Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nýggj útrokning hjá Landsverki óbrúkilig EYSTUROYARTUNNIL Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í innlendismálum sáa nú iva um nýggjastu útrokningarnar hjá Landsverki í sambandi við Eysturoyartunnilin Áki Bertholdsen Metingarnar hjá Landsverk eru týdningarleysar, óbrúki­ ligar - og helst eisini skeivar. Tað halda bæði Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum og løg­ maður, nú Landsverk hev­ur roknað seg fram til, at fær eitt privat felag Eysturoyar­ tunnilin at gera, fer hann at vera nógv dýrari fyri føroyska samfelagið, enn ein almennur tunnil verður. Herfyri spurdu Høgni Hoydal og Aksel V. Johanne­ sen landsstýrismannin nakrar skrivligar spurningar um ætlanina at lata eitt privat felag gera og reka Eysturoyartunnilin. Í hesum sambandi bað landsstýrismaðurin eisini Lands­verk geva sína met­ ingar um málið. Eftir at hava gjørt nýggjar útrokningar útfrá feskastu upplýsingunum, metir Lands­ verk, at skal eitt privat felag byggja og reka Eysturoyar­ tunnilin, fer hann at verða 73 til 116 milliónir dýrari um árið hesi næstu 30 árini, enn tað almenna hevði gjørt hann. Men tá ið Kári P. Højgaard svaraði teimum báðum løg­ tingsmonnunum um Eystur­ oyartunnilin, brúkti hann ikki svarið frá Landsverki. Hinvegin eru gamlar út­ rokningar við í svarinum sum vísa, at ein privatur tunnil verður 800 milliónir dýrari enn ein almennur. – Eg haldi ikki, at hetta eru upplýsingar, sum hava týdning í hesum føri og eg haldi eisini, at hetta eru upplýsingar, sum eru óbrúki­ ligur í hesum føri, sigur Kári P. Højgaard um hesar nýggju útrokningarnar hjá Lands­ verki. Hann vísir sostatt staði­ liga aftur, at hetta er at halda týðandi upplýsingum aftur fyri Løgtinginum. – Eg fekk ein politiskan spurning og eg havi svarað politiskt, sigur hann. Meiningsleyst Kári P. Højgaard heldur, at tað er meiningsleyst at taka einstakar lutir um prís og rentu burturúr eini heild og tí hevur svarið hjá Landsverki púra ongan týd­ ning. Skal spurningurin um Eysturoyartunnilin svarast, má hann svarast út frá eini samfelagsligari heildarmynd og sostatt er talan um ein fíggjarligan spurning og ikki ein tekniskan spurning, sum Landsverk skal svarast upp á. – Fíggjarfrøði er ikki ser­ frøði hjá landsverki, stað­ festir Kári P. Højgaard. – Tað ber ikki til at seta krónur og oyru á tunnilin, og meta um rentur og avkast, uttan samstundis eisini at hugsa um tann vágan, sum tann, ið byggir hann, átekur sær. – Og tann vágin liggur fyrst og fremst í, hvussu nógvir bilar fara at brúka tunnilin og tað vita vit einki um, fyrrenn tunnilin er tikin brúk, sigur Kári P. Højgaard. Hesum er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sam­ d­ur í. Í Rás2, ivast hann í um upplýsingarnar hjá Lands­ verki yvirhøvur eru rættar. – Eru upplýsingar sum hann ikki metir, hava týdning fyri málið, má hann eisini meta um, um teir kunnu lýsa málið betur og um teir sostatt skulu leggjast fram. Løgmaður heldur ikki, at landsverk er rætti stovnur at meta um fígging, lántøku og rentur. Ivast ikki Ewald Kjølbro, stjóri á Lands­ verki ivast hinvegin onga løtu í, at útrokningarnar eru rættar. Hann sigur, at hann varð biðin um at geva sítt ískoyti til akkurát hendan partin av svarinum. Men tá ið svarið verð­ur latið víðari til løgtings­menn­ inar, má hann bara staðfesta, at svarið frá Landsverki er ikki tikið við. Kann geva baksláttur Áki Bertholdsen Royndirnar hjá Kára P. Højgaard at halda sáttmálan við privata felagið um Eyst­ ur­oyartunnilin, loyniligan, kann geva baksláttur. Tað heldur Jóannes Eides­ gaard, fyrrverandi lands­ stýris­maður og løgmaður. Hann sigur við Rás2, at hetta er púrasta í andsøgn við politiska rákið seinastu árini um opinleiki og gjøgnumskygni í politisku skipanini og í fyrisitingini. Fáa ikki alt at vita Nú uppskotið um tunnilin skal fyri Løgtingið, hava løgtingslimir sett upp á, at teir skulu hava fult innlit í sáttmálan.

 Men tað ætlar Kári P. Høj­ gaard ikki! Hann sigur, at ”Tað verður mett gagnligt, at ein avtala um einkarætt ikki er almenn, við tað at hon kann innihalda handilsliga viðkvæmar upp­ lýsingar”.

 Sostatt er ikki ætlanin, at sáttmálin skal verða almenn­ ur.

 Kári P. Højgaaard sigur enntá, at avtalan um ein­ karættin verður ikki almenn, fyrrenn eitt hálvt ár aftaná, at tunnilin er tikin í nýtslu. – Tá ið ein slík áseting skal vera í lógini, má tað vera tí, at tað er gagnligt fyri partarnar, at almenningurin ikki slepp­ ur at kjakast um tað, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at hetta er sera óheppið, tí hetta er størsta íløgan í Føroyum nakrantíð og hetta er eitt mál, sum hevur stóran, almennan áhugað. Hann sigur, at tað, sum kemur honum fyrst til hugs, er, at sáttmálin er so góður fyri privata felagið, at man hálvavegna skammast av at vera farin so langt. Baksláttur Men fyrrverandi løgmaður heldur, at hetta kann geva baksláttur, tí tað kann fáa onkran at hálsa um, sum annars innast inni tekur undir við einum privatum tunli. Endamálið við opinleika­ num í politisku skipanini, er, at borgaran skal føla seg tryggan við tærum tær avgerðir, sum verða tiknar – Ein avleiðing av at halda málið loyniligt kann vera, at fólk, sum annars eru samd við Kára P. Højgaard um ein privatan tunnil, fáa illgruna um, at her er okkurt, sum ikki ruggar rætt. – Og tað kann fáa tey at venda sær ímóti ætlanini, heldur fyrrverandi løgmaður. Tað verður ikki fyrrenn um eini 10 ár, at tað verður koyrandi ígjøgnum Eyst­ uroyartunnilin, sum pri­ vata felagið skal gera.

 Tað sæst í uppskoti­ num, sum Kári P. Høj­ gaard, tingmaður, fer at leggja fyri Løgtingið á ólvavsøku, og har hann fer at biðja um Løgtingið samtykkja, at hann kann gera sáttmála við eitt privat felag um at fíggja, gera, og reka tunnilin. 

 Annars hevur Kári P. Højggard alment miðað eftir, at tað skuldi vera koyrandi ígjøgnum tunn­ ilin longu í 2018, men eftir tí, sum nú liggur í kortunum, verður tað verri enn so.

 Í uppskotinum stend­ ur, at privata felagið skal hava gjørt eitt forprojekt til verkætlanina í seinasta lagi 31. desember í 2018, ella um fimm og eitt hálvt ár.

 Tá ið forprojektið er gjørt, skal tað gerast lið­ ugt og tað verður mett at taka minst eitt ár.

 Síðani skal sjálvur tunnilin gerast og tað tekur upp ímóti trimum árum
. 10 ár