Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. apríl 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 82 - 30. apríl 2004 Nr. 82 - 30. apríl 2004 23 Ein húðarlit, ið sær út til at verða komin av nøkrum døgum sunn- anfyri. Eingin vandi fyri húðkrabba, rukkum ella pigment- broytingum. Hetta er eitt nýtt slag av sjálv- brúnara, sum verður nýtt av teimum fremstu innan vakur- leikarøkt í USA og London. Og nú eisini í Havn. Liturin verður sproytaður uppá húð- ina í einum tunnum, men heildekkandi lagi VAKURLEIKARØKT Eydna Skaale Eydna@sosialurin Síðani húðkreftin av álvara fór at gera um seg, hevur leingi verið leitað eftir einum útskiftara til háfjals- sólirnar. Nýggjasti spírin innan hetta økið, er júst komin til Føroya. SunSpa Airbrush er navnið. Hetta er ein vøra, ið virkar sum sjálvbrúnari, t.v.s., at evni fer ikki ínn í húðina, men litar bert uttasta húðarlagið. Munurin á hesum og sjálv- brúnara er, at hetta ikki er krem, men spray. Hetta er heldur ikki nakað tú gert í eini handavending har heima, tí viðgerðin verður gjørd av kostmetologum úti á vakurleikaklinikkum. Viðgerðin tekur ein hálv- an tíma. Tú stendur uppi ímeðan kostmetologurin sprayar. Hon nýtir eitt serligt tól, sum er knýtt at einum kompressara. Tá allur kroppurin er dekkað- ur, fært tú eina baðikápu at lata teg í, og eini fimm minuttir seinni, tá sprayið er tornað, kanst tú lata teg í klæðini aftur. Maria Vilhelmsen, sum er útbúgvin kostmetologur, og sum hevur hetta tilboðið á síni klinikk í Havn, sigur, at fyrimunurin við SunSpa er, at liturin sær út sum hann er komin av veruligu sólini, tí hann lagar seg til náturliga húðarlitin. Tú verður ikki reyður og snerktur, sum í solarium, men beinleiðis brúnur. Ikki brent, ikki ójavnt Av tí, at tað er ein kønur kostmetologur, ið hevur viðgerðina um hendi, er eingin vandi at fáa typisku sjálvbrúnaraplettirnar og ójavnleikan heldur. Maria sigur tó, at húðin skal vera grundiga rein tá viðgerin fer fram, so hon tilmælir kundunum at fara í bað beint áðrenn viðgerðina og exfoliera húðina væl. Eftir viðgerðina skulu helst ganga 12 tímar áðrenn farið verður í bað aftur. Hon sigur, at SunSpa hevur ein frískan anga, ikki hin eyð- kenda tunga solariums- og sjálvbrúnaraangan, so tað er eingin trupulleiki at fara beinleiðis í ball aftaná við- gerðina. Sólbrendi liturin heldur í eini 5 til 10 dagar. Tað av- hongur av húðini hjá tí ein- staka. Maria sigur, at fyrstu ferð tú kemur inn at fáa viðgerðina, er best at koma aftur innan eina viku og fáa næstu viðgerðina. Eftir hetta kann tíðin leingjast ímillum viðgerðinar. Hon hevur eisini eitt ann- að slag av airbrush sjálv- brúnara, SunGlitter, sum hevur glimmur í. Møgu- leiki er at fáa gull ella bronsu glimmur um allan kroppin saman við sól- brenda litinum. Hetta verð- ur kanska serliga ætlað yngri konufólki, áðrenn farið verður í fín ball. Maria sigur, at glimmurið vaskast av fyrstu ferð tú fert í brúsu, men at sólbrendi liturin heldur sum vanligt allíkavæl. Maria Vilhelmsen hevur longu havt fyrstu kundar- nar, og teir hava latið ótrú- liga væl at SunSpa air- brush. Viðgerðin hevur eisini fingið topp karakterir í alskyns damubløðum og testum kring allan heim. Viðgerðin kostar 260 kr. og um tú kemur aftur aðru ferð innan fimm dagar, kostar onnur viðgerð 225 kr. Nokk at gera Maria sigur seg annars hava úr at gera. – Tá eg lat vakurleika- klinikk upp á fyrsta sinni, var tað ógvuliga róligt ar- beiði. Men nú eru føroysku konufólkini – og mannfólk- ini eisini, blivin meira til- vitað um kroppsrøkt. Tað eru uml 3-4 vikur bíðitíð at sleppa framat hjá mær, og eg arbeiði frá kl 9 til einaferð um 18-19 tíðina, sigur hon. Hon greiðir frá, at tað mest av øllum er andlitsviðgerðir, ið eru á skránni hjá henni, men at hon annars ger alt vanligt kostmetologarbeiði, t.d. negl, hártøku og kropsvið- gerðir. Eisini hevur hon nógvar brúðrar at pynta. – Tað eru so nógv ting, sum okkum ikki nýtist at góðtaka blankt longur, t.d. óynsktan hárvøkstur, acne og veikar negl. Hetta kann alt ornast nú, og tað hava fólk funnið útav, sigur Maria. Og nú nýtist okkum held- ur ikki blankt at finna okk- um í at fáa krabba og rukk- ur, bert tí vit ynskja okkum ein summarsligari húðarlit. Nýggj kollveltandi sólviðgerð Maria Vilhelmsen er fyrsti kosmetologur í Føroyum, sum er farin undir SunSpa Airbrush sólviðgerð Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 23 22