Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Haldið nú hol um hasi holini! Í um leið fimmti ár havi eg fylgt við tí, sum hendir í før­ oyskum politikki. Fyrr skiftu tingfólk fyri tað mesta orð um at skapa fjøldini betri kor, um hug­ sjónir og dreymar – um tjóðarbygging. Nú tosa politikarar at kalla bara um hol: stór hol og smá hol, long hol og stutt hol. Milliónirnar rulla, og nú fara milliardirnar á rull. Í at sær komnum lond­ um hava politikarar røtt um, hvussu framleiðast kann soleiðis, at landsins inn­tøkur røkka til tann tørv, ið øll samfeløg hava: skúlagongd, almanna­veit­ ingar og heilsutænastur – nú eru so barnaansing og hægri lestur komin aftrat. Seinastu árini hevur fíggjarmálaráðið hjá okkum í tíðindskrivum fegnast um øktar inntøkur - av inn­ flutningi. Hvat land í heiminum kann liva av at innflyta bilar? Vit hava pumpað milli­ ardir í eitt vega- og tunn­ils­ kervi. Eru vit vorðin ríkari av tí? Fjølmentari? Meira sjálv­bjargin? Bardagaárini frá 1940 til 1945 mistu vit 121 sjómenn í vandasigling, og vit hava øtast um hetta. Ráðið fyri ferðslutrygd sigur okkum um dagarnar, at nú eru fleiri enn dupult so mong - 275 fólk - deyð í ferðsluni. Mong munnu vera um at sálast av hesum marg­ lætismøsninum um hol og hol og aftur hol, sam­stundis sum somu politik­arar raðfesta soleiðis, at gom­ul og óhjálpin liggja nið­urbundin í blæu í tólv tímar ella meira, uttan at starvsfólk eru tøk at hjálpa teimum. Hvaðan kemur hesin kenslukuldin? Hví hjálpa landsins politikarar ikki hesum fólkunum? Hví jabba teir bara um hol om­an á hol? Og hvør politikari tor­ir at seta onnur mál á bredd­an: Umstøðurnar hjá tón­ leikarum okkara, sjón­leik­ arum og høvundum? Umstøðurnar hjá ment­ an­ar­stovnum sum Lands­ bókasavni, Lands­skjala­savni, Tjóðsavni og Kring­varpi? Umstøðurnar, sum víkja at bókaútgávu, orðabóka­gerð og skúlabókagerð? Øll, sum hava nakað at hugsa við, mugu duga at síggja hetta: Viðvíkjandi samferðslu eru vit ájavnt – helst fremri – enn allir grannar okkara. Viðvíkjandi mentanar­ korum eru vit fimmti ár - ella meira – aftari enn allir grannar okkara. Hetta, sum politikarar nú borðreiða við, er besta uppskriftin uppá, hvussu tú drepur eina tjóð. Meðan vit bíða eftir, at Skálafjarðartunnilin skal koma burtur úr skapta hurlivasanum, kundi eg hugsa mær at fingið at vita frá løgmanni, hvar Vágatunnilin og Norðoyartunnilin eru í tunnilspakkanum. Bæði Vága- og Norð­oya­ tunnilin hava sína heimild í løgtingslóg. Lógin loyvir tveimum partafeløgum – sum landið eigur allan parta­peningin í - at byggja, reka og forrenta tunlarnar. Parta­feløgini fáa rætt til at krevja tunnilsgjald fyri at afturgjalda útvegingar­ kostnaðin. Tá útvegingarkostnaðurin er goldin, skulu tunlarnir uttan viðurlag handast land­ in­um til ognar. Útveganar­ kostnaðurin er fíggjaður við partapeningi og við lántøku. Í lógunum um Vága­tunn­ ilin og Norðoyartunnilin stend­ur m.a. : Løgtingslóg nr. 18/199 Fast samband um Vest­manna­ fjørð Rættur til tunnilsgerð og eftirlit § 1. Stk 1. P/F Vágatunnilin, (skr.nr. 2809/1998) fær rætt til vega,- brúgva- og tunnilsgerð millum Streym­ oynna og Vágarnar um Vest­ mannasund og ognar­rætt til lidna tunnilin við til­hoyrandi brúgvum og vegi. Stk. 2. Lands­verk­frøðings­ stovnurin skal góðkenna tunnils­ver­kætlanina, her­ undir vega,- brúgva og tunn­ ilsgerðina, áðrenn tunn­ils­ arbeiðið verður sett í verk. Stk 3. ”Landsverk­frøð­ ings­stovnurin skipar, und­ ir ábyrgd mótvegis lands­ stýrismanninum, fyri eftirliti við, at verkætlanin verður framd samsvarandi góðkendu ætlanini, smb. stk. 2.” stk. 4. Tá útveganar­kostn­að­ urin er fult afturgoldin, og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar. Krøv til felagið § 7. Stk. 3. Við útveganar­ kostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslunar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m. Løgtingslóg nr. 106/2001 Fast samband um Lorvíks : Rættur til tunnilsgerð og eftirlit § 1. P/F Norðoyatunnilin, stovnað við heimild í løg­ tingslóg nr. 168 frá 21. de­ sember 2001 um stovnan av partafelagi at gera fast sam­band um Leirvíksfjørð, fær rætt til vega- og tunn­ ils­gerð millum Eysturoy og Borðoy og ognarrætt til lidna tunnilin við tilhoyrandi vegi. Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal góðkenna tunnils­verk­ ætlanina, herundir vega- og tunnilsgerðina, áðrenn tunn­ilsarbeiðið verður sett í verk, og skipar í hesum sam­bandi fyri eftirliti við, at verk­ætlanin verður framd samsvarandi góðkendu ætlanini. Stk. 3. Tá útveganarkostn­ aðurin er fult afturgoldin, og P/F Norðoyatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið uttan viðurlag av­hendað landinum til ognar. Stk. 4. Lands­verk­frøð­ings­ stovnurin, undir ábyrgd mótvegis landsstýris­mann­in­ um, stendur fyri arbeiðnum at binda anleggið í landsveg báðumegin, og skal hendan íbinding fevna um ein tunnil undir Leirvíks bygd.” Krøv til felagið § 7. Stk. 2. Við útveganar­ kostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslunar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m. Restlánið í Vágatunlinum er sambært roknskapin 2012 kr. 17,7 mill. og í Norð­oyatunlinum kr. 59,2 mill. Í næstum eru lánini afturgoldin, og so skulu tunnilsfeløgini til at afturgjalda partapeningin uppá tilsamans kr. 395,3 mill. krónur til landskassan. Partapeningurin í Vágatunli­ num er kr. 160,3 mill. og í Norðoyartunlinum kr. 235 mill. Tað hoyrist nú frá ávísum politikarum, at tað ikki er ætlanin at tunnilsfeløgini skulu afturgjalda allan út­ veganarkostnaðin, men bert tann partin sum lán­ini um­boða, og at onki tunn­ ils­gjald tá verður tikið fyri farleiðirnar Vágar og Norð­ oyggjar. Mín spurningur til løg­ mann er tí : 1. Eru lógirnar nr. 18/1999 og 106/2001 um fast samband um Vestmannasund og Lorvíksfjørð avtiknar ? 2. Um ikki - er so ætlanina at avtaka lógirnar í næst­ um ? 3. Um lógirnar framhaldandi skulu virka - hvat er so ætlanin at brúka hesar kr. 395 mill. til ? 4. Innganga tær í samlaða tunnilspakkan hjá sam­ gong­uni ? Tað er hóskandi at fáa hetta upplýst soleiðis, at vit – sum bara undrast og hyggja at – fáa ein møguleika at arbeiða við tunnilsætlanunum, seta røttu spurningarnar og vísa á gongdar leiðir. Eg vildi, at hesir spurning­ ar vóru settir løgmanni, tá tingið kemur saman aftur, men tá er tað ov seint. Harra løgmaður - meðan vit bíða....... Poul Michelsen løgtingsmaður fyri Framsókn Árni Dahl Tøkk Vit vilja við hesi heilsan takka øllum tykkum, sum fylgdu okkara kæra manni, pápa, abba og verpápa Tummas Ingibjartur Jacobsen Leynum til jarðar. Takk fyri hjálpsemi og umsorgan frá starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum og á Mørkini, sum vóru um hann. Eisini ein tøkk til tykkum sum trúfast vitjaðu hann. Takk til Jógvan Fríðriksson, Bergtórur Bjarkhamar og Theodor Olsen fyri góð og troystarrík orð, tá ið Tummas fór av Mørkini, og var jarðaður úr Kvívíkar kirkju. Takk til kirkjutænarar, sangarar, berarar, gravarar og øll tykkum sum hjálpti til ervið. Takk fyri heilsanir og vitjanir. Takk fyri blómur, peningagávur til Mørkina, og takk til tykkum mongu sum fylgdu honum til hansara hvíldarstað. Vinaliga Sólbjørg og Fríðunn við familju