mánadagur 8. juli 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ítróttartoymi
A
llir føroyingar hava lært frá barnsbeini,
at ein má laga seg eftir veðrinum, og ongi
óráð taka fyri. Tað er heldur ikki uttan
grund, at í nógvum faldarum til útlendsk
ferðafólk gongur ein setningur aftur, nevnliga
»Weather permitting«, um veðrið loyvir tí.Fáar
ítróttarkappingar eru so tengdar at veðrinum, sum
tjóðarítrótt okkara, kappróðurin. Og tað er neyvan
uttan grund, at FM-róðrarnir verða avgreiddir í bestu
árstíð, í juni og í juli. Tó eru Føroyar so háttaðar, at
illveður kann eisini koma fyri í juli. Og ólukkutíð
rakti hetta kappróðurin á Varmakeldu í Fuglafirði
leygardagin. Ein kann tó ikki koma uttan um tað,
sum Fróði Olsen av Argjum bar uppá mál á Rás2
leygarkvøldið. Tá menn sóu á veðurforsøgnini, at
tað sá illa út fyri leygardagin, so skuldu teir hava
boðað frá longu fríggjadagin, at eingin róður var á
skránni leygardagin á Varmakeldu. Ivin kom ikki
kappróðrinum til góðar, og so slettis ikki teimum
róðrarfeløgunum, ið upplivdi at fáa sínar bátar
sorlaðar sundir. Tá ein hevur ítróttin, sum mest
av øllum er tengdur at veðrinum, so eigur ein at
verða skjótari enn onnur at taka svikaliga føroyska
veðurlagið í størsta álvara. At kappróðrarbátar
eru út fyri stórum materiellum skaða er nóg ringt
í sjálvum sær. Vit kunnu bert verða takksom
fyri, at eingin persónsskaði hendi leygardagin.
Kappróðurin er í nóg tungum sjógvi við teimum
vánaligu tilmeldingunum hjá 8-mannaførunum
og 10-mannaførunum. Vit, sum minnast glaðu
dagarnar, tá níggju 8-mannafør kappaðust, og sjey
10-mannafør kappaðust, blíva ikki líka tendraði
frammanfyri lurtitólið stevnudagar, tá bert tvær
ella tríggjar manningar kappast í teimum mest
prestisjutungu róðrunum hjá 8-mannaførunum
og 10-mannaførunum. Tá ein so upplivir aftrat
ringa tilmeldingartalinum, at óráð verða tikin fyri,
og at bátar av somu orsøk fara í knús, so økir tað
so ikki um áhugan fyri tjóðarítróttini. Og um tað
var Argjabáturin, og ikki Lómur, sum var tikin av
hvirluni í Kollafirði, so var bara Miðvingur eftir! Jú
argjamenn høvdu uttan iva eisini kunnað lánt ein bát
har, men tá var tann ítróttarligi broddurin veruliga
farin.
Veðrið
man ráða
sær, ella?
www.hb.fo:
Møguleikarnir fyri at koma víðari í ársins Europa League eru góðir og vit
kunnu bara takka okkara monnum fyri eitt flott avrik. Vit eru stolt av
tykkum.
www.ab.fo:
»Øll eru garvill á Argjum í løtuni«, sigur Sjúrður Olsen, nú AB hevur vunnið
3 dystir og 1 spælt 1 javnan av seinastu 4 dystunum.
www.b36.fo:
B36 hevur í samstarvi við G! átikið sær part av vaktarhaldinum á G!-
festivalinum. Til hetta hava vit sjálvandi tørv á nógvum og góðum fólki
www.if.fo:
Hóast tapið í dag, so sannførdi dysturin meg um, at vit megna at vinna
næsta dystin, tí okkara lið spældi nógv vakrari og skilabetri fótbólt enn tað
norðurírska liðið.
www.nsi.fo:
Evnaríki leikarin Haraldur Reinert Højgaard hevur skrivað sáttmála við NSÌ.
Haraldur er føddur 21 mars 1995 og hevur sína fótbóltsuppaling í B68 og
tað er eisini har hann hevur spælt øll árini.
www.nordlysid.fo: Ársins lið í fyrra hálvu:
Teitur Gestsson – Gert Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Eliasen,
Heðiun á Lakjuni – Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Heini
Vatnsdal, Símun Samuelsen – Leif Niclasen og Clayton Soares
www.svimjing.com:
Føroyska EJM-landsliðið er nú væl framkomið til Poznań í Póllandi, har
evropeiska juniormeistarastevnan í svimjing byrjar nú mikudagin.
www.rsf.fo:
Ja, tíverri hendi tað í dag, sum øll vónaðu at sleppast kundi undan. Róðurin
í Fuglafirði bleiv útsettur vegna veður í samráð við høvuðsdómarar og
umboð RSF´s á staðnum. Onkur heldur kanska, at boðini um at útseta
skuldu komið út fyrr, men sum fyrr mett í morgun, so vóru róðrarlíkindini í
Fuglafirði heilt góð fyrrapartin í dag.
Føroyaportalurin á Facebook:
EUROPA LEAGUE: Áðrenn seinna dystin ímóti Linfield eru heili 11 ÍF-
leikarar aftrat farnir í feriu. Hendan myndin varð tikin í dag.
Úr Gran Canaria høvdu leikararnir bert eitt at viðmerkja til Føroyaportalin:
– Hallóóó... Bíða líka!!! AI SE EU TU PEGO, AI, AI SE EU TU PEGO...
HEEEEEEY, HEEY, BABY, HU, HA... DJ Øtzi er foytur! Vit mugu fara, bei!
Heimasíðurnar skriva:
Ítróttar klumman
Heri Simonsen
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
Pál og Magnus
hertóku DM stevnuna
Rás2 sigur beinleiðis frá returdystinum millum EB/Str. og Lusitans úr Andorra.
Fyrr dysturin endaði við 2-2 javnleiki, eftir at Lusitans var á odda 2-0, var ein
maður í yvirtal og hevði brotsspark. Tað endaði við at Arnbjørn Hansen og Levi
Hanssen javnaðu fyri EB/Streym. Dysturin verður í annaðkvøld(Týskvøldið) á
Tórsvølli klokkan 19.00. Rás2 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 18.30.
Tróndur Arge
Pál Joensen vann í 200
metrar frí og 400 metrar frí.
Hann var eisini fyrstur á mál
í 800 metrar frí, so fekk hann
ikki heitið sum DM vinnari,
tí hann sambært svimjing.
com var ov seinur at melda
seg til.
Magnus Jákupsson gjørd
ist mest vinnandi svimjarin á
stevnuni. Hann vann gull í 50
metrar rygg, 100 metrar rygg
og 200 metrar frí. Hann var
eisini av partur av vinnandi
liðnum í 4x100 metrar bland
að og silvur í 4x100 metrar
frí.
trondur@sosialurin.fo
Pál Joensen og Magnus Jákupsson vunnið ikki færri enn seks
kappingar og fimm gullheiðursmerki á DM stevnuni, ið hevur
verið í Bellahøj í Keypmannahavn seinastu dagarnar