Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juli 2013síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 76 · 5. juli 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Um tú brellast eftir onkrum leskiligum, so er køkubloggurin hjá Tóru Effersøe Mortensen eitt gott mið. Tað halda í øllum førum tey 70.000 vitjandi, sum hvønn mánað vitja síðuna «Cute Carbs«, har Tóra á hegnisligan hátt vísir síni bakikynstur – og enn betur – har hon eisini greiðir frá, hvussu tú kanst gera henni køkurnar eftir. Suksé frá byrjan – Cute Carbs bleiv til, tí eg fegin vildi hava mína egnu heimasíðu, sum eg kann ganga og hugna mær við, tá eg ikki eri til arbeiðis. Eg vildi hava eitt projekt, sum var 100 prosent mítt egna, sigur Tóra. Hon greiðir frá, at hon hevur stóran áhuga fyri online miðlum, og tað er eisini partur av hennara dagliga starvi. Hon starvast nevniliga sum digitalur stjóri á einum ungdómsblaði. Tóra byrjaði at blogga í september 2011, men longu fýra mánaðir seinni – í januar 2012 – var Cute Carbs blivin ein partur av bloggaranetverkinum »Bloggers Delight«, har nakrir av bestu blogg­arunum í Danmark eru savnaðir. – Og so gekk tad skjótt! Eg fekk fleiri og fleiri vitjandi, og mín egni áhugi fyri at blogga vaks eisini tilsvarandi. Í dag eru yvir 70.000 vitjandi inni hvønn mánað. – Tað er púra vilt, at so nógv lesa um mín sukursøta kærleika - og tað gevur mær blóð á tonnina til at gera Cute Carbs enn størri. Stóra talið av vitjandi á Cute Carbs dregur eisini lýsarar, og tað ger, at hóast hon ikki verður rík, so hevur Tóra heldur ongar útreiðslur av blogginum. Uppvaksin við góðari matgerð Tóra var heilt lítil, tá hon slapp at dálka sínar smáu hendur við deiggi og bakstri í køkinum heima á Tvøroyri. Í stórum fyriklæði plagdi hon eisini at sita við køksborðið hjá ommuni og stríðast við Hugurin drívir bloggin 70.000 vitjandi hvønn mánað. Tað vísa tølini fyri bloggin »Cute Carbs« hjá Tóru Effersøe Mortensen av Tvøroyri, sum bloggar um køkur, dessertir og sukursøtan kærleika. Hon ger uppskriftirnar sjálv og er siterað í fleiri av kendastu donsku lívsstílsmagasinunum. – Eg vil fegin geva íblástur, so fólk kunnu gera sær okkurt søtt til tær góðu løturnar, sigur Tóra Mynd: Rebekka Rafael