mánadagur 8. juli 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hevur ikki álit á Kára P. Højgaard
EYSTUROYARTUNNIL Jenis av Rana í samgongu krevur allar upplýsingar og
borðið og vil eisini hava eina óhefta kanning um, hvat loysir seg best
Áki Bertholdsen
– Hetta hoyrir rætt og slætt
ongastaðni heima.
Jenis av Rana staðfestir,
at hann hevur ikki álit á Kára
P.
Højgaard,
landsstýris
manni, so leingi hann ikki vil
leggja allar upplýsingar um
avtaluna við eitt privat felag
um at fíggja, gera og reka
Eysturoyartunnilin.
– Grundleggjandi trupul
leikin er, at landsstýris
maðurin roynir at dylja
sáttmálan við tað privata
felagið og tað hoyrir rætt og
slætt ongastaðni heima.
Jenis av Rana heldur, at
Kári P. Højgaard fer longur
og longur út á eina glíðibreyt.
– Fyrst dylir hann sátt
málan við danska felagið og
síðani roynir hann at dylja
nýggjastu metingarnar frá
Landsverki um, hvussu nógv
dýrari ein privatur tunnil
enn er ein almennur tunnil.
- Tað er óneyðugt at elva
til misnøgd og ótta við slíkari
framferð, sigur Jenis av
Rana.
– Í politisku skipanini
hevur einki so stóran týd
ning sum opinleiki og er
nakað, sum ikki tolir at verða
alment, er okkurt galið.
Má gerast
Annars staðfestir Jenis av
Rana, at Eysturoyartunnilin
skal gerast.
Men hann heldur, at nú
verður neyðugt at gera eina
óhefta kanning av tunlinum.
- Vit mugu fáa ein óheftan
arbeiðsbólk, helst ein bú
skaparfrøðing, ein løgfrøðing
og ein verkfrøðing at meta
um málið og at gera eina
meting av, hvat loysir seg
best samfelagsbúskaparliga,
ein privatur tunnil, ella ein
almennur tunnil.
Jenis
av
Rana
hevur
sostatt ikki gjørt upp við seg
sjálvan um tunnilin skal vera
privatur ella almennur.
– Tað sum hevur alt
avgerðandi
týdning
fyri,
hvussu eg fari at atkvøða, er
hvat loysir seg best fyri
samfelagið.
- Tað er eingin ivi um, at
tunnilin skal gerast. Men vit
hava ikki ráð til at at lata
milliardaupphæddir fara av
landinum óneyðugt, um so
er, at tað loysir seg betri fyri
samfelagið
at
hann
er
almennur, sigur formaður
Miðfloksins.
– Vit mugu hava so frægt
vit og skil, at kanna báðar
møguleikarnar væl og virði
liga og í hesum sambandi
mugu vit sjálvsagt hava fult
innlit í sáttmálan við tað
privata felagið.
Hinvegin skilir hann held
ur ikki, hvussu løgmaður og
landsstýrismaðurin í inn
lendismálum kunnu koma
til ta niðurstøðu, at upplýs
ingarnir hjá Landsverki ong
an týdning hava í málinum.
– So hástórur ber ikki til
at vera. Vit áttu ikki at sett
spurnartekin við tað, Lands
verk sigur. Hann er komin til
ta niðurstøðu, at ein privatur
tunnil er nógv dýrari enn ein
almennur tunnil og tað
kunnu vit ikki skúgva til viks
og kalla tað týdningarleyst,
sigur Jenis av Rana.
Hann heldur eisini, at
tað er serstakliga óheppið,
at bara nøkur fá feløg í
Danmark eru boðin at bjóða
upp á Eysturoyartunnilin.
Hann vísir á, at bæði í
Noregi og aðrastaðni eru
eisini sterk feløg, og har hava
tey eisini drúgvar royndir í at
gera tunlar.
– Tað er er ikki gott sam
ráðingarkynstur, at ikki fleiri
feløg sluppu upp í part, sigur
Jenis av Rana.
Jenis av Rana hugsar
eisini nógv um treytirnar
hjá privata tunnilisfelagnum
um, at landið má ikki gera
íløgur í samferðslukervið,
sum broyta fortreytirnar
fyri tunlinum. Tað merkir, at
landið bindur seg til ikki at
gera tunlar, vegir, ella hvat
tað skal vera, sum egga bilum
at koyra uttanum tunnilin.
– Hetta er ein einkar
rættur, sum kann vara í heili
50 ár. Hugsa vit okkum 50
ár aftur í tíðina, til 1963, er
hetta árið, fyrsti tunnil í
landinum, Hvalbiartunnilin,
varð tikin í nýtslu. Og
hugsa
vit
so
um
allar
útbyggingarnar,
sum
eru
gjørdar síðani, er tað øllum
greitt, at í samferðsluhøpi
eru 50 ár ómetaliga long
tíð og alla hesa tíðina eru
møguleikarnir hjá landinum
at byggja út, avmarkaðir,
verður Eysturoyartunnilin
privatur, sigur Jenis av Rana.
Kári P. Højgaard
skal vigast í
Landsstýris
málanevndini
Eysturoyartunnil Hevur hann fjalt upplýsingsr
fyri Løgtinginum, er tað sera álvarsamt, sigur Sirið
Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini, sum
hevur eftirlit við virkseminum hjá landsstýrinum
Áki Bertholdsen
– Hevur Kári P. Højgaard,
landsstýrismaður,
fjalt
upplýsingar frá landsverki
um
Eysturoyartunnilin
fyri Løgtinginum, er tað
sera álvarsamt.
Tað heldur Sirið Sten
berg, forkvinna í Lands
stýrismálanevndini
hjá
løgtinginum.
Landsstýrismálanevnd
in hevur eftirlit við virk
seminum hjá landsstýris
fólkum og nú fer Sirið
Stenberg
at
umrøða
í
nevndini, um framferðin
hjá Kára P. Højgaard skal
takast upp til viðgerðar.
– Vit eiga at taka støðu
til um vit skulu taka málið
upp og tað vóni eg, at
nevndin ger, sigur hon.
Forkvinnan í Lands
stýrismálanevndini sigur,
at tað er rættiliga álvar
samt, at landsstýrismaður
fjalir upplýsingar fyri Løg
tinginum.
Sostatt hevur hann ikki
upplýst málið til fulnar, so
leiðis sum hann hevur
skyldu til, tí tá ið løgtingið
ikki hevur allar upplýs
ingarnar, er ringt at taka
støðu til eitt mál, heldur
Sirið Stenberg.
– Eftir tí, sum er komið
fram, er alt, sum bendir á,
at
landsstýrismaðurin
hevur fjalt upplýsingar
fyri Løgtinginum og tí vil
hon
hava
Landsstýris-
málanevndina
at
taka
málið upp.
Privatur tunnil
milliardir dýrari
enn ein almennur
EYSTUROYARTUNNIL Ein privatur Eysturoyartunnil
verður upp til tríggjar millardir dýrari at
byggja og reka enn ein almennur tunnil
Áki Bertholdsen
– Skal eitt privat felag gera
og reka ætlaða Eysturoyar
tunnilin, verður hann 1,9-3
milliardir dýrari fyri tað
føroyska samfelagið, enn tað
almenna hevði verðið.
Tað staðfestir Landsverk.
Tá ið Kári P. Højgaard nú
um dagarnar skuldi svara
spurningum frá løgtings
monnunum, Høgna Hoydal
og Aksel V. Johannesen um
Eysturoyartunnilin, bað lands
stýrismaðurin eisini Lands
verk um at geva sítt ískoyti
til svarið.
Men tá ið avtornaði, var
svarið hjá Landsverki útihýst
í
svarinum,
sum
lands
stýrismaðurin gav víðari til
teir báðar løgtingsmenninar.
Í svarinum, vit hava fingið
innilt í, sigur Landsverk, at
nýggjar
útrokningar,
við
dagførdum tølum og neyvari
útrokningar, vísa, at rentu
munurin við at lata eitt
privat felag eiga, fíggja og
reka undirsjóvartunnilin er
minst 7%.
– Í tølum svarar hetta til
ein meirkostnað ímillum 73
til 116 milliónir krónur árliga
til undirsjóvartunnilin er
útgoldin um 30 ár.
– Hetta svarar til ein
samlaðan meirkostnað uppá
tilsamans 1,9 til 3 milliardir
krónur ella 1,4 til 2,3 milliard
krónur í nútíðarvirði, um
tunnilin verður á privatum
heldur
enn
almennum
hondum, sigur Landsverk.
Váðin kann avmarkast
Annars staðfestir Landsverk,
at váðin at byggja tunnilin
er tann sami fyri privat og
alment.
– Tó meta vit at hann
kann
avmarkast
nógv
í
byrjunarfasuni við góðum
undankanningum.
Men
rakstrarváðin
er
størri hjá tí privata. Grund
gevingin fyri tí er, at í
útgangsstøðinum er ferðslu
váðin tann sami. Men verður
lagt upp fyri at tað almenna
kann stýra samlaða undir
støðukervinum,
er
váðin
størri hjá tí privata.
– Fíggingarkostnaðurin er
størri hjá tí privata enn hjá tí
almenna tí lánveitarin krev
ur eykakostnað fyri váðan.
Hesin váðin er annars neyvt
knýttur at hvussu sáttmálin
er settur saman.
Ein spurningur í hesum
samband er, um tað ber til at
leingja sáttmálan, ella um
ongar bindingar eru á prís
ásetingini fyri ferðsluna, á
ferðaprísinum.
Um so er, fellur váðin
munandi og harvið fígging
arkostnaðurin.
Landsverk sigur, at kostn
aðarmunurin, rentan, ímill
um privat og alment, er sett
ur saman av váða og avkasti.
Men tað er torført at siga
hvussu stórur partur av
upphæddini er hvat, tá man
ikki hevur innlit í sáttmálan,
sigur Landsverk.