Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juli 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. juli 2013 · Nr. 76 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 28 Í dag Sunnudagin lufttrýstið í morgin Tað verður stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av útsynningi, 10-15 m/ sek. Vindurin minkar niður í gul til stívt andøvsgul, og hann verður sunnan í ættini, 5-10 m/ sek. Tað verður turt fyri tað mesta og nakað av sól. Í kvøld og í nátt veksur vindurin aftur upp í strúkur í vindi ella skrið, 13-18 m/ sek. Hitin fer at liggja um 10 stig. Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13-18 m/ sek. Sunnunáttina minkar hann vindin nakað. Fyrst verður skýggjað veður, men seinni verður klárari, og stundum sær sólin. Hitin fer at liggja millum 9 og 13 stig. Stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av útsynningi, 10-15 m/ sek., sum seinni minkar niður í gul til stívt andøvsgul og snarar í ein sunnan. Um morgunin verður okkurt regnæl, men annars verður turt og nakað av sól. Mánanáttina verður skýggjað veður við regni. Tað verður andøvsgul upp í strúkur í vindi av suðri. Hitin fer at liggja millum 10 og 13 stig. 7-10 m/s 7-12 m/s 13-18 m/s 13-18 m/s 10-15 m/s 10-15 m/s 8/12°C 9/13 °C 10/13 °C Sildavalsurin Roynt verður at finna eina »eleganta« loysn á sildakreppuni við ES Mið­býur­ in í Havn skal eyg­ leiðast - Nú er nóg mikið, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum nú hevur fingið loyvi frá Dátueftirlitinum at seta upp vakmyndatól í býnum. - Tað kann ikki bera til, at okkara felags ognir ikki fáa frið, og tá herverk eisini verður framt á tað, sum býurin hevur í varðveitslu frá øðrum, so kann tað vera nóg mikið. So nú skal fyribyrgjast og uppklárast, sigur borgarstjórin. Kommunan hevur fingið loyvi frá Dátueftirlitinum at seta upp vakmyndatól í við standmyndirnar, sum eru ymsastaðni í býnum. Endamálið er at fyribyrgja og uppklára lógarbrot. Talan er um eina fyribils skipan, sum varar til 25. august, tá ein eftirmeting verður gjørd. - Talan er um eina sjálvvirkandi skipan. Hendir nakað revsivert, so hevur løgreglan heimild at síggja upptøkurnar á staðnum og harvið uppklára møgulig lógarbrot, sigur borgarstjórin, sum vísir á, at nógvu herverkini í seinastuni hava lagt trýst á kommununa at gera nakað. - Tað er ótrúliga keðiligt at skula noyðast at brúka tílíkar skipanir. Men skipanin er nú góðkend av Dátueftirlitinum sum ein roynd í eina tíð, og øll neyðug fyrilit eru tikin fyri at tryggja privatlívinum hjá borgarunum. - Okkara vón er, at skipanin fer at virka fyribyrgjandi í so stóran mun, at tað ikki verður neyðugt at royna hana í rættarskipanini í praksis, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Vakmyndatól skulu millum annað forða fyri hesum