Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-05, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juli 2013síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 76 · 5. juli 2013 11 Ein øðrvísi ferðafrásøgn Hesuferð er tað Sjúrður Skaale, sum greiðir frá øðrvísi ferðaupplivingum Ferðafrásøgn Sjúrður Skaale Eg havi ikki ferðast so nógv, sum eg hevði viljað, at eg hevði. Men eitt sindur havi eg sæð meg um í heiminum. Havi búð eitt ár í Colombia, eitt ár í Spania og havi verið nakrar langar túrar í Europa, Miðamerika og Miðeystri – og onkran svipp aðrastaðni við. Sansirnir eru ongantíð so opnir, sum tá vit ferðast. Og tá eg hyggi aftur á mínar ferðir, so eru óendaligar nógvar, stórar og smáar upplivingar, sum hava fest seg í sinnið – og sum hava havt stóra ávirkan á, at eg eri blivin tann, eg eri. Okkurt hevur verið stuttligt. Okkurt syrgiligt. Okkurt hugnaligt. Okkurt ó-hugnaligt. Okkurt merkiligt. Okkurt bizart. Og so okkurt so vanligt, at eg hevði ikki havt gáað um tað, um tað ikki var, tí at eg var á ferð og hevði sansir­nar opnar. Her er ein søga um munin millum at hava virðing fyri sær sjálvum – og ikki at hava tað. Í Bogotá Eg hevði verið í Bosa, í útjaðaranum av Bogotá í Colombia, og hevði kroyst meg inn í ein ovurfyltan buss, sum skuldi koyra meg aftur til centrum. Tá tað var blivið eitt sindur rúmligari í bussinum, komu tveir mans inn at selja eina mirakulsalvu. Øgiliga ágangandi. Tað var ikki tað ting, henda salvan ikki kundi grøða. Eksem. Sólforbrenning. Gikt. Rukkur. Húðkrabba... – Allar tær sjúkur og allar tær kvalir, sum runnu sølumonnunum til hugs. Tað eru óteljandi sovorðin sølufólk í triðja heiminum. Tey vita, at tað, tey selja, er tann reini lortur. Tað riggar ikki, og eingin hevur brúk fyri tí. Tey vita, at tey í veruleikanum eru biddarar, sum eru klæddir sum sølufólk. Og tey eru ágangandi, tí tey hava brúk fyri pengunum. Ofta desperat. So desperat, at tey leggja líka í, hvat onn­ur halda um tey – bara tey fáa nøkur oyru. Annar av umrøddu monnum var so frekur, at hann smurdi ein klunk av hesi ólekru, brúnu, klumputu salvuni uppá hondina á mær. Endin var, at eg gav honum eitt oyra – bara fyri at fáa frið fyri honum. Nakra salvukrukku skuldi eg ikki hava. Og tað visti maðurin væl - hann hvarv so skjótt hann hevði fingið pengarnar. Taktikkurin var at kroysta pengarnar úr mær við at irritera meg. Hvussu hann stóð í mínum – ella sínum – eyg­ um, hevði ongan týdning. Hann vildi fegin krúpa fyri mær og eyðmýkja seg sjálvan – bara hann fekk oyruni. Í Istanbul Eg gekk í tí stóra bazarinum í Istanbul í Turkalandi, tá ein drongur uppá eini 14 ár kom at selja mær parfumu. Hann hevði føvningin fullan. Merkini vóru tey allar dýrastu – men tað var eingin ivi um, at alt var eftirgjørt. Og um tað ikki var – um parfuman var ektað – hevði eg ikki viljað havt hana kortini. Eg brúki ikki slíkt. Og eg hevði sjey vik­ur við ryggsekki fyri framman... Eg kundi sjálvandi givið honum nøkur oyru, men hann sá ikki serliga fá­tækur út. Meira sum ein, sum vildi skora lættar pengar. Men drongurin setti seg á meg og beit seg fastan sum ein blóðsúgvandi mýggjabiti. Gekk aftaná og plágaði og plágaði og plágaði. Fylgdi mær út av bazarinum. Gekk aftaná mær – ein metur aftanfyri meg – inn í býin. Gekk eg skjótt, gekk hann skjótt. Steðgaði eg, steðgaði hann. Og so tók hann tær lit­føgru fløskurnar fram, ramsaði nøvn­ini upp, og segði prísin, sum bara lækkaði og lækkaði. Eg mundi blivið svakur av honum. Einaferð læt eg, sum um eg ætlaði at keypa okkurt, fór helt yvir til hann, bukkaði meg niður til hann – og brølaði, so hart eg orkaði, eitt »NO« inn í andlitið á honum, so øll, sum vóru var, vendu sær við. Ikki ein gang tá hvarv hann – men hann helt seg meira enn ein metur frá mær, inntil hann til endans fór sín veg. Hann hevði eyðmýkt seg sjálvan – og einki fingið fyri tað. Aftur í Bogotá Eg sat á einum lítlum garði við eina høvuðs­gøtu í Bogotá og át eitt ella ann­að, tá ein lítil drongur kom at selja. Hann fór til øll okkum, sum sótu har, og legði eina lítla skeið (sum verður brúkt tá mann sniffar cocain) og eitt postkort í fang­ið á okkum. Vit vóru eini 10 fólk, og øll skuldu sleppa at síggja tað, hann hevði at selja. Síðani fór hann runt og savnaði lutirnar saman aftur. Tey, sum høvdu hug, kundu keypa. Drongurin var øgiliga lítil – eini seks-sjey ára gamal. Í Bogotá er ein hóp­ur av slíkum smáum dreingjum, sum stjala í gøtunum. Men hesin seldi. Hann var kloddutur og skitin sum hinir. Men tað var týðu­ ligt, at hann hevði virðing fyri sær sjálv­um. Tá hann fór eftir skeiðini og post­ kort­unum, var eingin, sum keypti. Hann hevði savnað alt saman aftur, tá hann kom til mín. Eg vildi, líka so lítið sum nakar ann­ ar, hvørki hava skeið ella postkort, so eis­ini eg gav honum lutirnar aftur. Men eg legði nøkur oyru inn í tað saman­ lagda postkortið, áðrenn eg stakk hon­ um tað í hondina. Hann hevði gingið trý fet frá mær, tá hann legði merki til tað. So vendi hann sær. Eg helt hann fór at siga takk fyri – men hann kom aftur við pengunum, og gav mær teir við hesum orðum: »Antin keypir tú – ella keypir tú ikki!«. Hann var so fornermaður um, at eg hevði gjørt hann til biddara, at eg ikki fekk stundir til at siga, at eg fegin vildi keypa bæði skeið og postkort. Hann hugdi bara forhánisliga at mær, og fór avstað. Róliga. Sjálvsikkurt. A walk of triumph! Biddarar eru altíð undir. Øll tey, teir biðja um pengar, eru omaná. Men knappliga var hesin lítli drong­ urin omaná, meðan eg var ein patet­ isk­ur idiotur, sum ikki dugdi at bera meg at. Víst var eg ríkur og hann fátækur. Men tað hevði ongan týdning. Tí hann hevði persónligan integritet og per­són­ ligan stoltleika. Og tað er tað flottasta, sum er til. Hvussu ofta selja vit ikki út av stolt­ leikanum? Og hvussu nógvar ússaligar umberingar hava vit ikki fyri at selja út av honum? Á ein hátt eru vit øll biddarar so ella so. Vit hava øll brúk fyri onkrum, sum bara onnur kunnu geva okkum. Men tað er allur heimsins munur millum tey, sum krúpa fyri øðrum – og so tey, sum bidda við stíli! Vit eru øll, so ella so, biddarar. Men tað er allur heimsins munur millum tey, sum krúpa fyri øðrum, og so tey, sum bidda við stíli! A Walk of Triumph!