Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-05, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juli 2013síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 76 · 5. juli 2013 5 Mynd: Rebekka Rafael at røra deiggj saman til eina køku. Hon viðgongur tó smílandi, at tað, hon tá gekk hægst uppí, var at sleppa at sleikja sleivina. Eins og nógvar føroyskar gentur var Tóra altíð við í køkinum – bæði saman við mammu síni og saman ommu síni. Hon eigur nógv góð minni úr køkinum saman við hesum báðum dugnaligu kvinnunum. – Nakað av tí besta eg fekk, var tá omma bakaði drýl. Tað var so hugna­ ligt, og eg elskaði at fáa hennara heita drýl við smøri og putursukri. Tað er fram­vegis nakað av tí besta, eg fái, greiðir Tóra frá. Tóra hevur hvørki tikið skúla ella skeið innan kondittarí, og hon hevur sjálv lært seg tað, sum hon ikki hevur frá mamm­uni og ommuni. Tokkin til tað søta er nokk komin inn við móður­ mjólkini. – Føroyingar eru ein køkuglað tjóð, og eg finni nógvan íblástur til bloggin í Føroyum. Vit kunnu takka bindi­klubba­ mentanini fyri allar tær góðu køkurnar, sum allatíðina verða gjørdar í Føroyum. Og eg haldi tað vera stuttligt at fylgja við í tí, sum hendir har heima. Tóra heldur, at køkur og annað søtt er visuelt vakurt, og øll kunnu gera eina lekra køku, um tey fylgja eini góðari upp­skrift. – Eg vil geva lesarunum íblástur til at leita sær í køkin og gera okkurt søtt til hugna saman við vinum og familju – so tey kunnu gera okkurt til tær góðu løturnar. Valdi tað søta framum Tóru dámar sum heild sera væl at gera allan mat, men tá hon gjørdi av fara undir ein blogg, fokuseraði hon serliga uppá tað søta fyri at avmarka seg. – Í Danmark eru tað nógv fleiri, sum blogga um vanligan mat enn um køkur, so tað søta ger mín blogg eitt sindur øðrvísi, vísir Tóra á. Ert tú ikki brellin, tá tú klikkir inn á Cute Carbs, ja, so verður tú tað skjótt. Talan er nevniliga um ein sera vakran blogg, har tað týðiliga sæst, at tað er kel­að fyri smálutunum, og køkurnar verða vístar fram á meistarligan hátt. Tóra viðgongur, at hon ofta nýtir nógva tíð til bloggin – heilt upp í 15 tím­ ar um vikuna. Aðrar tíðir er orkan ikki eins stór, og tá koma arbeiðstímarnir nið­ur á tveir tímar um vikuna. – Tað er ein long tilgongd, tí fyrst ar­beiði eg við uppskriftini, síðani baki eg, taki myndir, arbeiði við myndunum, skrivi innleggið og leggi tað á netið. Har­um­framt geri eg ymiskt á sosialu miðl­unum, so tað er ein long og til tíðir drúgv prosess frá hugskoti til blogg­inn­ leggið er liðugt. Tóra nýtir eisini tíð til at svara uppá viðmerkingar frá lesarunum. – Men hetta er eitt frítíðarítriv, so eg bloggi, tá eg havi tíð til tað. Eg leggi dent á, at tað skal vera hugurin, sum drívur bloggin, tí so fáa bæði eg og brúk­arin ta bestu upplivingina. Hóast tað mangan fara nógvir tímar til tað, so heldur Tóra ikki, at tað er møð­samt. – Nei, tvørturímóti verður tað bara stuttligari og stuttligari. Eg dugi betur at taka myndir nú, og eg havi fleiri royndir í køkinum. Sum eg mennist, Bloggur stovnaður í septembur 2011 www.cutecarbs.com Cute Carbs er eisini á sosialu miðlunum Instagram: @frk_cutecarbs.com Facebook: www.facebook.com/cutecarbs Cute Carbs er eisini á Pinterest og Twitter Cute Carbs hevur fingið umtalu í viðurkendu magasinunum: Isabellas Countryliv, Elle.dk, Bazar og madogbolig.dk. Er við í Bloggers Delight, sum er eitt forum fyri bestu bloggarnar í Danmark Mynd: cutecarbs.com Tóra Effersøe Mortensen 32 ár Av Tvøroyri Býr í Keypmannahavn Útbúgvin Journalistur Starvast sum Digital chef á Vi Unge Hevur køkubloggin Cute Carbs