Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-05, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juli 2013síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 76 · 5. juli 2013 7 Nevnd burturúr Í komandi Summar útgávunum fara vit at hyggja nærri at børnum undir skúlaaldri, sum eru nevnd burturúr. Vit fregnast um søgurnar handan serligu nøvnini, og hvørjar tankar foreldrini hava gjørt sær, áðrenn børnini fingu navn. Lesarar eru vælkomnir at senda inn uppskot um børn við serligum nøvnum – og søgum tengdar at nøvnunum – til post@sosialurin.fo Hesaferð lesa vit, hví sjey ára gamla Flykra fekk júst hetta navnið – Vit tosaðu um nógv ymisk nøvn, og bleiv tað ein genta, kundu vit hugsað okkum, at hon kom at eita Flykra ella Sólja. Vit tóku tó onga endaliga avgerð, meðan eg gekk við Flykru. Tað einasta, vit vistu við vissu, var, at tað skuldi verða eitt føroyskt navn, sigur Anja Kvilt. Navnið bleiv endaliga avgjørt tíðliga ein morgun í apríl mánaði fyri sjey árum síðani. – Eg fekk verkir um fýra-tíðina um morgunin, og vit fóru alt fyri eitt suður til Havnar í bili. Eg minnist væl, hvussu gott veðrið var, og hóast vit vóru í apríl, so dalaðu stóra og vakrar kavaflykrur spakuliga. Tá segði eg við mannin, at um vit nú fáa eina gentu, so skal hon eita flykra, fortelur Anja Kvilt og leggur afturat, at maðurin, Vagnur Skúvadal, alt fyri eitt var samdur um, at tað var eitt hóskandi navn. Nakrar tímar seinni blivu tey for­ eldur at eini dóttur, og beinanvegin vistu tey, at hon skuldi eita Flykra. Meðan Anja Kvilt hevði gingið við dóttrini nevndu hon og maðurin møgulig nøvn fyri nærmastu familjuni. Eitt nú nevndu tey fyri eini av omm­ unum at barninum, at fingu tey eina gentu, skuldi hon eita Flykra, men tað navnið helt omman lítið um. – Hon segði »tað kann mann ikki kallað barnið. Flykra er eitt hundanavn«. Men leggjast skal afturat, at í dag dámar ommuni navnið ógvuliga væl, sigur Anja Kvilt og flennir. – Vit halda bæði, at tað er eitt sindur stuttligari, um navnið hjá barn­inum kann relatera til okkurt ávíst ella onkra serliga hending, og tí hava allar fýra genturnar hjá okk­um nøvn, ið eru knýtt at onkrum ávísum, sigur Anja Kvilt. Tær tríggjar systrarnar hjá Flykru eita Vár, Brim og Sól, og ikki er óvan­ ligt, at fólk spyrja um hesi nøvnini. – Tá vit fingu Flykru spurdu fleiri um navnið, tí tað var ikki so vanligt tá. Í dag eru tað nakrar gentur, sum eita Flykra, og tí er tað ikki so ofta longur, at tey spyrja um navnið. Heldur spyrja tey um øll fýra nøvnini, og so fortelja vit søguna aftan fyri hvørt navn, greiðir Anja frá og vísir á, at navnið Vár, hjá elstu dóttrini kemst av, at hon er fødd um várið. Tann næstyngsta fekk navnið Brim, tí at brimbrotið, sum Anja Kvilt sá frá vindeyganum, var øgiligt, meðan hon lá á sjúkrahúsinum. Yngsta dóttirin eitur Sól, og tað var eitt navn, sum foreldrunum dámdi væl, og harafturat, var gentan góð í sær, græt sjáldan og var altíð í góðum hýri. – Øll nøvnini hava eina serliga søgu knýtt at sær, og tað halda vit er stuttligt og eisini eitt sindur serligt. Tá Anja Kvilt og Vagnur Skúvadal skuldu hava teirra næsta barn, vóru fleiri nøvn uppi at venda Foreldur: Vagnur Skúvadal og Anja Kvilt Bústaður: Vestmanna Navn: Flykra 7 ár