Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Í 2017 fer eitt 13.000 fermetrar stórt virki at standa liðugt inni á Glyvrum. Men tá er tað eisini mest framkomna virki í heim­ inum. – Tað er neyðugt, at vit fylgja við. Tað, sum var nóg gott fyri seks árum síðani er ikki nóg gott í dag, sigur Regin Jacobsen. Útbyggingin verður gjørd í stigum. Talan verður um fimm byggistig, og íløgan árliga verður 170 milliónir krónur, tó soleiðis, at árini 2014 og 215 verða íløgurnar 110 milliónir krónur hægri, tí Bakkfrost skal byggja ein brunnbát, ið verður 70 metrar langur og tekur heili 450 tons. – Hetta verður í sjálvum sær kollveltandi, tí tá kanst tú taka ein heilan ring í ein­ um. Sum nú er, kann tað taka upp í 10 ferðir at tøma ein ring. Tað fer tí eisini at lætta munandi um arbeiðið, tí tá sleppa menn undan at snara nótirnar upp í 10 ferðir, áðrenn ringurin er tómur, sigur Regin Jacobsen. Hann sigur, at teir fyrst fara undir at byggja eitt nýtt kassavirki, so øll framleiðsla av flamingokassum verður savnað á einum stað. Sum er verða kassar gjørdir bæði á Argjum og í Klaksvík. – Tá framleiðslan er savn­ að á Glyvrum, verður kapasi­ teturin meira enn tað dupulta av tí hann var í Klaksvík og á Argjum tilsamans, sigur Regin Jacobsen. Tað arbeiðið skal gerast longu í ár, og tað verður eisini økt um smoltframleiðsluna soleiðis, at fiskurin skal ganga á landi, til tey eru 150 gramm. Møguleikar og sparingar Í 2014 verður byrjað at savna kryvjingina hjá felagnum, og tað er nakað, sum heldur fram í 2015. Somuleiðis verð­ur roknað við, at nýggi brunn­báturin verður bygdur hetta tíðarskeiðið. – Vit fara eisini at fáa nýggja aliútgerð, ið tolir meira enn verandi ringar, so til ber at ala í meira harð­ balnum økjum, sigur Regin Jacobsen. Bakkafrost er eitt av 15 fe­ løgum í heiminum, ið situr á 80% av framleiðsluni. – Okkara mál er at vera eitt føroyskt fyritøka á al­ tjóða marknaðinum, og tí er neyðugt at byggja út. Tað hevði kunna lønt seg at flutt virksemið til Pólland, tí har eru lønirnar bara 15% av tí, tær eru í Føroyum. Men tað ynskja vit ikki, sigur Regin Jacobsen. Nýggja virkið verður mið­savnandi og gevur heilt nýggjar møguleikar. – Tað fer at bera til at fáa fiskin livandi inn á virkið um morgunin, og síðani senda hann pakkaðan av­ stað seinnapartin. Í dag kunnu ganga tveir dagar frá tí hann er kruvdur, til hann verð­ur pakkaður, sigur Regin Jacob­sen. Eisini fer miðsavnanin av virkinum at merkja eina sparing í flutningsútreiðslum á millum 50 og 70 milliónir krónur. – Vit kunnu uppliva at upp í 15 trailarar við kassum skulu flytast um dagin. Nú fer at bera til at pakka fisk­in á sama stað, har hann verð­ ur slaktaður, sigur Regin Jacobsen. Umleið 600 fólk arbeiða hjá Bakkafrost, og Regin Ja­ cobsen lovar, at eingin verður uppsagdur. – Tað fer sjálvandi at merkja eina økta farleið til arbeiðis hjá fleiri, men vit fara ongan at siga upp, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost. Bakkafrost ger íløgur fyri eina milliard Komandi fimm árini fer Bakkafrost at gera íløgur fyri tilsamans 1,07 milliardir. Samstundis verður virksemið hjá fyritøkuni miðsavnað inni á Glyvrum m Soleiðis fer at síggja út inni á Glyvrum í 2017 Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, legði í morgun fram framløguna, »Bakkafrost brynjar seg til framtíðina«