Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kappróður Nú eru tveir kappróðrar eftir í hesum róðrarárinum. Nú leygardagin 13. juli verður kappast á vestanstevnu, sum hesa ferð verður í Sørvági. Og so verður steðgur í tvær vikur, tá stóra finalan verður á skránni. Hon verður ólavsøkuaftan 28. juli, sum hesa ferð er sunnudag. Varmakelduróðurin: Nú eru tað bara Jarnbardur og Erla Kongsdóttir, sum hava vunnið allar róðrarnar í ár, og í heimasjógvi var avrikið hjá gentunum í Fuglafirði so mikið sannførandi, at tær í løtuni eru besta boðið upp á bestu manningina av øllum í ár Jóannes Hansen Hóast líkindini at rógva kapp vóru hampulig sunnudagin, so siga tíðirnar, at hetta var ikki dagurin, tá ið tað kom upp á tal at rógva skjótari, enn nakar annar hevur gjørt og harvið at seta met. Sum so ofta áður nevnt, so er tað torført at sammeta róðrartíðir, men tað er neyvan heilt við síðuna av at sammeta tíðirnar á sama róðrardegi og á sama róðrarteini, hóast tað kann koma fyri, at umstøðurnar at rógva eru ymiskar, tí ætt, vindmegi og rák skikka sær ymiskt. Men í Fuglafirði mundi munurin í róðrarum­støð­ unum ikki vera so stórur hjá kvinnunum í 6-mannaførum, 5-mannaførum og hjá gent­ unum í 5-mannaførunum. Erla Kongsdóttir við gentum, og Jarnbardur við kvinnum vunnu favoritt­ sigrar í kappingunum millum ávikavíst gentur í 5-manna­ førum og kvinnur í 6-manna­ førum. Hesar báðar mann­ ingarnar eru, eftir at fimm av sjey kappingum eru lagdar aftur um bak, tær einastu, sum hava vunnið allar fimm ferðirnar og harvið hava vunnið fult stigatal. Hjá fýra manningum rest­ ar eitt stig í fult stigatal – hjá Dreingjunum á Drekanum, hjá kvinnunum á Havfrúnni, hjá Argjabátinum og hjá Klaksvíkingi. Erla sera sannførandi Tað plagar at verða roknað við, at tíðirnar eru betri hjá størru bátunum, og at tíð­ irnar eru betri hjá kvinn­ unum, enn tær eru hjá gentunum. Tað var tí, at tað ofta vísti seg, at fyritreyt­ irnar at kappast vóru so ymiskar hjá teimum yngstu og teimum eldru, at tað fyri nøkrum árum síðani varð gjørt av, at kvinnukappingin í 5-mannaførum skuldi flokkast í tvey – 5-mannafør fyri kvinnur og 5-mannafør fyri gentur. Róðrartíðirnar á varma­ keldu í Fuglafirði vísa, at besti báturin yvirhøvur í teimum trimum kapping­un­ um fyri gentur og kvinnur var Erla Kongsdóttir. Vinn­ ara­tíðin hjá suverena gentu­ bátinum í Fuglafirði á varma­ keldustevnu var lak­ari, enn hon hevur verið undanfarnu ferðirnar. Besta tíðin hjá Erlu Kongsdóttir higartil í ár var á sundalagsstevnu í Hvalvík, tá ið vinnaratíðin var 5.19.22. Í heimasjógvi í Fuglafirði vann Erla Kongsdóttir meiri sannførandi í síni kapping, enn hon hevur gjørt fyrr í ár. Tíðarmunurin aftur til Blik av Argjum, sum eisini er næstfremstur í FM kapp­ ingini, var 16 sekund. So stórur hevur munurin frá Erlu Kongsdóttir og aftur til næsta kappingarneytan ong­ antíð áður verið í ár. Vinnaratíðin hjá Erlu Kongsdóttir á varmakeldu var 5.32.22 ella 13 sekund lak­ ari, enn vinnaratíðin var hjá fuglfjarðargentum í Hval­vík. Sammett við Ørnina, sum vann kappingina millum 5-mannaførini við kvinnum, so var tíðin hjá Erlu Kongs­ dóttir 1 8/25 sekund betri, og sammett við Jarnbard, sum vann kappingina millum 6-mannafør við kvinnum, so var vinnaratíðin hjá Erlu Kongsdóttir 9 22/25 sekund betri. Erla setti allar kvinnurnar upp á pláss ítróttur ítróttur Fyri fjórðu ferð á rað vann Fípan Fagra úr Klaksvík gentu­róðuri­n í barnakappingini. Hesa ferð var sigurin trivaligari, enn hann hevur verið undanfarnu ferðirnar. Nú var fjarstøðan knappliga tvey sekund aftur til Spógvan hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, sum vann tøttu kapp­ingina um næstfremsta plássið á Títlingi hjá Havnar Róðrar­felag.