánjal ikki í hópinum UEFA reglurnar siga, at eitt lið bara kann gera eina broytin stutt undan dystinum í Europa League hópinum. Her var ÍF tvungið at taka ein eykamálmann inn og tí var ikki møguligt hjá heimvenda Dánjali á Lakjuni at verða í hópinum. Jonathan Tuffey: 4 Fekk seg ikki so nógv roynd, men tók tað hann skuldi taka sær av. Sá út til at hava ein minni trupulleika við innleggum, men helt málið reint. James Erwin: 2 Hevði stórar trupulleikar í fyrra hálvleiki av Jan Ellingsgaard og Nenad Saric í fyrra hálvleiki, men spældi seg upp í seinna hálvleiki. William Burns: 3 Hevði somuleiðs trupulleikar í fyrra hálvleiki og endaði við at fáa eitt gult kort, tá hann feldi Øssur Dalbúð. Michael Gault: 3 Sá í løtum út sum ein 3.deildarspælari, men skal eiga, at hann vann tær týdningarmiklastu nærdystirnar, tá hann stóð einsamallur við ÍF spælara. Matthew Clark: 3 Lukkaði rímiliga væl av í høgru síðu hjá ÍF, sum ikki var eins framrættað sum vinstra síða. Hevði av tí sama eisini betri arbeiðs umstøður. James Knowles: 4 Var millum betru spælararnar á Linfield liðnum. Spældi mitt á miðjuni og tók sær av deyðbóltunum. Spældi einum hægri stigi enn teir flestu av hinum. Brian McCaul: 3 (Út 60.) Stríddist á miðjuni, men misti nógvar boltar og megnaði ongantíð at seta seg á dystin. Var útskiftur eitt korter inn í seinna hálvleik Michael Carvill: 3 Spældi á høgra miðvøllinum, men vísti millum lítið og einki í fyrra hálvleiki. Men spældi seg upp í seinna seinna hálvleiki. Aaron Burns: 3 Spældi soleiðis nøkunlunda á vinstra vonginum, men tað var sjáldan at hann fekk pláss aftanfyri Fritleif í Lambanum, sum lukkaði væl av. Matthew Tipton: 2 (Út 64.) Fekk ein av stóru møguleikunum í fyrra hálvleiki, men vísti at kalla einki meir enn tað. Royndi at provokera eitt sindur, men stóð veikur í myndini. A. Waterworth: 4 (Út 73.) Besti maðurin á vøllinum. Var ein støðug hóttan móti ÍF verjuni, men sá út til líka at skula vejna seg við graslíki, áðrenn kom fyri seg. Skoraði eitt mál og kom til ein veldigan møguleika, sum Hallgrím bjargaði. Jamie Mulgrew: 4 (Inn 60.) Spældi fínt á miðvøllinum og hevði meiri at bjóða upp á enn undanmaðurin. Hevði eisini ein frálíka skotroynd. Peter Thompson: 3 (inn 64.) Var við til at trýsta ÍF verjuna og gjørdi sum heilt eitt fínt innhopp. Philip Lowry: 4 (Inn 73.) Kom inn og skoraði mál. Spældi eins og hinir innskiftarnar væl tað løtuna hann var inni. Avrik: tøl 1 til 6 PLUSS: ÍF vísti í fyrra hálvleiki gott, skjótt og teknist spæl. Tað var hugaligt at síggja hvussu væl spælið koyrdi. Frá verjuni og fram til fremsta mann. Tað restaði lítið í, at fólk í dag bara høvdu tosað um góða ÍF spælið og ikki, menn sum eri í feriu. Brendi málmøguleikarnir og so spælararnir, ið resta í. Tað er eitt óheppið singal at senda út, at helmingurin av liðnum manglar til dystir í Evropa. Myndir: Álvur Haraldsen Bæði núverandi for­mað­ urin, Magnus Jørmundsson, og fyrrverandi formaðurin, Ólavur Larsen, sum hevur gjørt flestu av avtalunum, hava vart støðuna, sum ÍF er komið í. Teir siga við ein munn, at tóku teir ikki av treytunum hjá eitt nú Clayton Soares og Jákup Mikkelsen, so er óvist um hesir spælararnir høvdu verið í felagnum í dag. Her vísa báðir á, at lands­kappingin er lang og fleiri av hesum monnum hava familju og hava víst fótbóltinum størsta ans at kalla alt fótbóltslívi. – Tit mugu eisini skilja spælararnar, segði Ólavur Larsen í tíðindinum á Rás2. Báðir siga, at teir høvdu gjørt somu avtalu um teir komu í somu støðu aftur. Tað kemur óiva nógv kjak at standa av hesum í næstum. ÍF var til dystin uttan Jákup Mikkelsen, Poul Mikkel­sen, Leivur Joensen, Høgna Zachariasen og Clayton Soares, og orsaka av tí bara heldur ikki til at fáa inn­limað heimvenda Dánjal á Lakjuni í Europa League hópin. Sostatt manglaði ÍF ikki færri enn seks spælarar til ein so týdningarmiklan dyst, sum kundi givið felag­ num nógvar pengar í kass­ an og fleiri altjóða royndir. Hetta hevur elvt til kjak millum fótbóltsáhugaði. Bæði viðmerkjarin hjá Kring­varpinum, hjalpar­ venj­arin á landsliðnum Jóannes Jacobsen, og Helgi L. Petersen, sum var við­merkjari hjá Rás2, hildu lítið um raðfestingina hjá spæl­arunum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at spælarar ikki rað­ festa dystir í Evropa hægst, ella líka høgt sum dystir í lands­kapp­ingini, men hetta er nokk fyrstu ferð, at avleiðingin hevur verið so stórt, tí ÍF hevði allar møgu­leikar at vinna dyst­ in. Tað ásannaði Albert Ellefsen eisini eftir dystir. Formenn greiða frá støðuni Feria ella Europa League? ÍF: Hallgrímur Gregersen Hansen - Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen, Bogi Reinert Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard - Heri Nesá, Høgni Madsen (Arnhold Kristiansen, 90.) - Hanus Thorleifsson (Aloeksandar Jovevic, 28.), Ari Ó. Ellingsgaard, Nenad Saric (Jákup Johansen, 73.) - Øssur Dalbúð Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jákupsson Hjerrild, P. Petersen, Toftegaard Gult kort: Bartal Eliasen, Bogi Reinert Petersen, Øssur Dalbúð Linfield: Tuffey - A. Burns, Erwin, B. Burns, Clarke - McCaul (Mulgrew, 60.), Gault, Knowles - Waterworth (Lowry, 71.) - Tipton (Thompson, 64.), Carwill Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ross Glendinning, Armstrong, Quinn, McAllister Gult kort: Gault, B. Burns