Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-05, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juli 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 76 · 5. juli 2013 8 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Á Krígssavninum í Miðvági stendur skjótt ein vøgga við eini heilt serligari søgu. Tann 73 ára gamla Sólvá G. Olsen er partur av hesi søguni, og nú ætlar hon at lata Krígssavninum ikki ein­ans vøgguna, men eisini eina kúlu í varð­ veitslu. – Eg kundi valt at latið vøgguna og kúluna til onkran, sum ikki hevur serliga stóran áhuga fyri teimum, men tá vit nú hava eitt krígssavn í Føroyum, haldi eg, at tey koma at gagna mest á savn­inum, og fólk kunnu hoyra søguna handan vøgguna og kúluna, sigur Sólvá G. Olsen, sum er uppvaksin í Havn, men sum í dag býr í Esbjerg og er lista­ kvinna. Patrónin fór í vøgguna Søgan handan vøgguna og kúluna, sum júst eru komin á Krígssavnið, byrjar í 1940, tá kríggið var. Sólvá G. Olsen var ikki blivin eitt ár, og saman við foreldrunum búði hon í kjallaranum hjá Frú Øster í Dr. Jacobsens­gøtu mitt í Havnini. Í dag er tað handilin Lampubúðin, sum er har. – Eg havi verið umleið tríggjar mán­aðir gomul, tá tann serliga hend­ ingin fór fram. Eg lá í vøgguni inni í kjallaraíbúðini, tá mamma tekur meg úr vøgguni, tí loftalarmurin fer í gongd. Hon situr við mær undir eini trappu, meðan sirenan ljóðar, fortelur Sólvá G. Olsen. Hon hugsar eina løtu, hyggur niður ímóti gólvinum og heldur síðani fram. – Eg eri ikki meir enn tikin úr vøgg­ uni, tá ein kúla fer gjøgnum veggin í kjallara­íbúðini og endar beint í vøgguni, har eg plagdi at liggja og júst hevði ligið, sigur Sólvá G. Olsen og leggur afturat, at søguna fekk hon fortaldað fleiri ferðir frá mammuni. Sjálv hevur hon ofta hugsað um hendingina og hvussu heppin, hon í veru­leikanum var. – Nú eri eg ikki ein sentimental týpa, men jú, eg hava ofta hugsað, at tað kundi gingið heilt galið, sigur Sólvá G. Olsen. Kúlan, sum fór ígjøgnum kjallara­ veggin og endaði í vøgguni, bleiv væl goymd. – Hon er eitt minni um ta ferðina, eg kundi enda mínar dagar einans tríggj­ar mánaðir gomul. Eg fekk hana frá mammu, langt áðrenn hon doyði, og hon segði ofta við meg »hevði tú ligið í vøgguni, hevði tú ikki verið her í dag«. Vøggan nógv brúkt Vøggan fekk ikki stórvegis skaða, hóast kúlan fór ígjøgnum hana. – Har kom eitt hol í, men vøggan kundi saktans brúkast aftaná hasa hend­ing­ina, og hon hevur líka inn til henda dag verið nýtt í familjuni. Serliga Týsk kúla rakti vøgguna hjá Sólvá – Eg havi ofta hugsað, hvussu heppið tað var, at eg júst var tikin úr vøgguni. Tað kundi jú endað heilt galið. Soleiðis sigur Sólvá G. Olsen um ta ferðina undir krígnum ein kúla fór inn gjøgnum húsaveggin og endaði í vøgguni, sum Sólvá plagdi at liggja í. Eftir ætlan fara vøggan og kúlan á Krígssavnið í Miðvági Her sæst, hvar kúlan rakti vøgguna