Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Følsk vørumerking Burðardygd Upsaveiðan hjá reiðaríðunum Faroe Origin og JFK hevur fingið MSC-góðkenning sum burðardygg. – Eitt herðaklapp til fiskidagaskipanina, siga reiðaríðini. – Ikki burðardygt, sigur Havstovan Rógvi Nybo – Seinastu stovnsmetingar­ nar vísa, at hóast gýtingar­ stovnurin er væl fyri, so er veiðutrýstið væl hægri enn tað, sum er tilmælt. Tað merkir, at støðan er ikki hald­bær í longdini. Tað var greiði dómurin hjá Jákupi Reinert, fiskifrøðingi á Havstovuni, um tað, at privati felagsskapurin MSC, ið arbeiðir fyri altjóða burð­ ar­dyggum fiskiskapi, nú hevur givið upsaveiðuni hjá JFK og Faroe Origin bláa stemplið. Í farnu viku buðu reiða­ ríðini JFK hjá Hanusi Hansen og Faroe Origin hjá Ann­finni Olsen til tíðinda­ fund í sambandi við, at um­ sitingin av fiskiveiðu eftir upsa í føroyskum havøki fær al­tjóða góðkenning sum burð­ar­dygg veiða frá góð­kenn­ingarstovninum Marine Stewardship Council, MSC. Samstundis varð stór­ur dentur lagdur á, at hetta er fyrstu ferð, at fiski­veiða undir føroyski fiski­daga­ skip­an­ini fær hesa góð­ kenn­ing. Havstovan vil hinvegin ikki ordiliga kennast við, at hetta er eitt stórt fet fyri fiski­dagaskipanina sum heild – og tíðans heldur fyri upsa­veiðuna. Stór tilgongd at takka Veiðitrýstið eftir upsa er fram­vegis ov høgt undir Før­oyum, og í tilmælunum til fiskidagar í 2013/2014 mælti Havstovan herfyri til at skerja fiskidagatalið hjá bólki 2, ið serliga fiskar eftir upsa, við 10 prosentum. Og sam­bært fiskifrøðinginum Jákup Reinert er orsøkin til at MSC góðkennir upsa­ veið­una tann, at tilgongdin til upsastovnin hevur verið væl omanfyri miðal at kalla øll árini síðan 2000, og at stovnurin tí tolir eitt høgt veiðutrýst. – Fyri at verða heilt vís, so er neyðugt at minka um veiðitrýstið. Skipanin í Føroy­um byggir á fiskidagar, og tí skal dagatalið skerjast. Antin beinanveg, sum ICES mælir til, ella lýðandi yvir fleiri ár, sum Havstovan mælir til, sigur Jákup Reinert. Breið umhvørvis­ góðkenning MSC-góðkenningin er ein breið umhvørvis­góð­ kenn­ing, ið byggir á tríggj­ ar hættir. Eitt er hvussu stovn­arnir hava tað. Hitt er hvussu umhvørvis­vinar­ ligur fiskiskapurin er, og tað síðsta er hvussu fiski­ skap­urin verður skipaður í prak­sis. Síðani verða stig givin fyri hetta, og her lá upsa­fiskiskapurin væl oman­fyri tey minstukrøv, ið MSC setir. – Men tá hugt verður eftir støðuni í stovninum og veiðutrýstinum, tá haldi eg ikki, at vit kunnu reypa okkum av fiskidaga­ skipanini, sigur Jákup Reinert. Hetta skal tó ikki tulkast sum ein full­komilig koll­døming av fiski­daga­ skipanini. – Klára vit at regulera daga­talið soleiðis, at veiðu­ trýstið og stovnarnir verða sambært teimum til­mældu virðunum, so kann mann siga, at skipanin er góð, stað­ festir Jákup Reinert, fiski­ frøðingur á Hav­stovuni. rogvi@sosialurin.fo Rógvi Nybo Í farnu viku kunngjørdi danska Fíggjareftirlitið, at tað varð liðugt við greiningar av móðurfelagnum í gamla Eik Banka, Eik Banki P/F, og danska dótturbankanum, Eik Bank Danmark. Í samband við grein­ing­ arnar varð komið fram á viðurskifti í danska dóttur­ bankanum, ið vóru av slíkum álvara, at hesi nú eru meldað til bakmansløgregluna. Einki verður tó sagt um hvønn Fíggjareftirlitið hevur gjørt av at melda. Óforsvarlig bankaleiðsla Tað er tó greitt, at talan er um eitt álvarsligt mál, tá Fíggjareftirlitið velur at melda til bakmansløgregluna. Um tað eru hesi viðurskifti ella onnur, ið eru meldað til løg­regluna, er ikki enn greitt. Men greiningarnar hjá Fíggjar­eftirlitinum vísa á fleiri álvarsom viðurskifti, ið ikki vóru í lagi í gomlu Eik konsernini, bæði í føroyska móðurfelagnum og danska dótturbankanum. Eitt nú vísur greiningin av danska dótturbankanum, at leiðslan í bankanum kann ábyrgdast fyri at hava hildið áfram við bankavirkseminum óforsvarliga leingi og eftir ta tíð, har advokaturin metti, at bankin ikki longur kundi liva upp til lógar­festu solvens­ krøvinum (vónloysis­tíðs­ punkt­ið). Eisini vísur greiningin, at bankin í fleiri førum hevur brotið lógina um fíggjarligt virksemi. Eitt nú við at hava skyldur so stórar, at tær eru størri enn 25 prosent av basis­ kapitalinum - reelt hevði bankin í størsta førinum skyldur fyri eina upphædd, ið svaraði til 57 prosent av basiskapitalinum. Fordømi finnast Kunningarstjórin í Fíggjar­ eftirlitinum, Søren Møller Christensen, er fámæltur, tá vit royna at fregnast nærri um hesi viðurskifti, hvønn Fíggjareftirlitið hevur meld­að, hvørji lógarbrotini eru og hvat næsta stigið er fyri Fíggjareftirlitið. Men sambært honum er tað ikki óvanligt, at Fíggjareftirlitið kemur fram á viðurskifti, ið føra til melding til bak­ mans­løgregluna, eftir at Fíggjar­ligt Støðufesti hevur gjøgnum­gingið og ruddað upp í kollsigldum bankum. Tað er tó greitt, at talan skal verða um álvarslig brot á lóggávuna, áðrenn hesi verða meldað til bakmans­ løg­regluna at kanna nærri. – Eg kann siga somikið sum, at talan er um eitt groft lógarbrot, ið er av slíkum slag og álvara, at vit meta okkum hava eina góða sak, tá vit vejla at lata málið víðari til bakmansløgregluna, sigur Søren Møller Christensen, kunningarstjóri í Fíggjar­ eftir­litinum. Fode peikaði á leiðsluna Ein onnur advokatgreining av viðurskiftunum í Eik Banki Føroya P/F, ið advokaturin Carsten Fode stóð fyri frá 2010 til 2011, og sum skuldi greina týdningarmestu or­ søk­ir­nar til, at bankin koll­ sigldi, vísti eisini á fleiri álvarsom viðurskifti í bank­ anum. Tann kanningin nevndi fleiri lyklapersónar í bank­ an­um við navni, eitt nú for­ stjóran Marner Jacobsen, stjórarnar Brian Toft, Jesp­er Clausen og Kim Sand­berg, umframt fleiri nevdar­limir, og munnaði út í einum sakarmáli við endurgjaldskravi móti fleiri táverandi og lyklapersónum í Eik Banka. Um tað eru hesi somu fólk, ella onnur, ið nú eru meldað til bakmansløgregluna, bar ikki til at fáa svarað frá Fíggjareftirlitinum. Mett verður, at Fíggjareftirlitið við hesum nú er liðugt við viðgerðina av gamla Eik Banka og danska dóttur­ bankanum, Eik Bank Dan­ mark. Grov lógarbrot í EIK Øktu útlánini við 600 prosentum Í tíðarskeiðinum frá 2004 til 2008 fylgdi samlaða Eik-samtakið eini vakstrarætlan. Móðurfelagið, Eik Banki økti í hesum tíðarskeiði útlánini við umleið 100 prosentum, harav bróðurparturin av vøkstrinum var í 2007. Dótturbankin, Eik Bank Danmark, økti í sama tíðarskeiði, eitt nú gjøgnum uppkeyp, síni útlán við umleið 600 prosentum. Bara í 2007 økti danski dótturbankin síni útlán við 150 prosentum. EIK-MÁLIÐ Tað er ikki óvanligt, at greiningar av viðurskiftunum í bankum, ið eru yvirtiknir av Fíggjarligum Støðufesti vísa á viðurskifti, ið verða meldað til løgregluna. – Talan er um eitt lógarbrot av einum slíkum grovum karakteri, at vit meta okkum hava eina góða sak, sigur pressustjórin í Fíggjareftirlitinum Greiningarnar av Eik Banka og dótturbankanum í Danmark avdúkaðu fleiri føri, har lógin um fíggjarligt virksemi er bend ella brotin. Nøkur brot eru av so grovum slag, at hesi eru meldað til bakmansløgregluna, men Fíggjareftirlitið vil ikki siga, hvønn tey hava meldað