Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 var hann við til at manna Tjaldrið, Sølmund, Heiða­ bátin og Eysturoying. Síðani hevur hann hildið frí frá kappróðri. – Báturin er mannaður við 18-22 ára gomlum dreingj­ um. Teir róðu seinnapartin av kappingarárinum í fjør. Tá vóru teir aftarlaga. Eg vandi saman við teimum uppundir ólavsøku. Tá hildu vit, at tað gekk so mikið frægt, at vit gjørdu av at royna aftur í ár. Síðani stutt eftir nýggjár hava vit vant rættuliga nógv, og tað kennist sera hugaligt, at úrtøkan hevur verið so mikið góð. Men enn er langt á mál. Vit fegnast um sigurin í Fuglafirði, og nú eru vit fult og heilt fokuseraðir á av­ bjóðingini, sum bíðar okkum í Sørvági leygardagin, sigur Jónleif Danieslen. Hvussu var róðurin í Fugla­firði? – Eg haldi ikki, at vit fingu so góðan start. Gongurólvur fór framum okkum, men vit fingu hann skjótt aftur, og eg hevði eina góða kenslu av, at vit høvdu gott tak á Jarn­ bardi, Gongurólvi, Rádna og Herningi. Tað var ikki fyrr­ enn vit fóru undir enda­ spurtin, at eg varnaðist Sundabátin, sum lá heilt inni undir kaiini. Hann gekk ógvuliga væl, men tíbetur vunnu vit á honum við einum skuti. Men tað er eingin ivi um, at hann verður uppaftur betri við um eina viku. Tað er hugaligt, at vit mitt í kappingarárinum fáa eitt so seriøst íslett frá rógv­ arum, sum hava fyri­reikað seg so væl í Keyp­mannahavn, heldur bátsfor­maðurin á Sølmundi. Eftir at tit høvdu vunnið á norðoyastevnu, so gekk tað ikki so væl á sundalagsstevnu og fjarðastevnu, tá ið Jarn­ bardur vann? – Serliga á fjarðastevnu á Skála gekk tað ikki væl. Tá endaðu vit á triðja plássi, tí bæði Jarnbardur og Gong­u­ rólvur vunnu á okkum. Ludvík við Stein og Martin Venned eru við til at leggja okkum lag á. Eftir róðurin á Skála var Martin umborð nøkur venjingarkvøld, og tá kendist tað sum um, at tøkini fóru frá at vera dreingjatøk og til at vera tøk hjá vaksnum monnum, og tað hevur sæst aftur á úrslitunum. At tað er stórur áhugi fyri kappróðri her í økinum og fyri av­ rikunum hjá okkum, sótu vit, tá ið vit komu út aftur úr Fuglafirði. Tá var heilt nógv fólk í neystinum og tók ímóti okkum, greiðir Jónleif Dan­ ielsen, bátsformaður á Søl­ mundi frá. Sama søgan Í hinum trimum mann­ fólkakappingunum gekk tað soleiðis, sum tað hevur gjørt seinastu ferðirnar. Dreka dreingirnir hjá Havnar Róðrarfelag vunnu fyri fjórðu ferð. Hesa ferð vóru tað teir úr Klaksvík umborð á Fípuni Føgru, sum vóru Drekanum næstir. At tað verður skift eitt sindur út millum teir aftanfyri ber við sær, at Drekin hevur beina kós ímóti FM heitinum. Soleiðis er tað eisini við Argjabátinum. Hesa ferð var tað tó ikki so ógvusligur mun­ ur millum Miðvingin og fram til Argjabátin, sum tað hevur verið undanfarnu ferði­r­nar, og róðurin var væl meiri áhugaverdur, enn hann hev­ ur verið undanfarnu ferðir­nar. Miðvingur fór beinanvegin afturum, og munurin varð skjótt meiri enn ein báts­ longd. Men Miðvingur bjóð­ aði fleiri ferðir av, og munurin minkaði niður í eitt sindur minni enn eina báts­ longd. Talan varð tó ongantíð um rættuligan spenning, og tá ið bátarnir fóru um málið í dýrdarveðrinum, var Argja­ báturin eina bátslongd undan Miðvinginum. Tað eru trý stig millum Argjabátinum og Miðvingin. Tá ið tað bara eru tveir róðrar eftir at kappast í, so ber tað ikki til, at Argjabáturin ikki vinnur FM, um hann verður við á vestanstevnu og ólav­ søku. Klaksvíkingur tungur at taka Talan var um orduligan kvøld­róður, tá ið 10-manna­ førini í fínum og føgrum róðrarlíkindum settu punkt­ um fyri kappróðrinum á varmakeldustevnu. Klokkan var farin av hálvg­um átta, tá ið Suður­ oyingur og Klaksvíkingur borð um borð fóru siglandi um málið. Suðuroyingur var leingi eitt vet undan Klaksvíkingi, men sum tað leið frá túsund metra málinum og inn ímóti endamálinum, so kendist tað sum um, at tøkini munaðu meiri hjá Klaksvíkingi, sum á málinum var umleið eina hálva bátslongd framman­ fyri treisku suðuroyingarnar. Havnarbáturin fylgdi væl við í startspurtinum og eitt sindur meiri enn tað, men so misti hann í øgiligu kapp­ ingini, og á málinum var hann meiri enn tvær báts­ longdir aftanfyri hinar báðar bátarnar. Úrslitið í dag ber við sær, at Klaksvíkingur nú er trý stig frammanfyri Suðuroy­ ing í kappingini um FM. Harvið er tað nú góður møguleiki fyri, at tað á ólav­ søku skal eydnast Klaks­vík­ ingi at ogna sær triðja FM heitið á rað. Tað eru 21 ár síðani, at tað seinast var neyðugt at flyta kappróðurin frá leygardegi og til sunnudag. Síðsta ferðin undan varmakeldustevnuni í 2013 í Fuglafirði, at hetta varð gjørt, var á jóansøku í Vági í 1992. Neyvan nakrantíð áður hevur tað tikið so langa tíð at avgreiða kappróðurin, sum tað gjørdi á varmakeldustevnu í 2013. Um tað hevði lagað seg, sum tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar í ár, og sum tað plagar at gera, so skuldu 10-mannaførini farið um málið í seinasta lagið leygardagin kl. 17.30. Hesa ferð komu tey á mál sunnukvøldið klokkan 19.42! Myndir: Álvur Haraldsen ítróttur