fríggjadagur 5. juli 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 76 · 5. juli 2013
10
VIKUSKIFTI
Varðin
Hilmar Jan Hansen
hilmarjan@sosialurin.fo
Tað var tann tí, tá ein og hvør stova í
landinum við virðing fyri sær sjálvari
hevði nakrar hillametrar av Varðanum
standandi. Soleiðis er tað eisini óivað
enn nógvastaðni, men tá tú selur húsini
og ikki hevur so nógv pláss, kann tað
vera eina roynd vert at royna at selja
allar tær svørtu, innbundnu bøkurnar.
– Vit sótu í einum alt ov stórum
húsum á Argjum og valdu at selja
tey. Men tá vit fluttu haðani og í eina
kjallaraíbúð, var sjálvandi ikki longur
pláss fyri øllum, sum vit høvdu havt
frammanundan. Ymist bleiv sett til sølu
á Facebook, og harímillum vóru so hesi
41 bindini av Varðanum og onkrar aðrar
bøkur, sigur Thordur Thorsteinsson í
Havn, sum tey flestu munnu kenna
sum parkeringsvørð.
Hetta eru bøkur, Thordur hevur átt
í mong harrans ár, og sum hann eisini
hevur lisið og í øllum førum blaðað í,
tí tær mestsum altíð hava verið har.
– Eg minnist, at eg keypti tær upp á
avbetaling frá Emil Juul Thomsen á
sinni. Og tær hava altso ikki bara staðið
til pynt, tí um eg ikki havi lisið tær á
tamb, so havi eg lisið nokk so nógv í
teimum, flennir hann.
Áhugi úr Japan
Men sjálvt um bøkurnar stóðu til sølu í
Rótikassanum á Facebook í einar tveir
mánaðir, so var hvørki ein ella annar
áhugi, til Thordur brádliga ein dagin
fekk ein teldupost úr Japan:
– Hetta vísti seg at vera ein týskur
professari í Japan, Niels Guelberg,
sum hevði áhuga fyri bókunum og
vildi hava meg at kanna fyri seg, hvat
tað kostaði at senda sær bøkurnar ta
longu leiðina til Tokyo. Hann skrivaði
á føroyskum, og hann hevði týðiliga
stóran áhuga fyri føroyskum bókum, og
so helt hann tað vera í so bíligt, sum eg
hevði lagt á, tí hetta vóru 50 ára gamlar
bøkur, sigur Thordur.
– Eg havi so á netinum leitað meg
fram til, at hann arbeiðir sum professari
við Waseda-universitetið í Tokyo, og
er doktari í týskum bókmentum og
japanskum miðaldarbókmentum, men
heilt sørur í norðurlendskum kann
hann heldur ikki vera. Í øllum førum
skrivaði hann til mín á føroyskum við
ð og tað heila, og uttan nakrar stórvegis
feilir.
Thordur fór so at kanna, hvat tað
kostaði at senda bøkurnar til Japan og
spurdi bæði um flogfrakt, skipafeløg
og Posta, og tá hann hevði funnið
útav, hvat tað kostaði, upplýsti hann
professaran um prísin.
18 dagar um ferðina
– So gingu tvær ella tríggjar vikur,
til hann sendi eitt teldubræv um, at
hann hevði flutt mær pengarnar, og at
hann gjarna vildi hava meg at senda
sær bøkurnar. Eg pakkaði tær niður í
ein pakka, sum vigaði næstan 19 kilo,
og sendi tær avstað. Og nú ein dagin
fekk eg so svar frá honum, at bøkurnar
vóru komnar fram í øllum góðum, sigur
Thordur.
– Tá hann hevði pakkað upp, var
hann ovfarin av øllum tilfarinum, sum
var at finna í Varðunum, og hann helt
seg hava gjørt eitt ordans kvetti. Her
var ríkiligt av tilfari, sum hann væntaði
seg at fáa stóra gleði av, bæði sjálvur
og í arbeiðshøpi.
Thordur heldur tað vera stuttligt í
sjálvum sær, at ein professari í Japan
keypir nakað, sum er til sølu í hesum
føroyska Rótikassanum á Facebook,
men at tað verður uppaftur stuttligari og
heilt løgið, tá tað vísir seg, at professarin
ikki so frægt sum er á Facebook sjálvur,
og tí má vera komin fram á bøkurnar
umvegis onkran annan.
– Sum eg havi skilt á honum, visti
hann væl, hvat hetta vóru fyri bøkur,
og tað framgongur av samskiftinum
við hann, at av tí at hetta var 50 ára
málsøga, hevði tað hansara stóra
áhuga. Eisini hevur hann latið meg
skilt, at hann væntar at kunna brúka
tær í sínum arbeiði, so hetta er ikki
fremmant fyri honum, hóast hann situr
hinumegin á jørðini, og eg siti her, sigur
Thordur Thorsteinsson.
Thordur Thorsteinsson í Havn setti øll síni bind av Varðanum til
sølu í Rótikassanum á Facebook, har einki hendi í eina tíð. Men so
kom brádliga ein fyrispurningur frá einum professara í Japan!
Sendi 41 Varðabind til Japan
Thordur Thorsteinsson avmyndaður, tá hann var á veg á posthúsið við pakkanum við øllum Varðunum, sum bara hevði 18 dagar um at koma fram til móttakaran í Japan
Mynd: Hilmar Jan Hansen