Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. apríl 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 82 - 30. apríl 2004 Nr. 82 - 30. apríl 2004 21 MÓTI Eydna Skaale Eydna@sosialurin Øðrvísi mótasýning Seinasta fríggjakvøld var stórt mótashow á Platform. Luttakandi handlar vóru Siri, Juniik, Diva, Teir & Tara, Deres og Trend Floor. Talan var sum heild um eina ógvuliga breiða móta- framsýning. Stórur munur var á handlunum, bæði hvat viðvíkti hugflognum á framførðsluni, klæðunum og modellunum. Serliga Trend Floor skilti seg burturúr, sum verandi heilt øðrvísi. Tey høvdu veruliga gjørt sær ómak at fáa eitt show burturúr. Modellirnar vóru nógv smurdar, høvdu stórt tuper- að hár, og tyktust ganga ógvuliga avslappað, næstan slaskut. À pallin høvdu tey sett eina wc-kummu og eina stóra klædnadukku, sum vóru sproytaðar við ymsum neon litum. Tey settu ein ógvuliga ráan dám á sýningina, t.d. nýttu tey ketur at leiða hvønnannan við og tað tyktist ikki nerva tey stórvegis, at fullur salur av fólki sat og hugdi at teimum. Eisini Teir & Tara høvdu nakað av sama ráa stíli í síni sýning. Tey trý, ið gingu, gjørdu nógv við at nerta hvønnannan og flirta yvirdrivið og frekt. Showið byrjaði við, at mannliga modellin skræddi blusuna av sær og bleiv síðani latin úr buksunum av kvinnuligu modellunum. Av og á var harða image’ið tó í so nógv yvirdrivið, so tað gjørdist komiskt. T.d. tá hann gekk við tveimum strektum longutongum út eftir gólvinum. Men tað var deiligt at síggja eitt frískt og øðrvísið show. Modellini hjá Trend Floor og Teir & Tara gingu ikki bert aftur og fram, við føstum steðgistøðum, men tað tyktiskt meira ella minni tilvildarligt nær og hvar tey støðgaðu. Restin av handlunum, sum vóru við, høvdu meira siðbundnar sýningar. Vekt- in var løgd á at sýna klæð- ini fram, ístaðin fyri at skapa eina øðrvísi sýning. Tó riggaði tað sera væl hjá Siri, at modellirnar ikki gingu púra naknar, men vóru í neutralum, klassisk- um klædnasettum, sum tær knappaðu upp, fyri at vísa undirklæðini. Nýggjasti mótin Haldi ikki, at nakað koll- veltandi nýtt var at síggja á sýningini, so stílurin fyri summarið tykist ikki broyt- ast tað stóra. Bæði strammar og baggy cowboybuksur eru eftir øll- um at døma líka smartar enn. Nærum allir handlar- nir høvdu cowboybuksur við í sýningini. Toppar og blusur skulu helst vísa eitt sindur av húð, antin við víðum hálsi, so akslarnar koma undan ella við niðurringaðum ryggi ella bringu. Litirnir eru antin sterkir, við skríggj- andi gulum og appelsin- gulum, aquabláum og sterkt grønum ella pastell litir við babybláum, ljósareyðum, mintgrønum og ljósagul- um. Skal tað vera meiri av- slappað og gerandis, so eru joggingklæðini enn á móta. Heilt lágar og víðar buksur og troyggjur, sum vísa akslar. Minni gott við sýningini Hóast sýningin var spenn- andi og øðrvísi, so er tó okkurt at seta fingurin á. Hølini í Platform eru ikki vælegnað til eina sýning sum hesa. T.d. var eingin pallur til modellirnar at ganga á. Tey, ið ikki sótu fremst, sóu tískil ikki ser- liga væl og ónøgd hoyrdist um hetta eftir sýningina. Eisini var onkur handil, ið sýndi fram klæðir, sum langt síðani eru útseld. Tað tykist mær eitt sindur løgið at vísa fólki mótaklæðir, sum tey ikki longur kunnu ogna sær. Eitt triðja, sum fólk fýlt- ust á eftir sýningina, var, at hon var rættiliga lang- drigin. Tað er ov leingi at sita knappan hálvanannan tíma og hyggja, serliga tá øll ikki síggja nóg væl. Mótasýningin á Platform C M Y K 21 20