Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. juli 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 8. juli 2013 · Nr. 77 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Harvið siga tølini, at avrikini hjá Erlu Kongsdóttir í ár eru heilt framúr. 6-mannafør kvinnur Sum allar fýra tær undan­ farnu ferðirnar í ár so vann Jarnbardur aftur hesa ferð sera sannførandi sigur í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum. Talan var ikki um kapp­ róður, tí munurin var bein­ anvegin ein bátslongd, og hann longdist stútt og støðugt og var at enda meiri enn tríggjar bátslongdir. Rádni úr Fugalfirði var næstfremstur, og tær á Lómi av Argjum, sum í Fuglfirði mannaðu Páll Fanga, vunnu tættu kappingina um triðja plássið við Herning. Jarnbardur stýrir ímóti FM heitinum. Eingin ivi er um tað! Ørnin steðgaði sigursrøðini Ellivu sigrar á rað. So gekk tað ikki longur. Tað var staðfestingin hjá teimum umborð á Havfrúnni úr Vestmanna á varmakeldu í Fuglafirði. Í fjør vann Hav­frúgvin allar sjey róðrarnar og harvið FM heitið. Fýra teir fyrstu róðrarnar í ár vann Havfrúgvin, og harvið hevur 5-mannafarið í Vestmanna kós ímóti FM heitinum. Men hesa ferð verður tað ikki við fullum stigatali, at Havfrúgvin verður meistari. Eftir ellivu sigrar á rað noyddist Havfrúgvin í Fuglafirði at lúta fyri Ørnini úr Sandavági, sum fekk góðan start og rættuliga skjótt bjóðaði av frammi í oddinum. Sær sjálvari líkt so var starturin ikki so góður hjá Havfrúnni. Leingi sá tað tó út til, at tað skuldi vignast, sum tað hevur gjørt fleiri ferðir áður, tá ið Havfrúgvin hevur verið drúgvast, hóast starturin ikki hevur verið so góður. Tað vildu tær á Ørnini ikki. Tá ið bátarnir fóru um málið, var Ørnin tað mesta av einari hálvari bátslongd frammanfyri Havfrúnna. Hagtølini siga, at Ørnin áður hevur staðið seg væl í hesi kappingini. Síðsta FM heitið vunnu tær í Sandavági í kappingini millum 5-manna­ før við kvinnum í 2006. Og Ørnin hevur ongan róður vunnið síðani í 2007. Tá vann Ørnin á jóansøku og á vestanstevnu. Í FM kappingini er tað tó einki, sum bendir á, at tað ikki skal eydnast Havfrúnni at endurvinna meistaraskapin. Havfrúgvin hevur 34 stig, og Teistin, sum í Fuglafirði endaði á fjórða pássi, hevur 26 stig. Ørnin er á triðja plássi við 25 stigum. Í Fuglafirði var kapping millum 6-mannafør við kvinnum. Fyrr varð tað nevnt old girls. Nú eitur tað masters. Fýra bátar tóku lut, men Riddarin var kolldømdur. Lómur vann, Gongurólvur var nummar tvey og Sølmundur nummar trý. Besta tíðin hjá 5-mannaførum við gentum á varmakeldustevnu í Fuglafirði nakrantíð er tann hjá Hvassa í 2007. Tá róðu tær úr Sundalagnum 1000 metra teinin í tíðini 5.20.01. Í gjár varð kappast fyri fimtu ferð í hesi kapping í Fuglafirði, og vinnaratíðin hjá Erul Kongsdóttir hesa ferð var lakari enn vinnaratíðirnar allar hinar ferðirnar. Myndir: Álvur Haraldsen ítróttur