Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Mona heldur fótbóltin við líka í Australia Mona Breckmann, sum í eitt áramál var ein av profilinum hjá besta kvinnu­liðnum hjá AB, og føroyska kvinnulandsliðnum heldur fót­ bóltin við líka í einari regionalari ligu í Sunshine Coast í Australia. Í Coolum Football Club ger Mona eisini veruliga vart við seg Heri Simonsen Mona Breckmann lesur í Sippy Downs í deilríkinum Queensland í Australia. Kvinnu­fótbóltur er ein rættiliga stór ítróttargrein í Australia, men skal ein íðka fótbólt á hægsta stigi í Australia, so skal ein rinda eitt ótrúliga stórt lima­gjald. Bestu kvinnuligu fótbólts­ spæl­ararnir í Australia spæla í tí, sum nevnist National League. Tað næsthægsta støð­ið er State League, og so er tað Regional League. Limagjaldið var avgerandi Hóast Mona kundi ynskt sær at spælt á einum hægri støði, so valdi hon at fara og spæla við einum liði í Sippy Downs, sum hevur sítt besta lið í einari regional-ligu, har mót­støðuliðini øll eru frá økinum kring Sunshine Coast. At spæla við einum regional-liði kostar Monu eitt lima­gjald, sum svarar til heili 2.500 krónur í okkara pen­ ingi. Hevði hon skula spælt í State League, fyri ikki at tala um National League, so hevði tað kostað tað hvíta úr eyg­ unum. Og hjá einum lesandi hevði tað verið ein eyka tung, fíggjarlig byrða. Mál uppá samliband Mona viðgongur, at støðið í tí regionalu liguni kundi ver­ið hægri, men heldur seg kort­ini fáa nógv burturúr at spæla fótbólt í tí regionalu lig­uni. – Fótbóltur í Avstralia er alt ov nógv um pengar. Jú hægri støði er, tess dýrari er tað at verða partur av ein­ um elituhópi, so tú kanst ímynda tær hvussu nógv tað hevði kostað at spælt á ein­ um hægri støði, staðfestir Mona. Í Coolum Football Club í Sippy Downs, sum er eitt amatør­felag gongur væl, og vit fáa kroyst burturúr Monu, at hon hevur skotið mál uppá samliband í tí regionalu liguni. Coolum Football Club hevur 38 ár á baki. Felagið varð stovnað í 1975, og mill­ um fólk í økinum verður fel­ agið nevnt »The Dolphins«, delfin­urnar. Bara í tí eina 7-3 sigr­inum hjá Coolum skeyt Mona heili 5 mál. Gott lív at verða í Australia Annars letur Mona væl at fólkunum í Australia, sum hon heldur verða ógvuliga stutt­lig: – Tey síggja ikki uppá nak­að, sum ein trupuleika. Tey eru altíð so avslappað, helst man tað verða sólin, ið ger mun, greiðir Mona frá. Hó­ast tað er »hávetur« í Australia nú, so eru tað heili 23 hita­stig. – Vit ganga ímillum vill djór á universitetinum her. Tær stóru kengururnar liggja og baka í sólini við teirra lítlu »joey's«, sum australiufólk nevna ungan hjá kenguruni. Eg tori at siga, at hetta er eitt paradís. Góði hýrurin er altíð í hásæti, og ítróttarfólk eru at síggja allastaðni. Givið er, at universitetslívið er hart, og nógvir tímar á deg­num fara til lesna og skriv­ligt arbeiði. Somikið meira er at fegnast um góðu um­støður­nar, sum ein hevur aftaná skúlatíð, greiðir Mona frá. – Vit hava 15 minuttir við bussi til strondina, og her eru fleiri góðar strendur at velja ímillum. Australska summar­ ferian er, tá tann føroyski háveturin er, so vit skulu ikki vænta at síggja Monu á einum føroyskum fótbóltsliði tey fyrstu árini. heris@sosialurin.fo Mona saman við unnustanum, Dánjali Róa