Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Trivnaðareind 3 Savnar tænasturnar til borgarar við autismu í Suðurstreymoy, Vágum v.m. Talan er um sambýlir, stuðulstoymi og stuðul í heiminum og umlætting. Trivnaðareind 9 Savnar verkhús- og virknistilboð til fólk við menningartarni. Faktaboks Virðisgrundarlag hjá Almannaverkinum Almannaverkið vil miðvíst virka fyri at lúka krøv frá politiska mynduleikanum og viðskiftafólkunum • Almannaverkið veitir fyrsta floks tænastur og í virki okkara leggja vit dent á høgt tænasturstøði, rættartrygdina og virðing fyri einstaklinginum. • Góður yrkisligur og menniskjaligur kunnleiki í Almannaverkinum tryggjar miðvíst, at borgarin er í góðum hondum. • Almannaverkið vil støðugt virka fyri at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum. • Almannaverkið leggur seg eftir at vera millum tey fremstu við vælferðar- tænastum í mun til onnur lond. Almannaverkið er Føroya størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum, sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga veiting. Almannaverkið umsitur 1.700 mió. kr. árliga. Søkt verður eftir Trivnaðareind 3 .................. Varaeindarleiðara Trivnaðareind 9 .................. Varaeindarleiðara k r e a Varaeindarleiðarar til Trivnaðardepilin Almannaverkið søkir eftir varaeindarleiðarum til eind 3 og eind 9 í Trivnaðardeplinum. Trivnaðardepilin er fyri borgarar, sum hava tørv á persónligum stuðli fyri at megna gerandisdagin. Virksemið er skipað í eindir, sum eru býttar upp eftir landafrøði, slag av tørvi, umframt slag av virksemi. Stuðul og bústaðir verða skipað undir somu leiðslu. Í eindunum eru eindarleiðarar og varaeindarleiðarar settir at skipa tænasturnar. Talið av eindunum er tíggju. Í Trivnaðardeplinum fáa í dag 475 borgarar tænastu: 190 borgarar búgva í sambýlum, 127 fáa stuðul og 153 borgarar fáa verkstaðar-/virknistilboð. Afturat hesum eru 21 stovnspláss til børn og ung umframt 2 pláss til familjur, sum er ávíst av barnaverndum. Meira fæst at vita um størvini við at fara á heimasíðuna hjá Almannaverkinum www.av.fo Viðmerking Um so er, at sami umsøkjari søkir bæði størvini, má raðfesting av hesum størvum tilskilast í umsóknini. Freist Freistin at søkja størvini er 25. juli 2013, kl. 12.