Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. apríl 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 82 • fríggjadagur • 30. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Annika Ljósstein tóktist bilsin um, at føroyska landsliðið hevði vunnið somikið sannførandi á Belgia í fyrsta dystinum í Italia CHALLENGE-TROPHY jakup@sosialurin.fo Mezzocorona, Italia: Før- oysku leikararnir tóktust meira lættar enn fegnar, tá tær eftir dystin kundu stað- festa, at tær fyribils eru oddalið í sínum bólki í Challenge-Trophy kapp- ingini. Lættar, tí tær við sigrin- um høvdu lyft ein stóran part av trýstinum, sum hev- ur ligið á teimum, nú tær fyri fyrstu ferð eru við í hesi kappingini. Í bussinum fingu vit orðið á Anniku Ljósstein, og hon duldi ikki fyri, at uppgávan hevði verið nakað lættari, enn roknað varð við. - Ja, hetta bleiv nokk alvorliga nógv lættari, men vit høvdu tó eisini okkara trupulleikar. Serliga í byrj- anini vóru vit sera febrilsk- ar, men so sóu vit, at vit væl kundu vera við. Og í seinna hálvleiki tóktist tað eisini, sum høvdu tit tveitt alla virð- ingina fyri borð. Vistu tit tá, at tit sigurin var heima? - Vit føldu í øllum førum, at vit høvdu yvirtakið. Tað gjørdi sítt til, at vit tordu betri at spæla, men hin- vegin merkti tað kanska eisini, at vit settu dekan ov nógva ferð á, so vit framdu fleiri mistøk. Men tíbetur, so kostaðu tey okkum einki. Ein dyst í seinn Undan dystinum móti Belgia hevði føroyska liðið - sum tað er nevnt aðra- staðni – møguleika at síggja seinasta korterið av dystinum millum Ísrael og Letland. Ein dystur, sum als ikki tóktist geva ábend- ingar um, at talan fer at gerast um nakra ræðandi mótstøðu. Er hetta saman við sigr- inum í dag nakað sum fær tykkum at droyma um finalupláss og kanska gull. - Nei, als ikki. Nú var tað eisini bara seinasta korterið av hasum dystinum, sum vit sóu, so tað sigur kanska ikki tað stóra. Fyri okkara viðkomandi ræður fram- vegis um at fáa okkara spæl at koyra, og so mugu vit bara síggja, hvussu langt tað røkkur. Men nú vunnu tit jú trygt á Belgia, sum gjørdist nummar tvey seinast? - Ja, men eg veit ikki, um hetta er sama liðið. Nú hava tær í øllum førum fleiri ungar leikarar á liðnum, so kanska hevur talan verið um stóra útskifting. So vit fara ikki uppfrá av gleði um sigurin í dag, men hann var deiligur fyri tað, segði Ann- ika Ljósstein at enda.¨ Flemming Raben fegnaðist eftir dystin móti Belgia um vilj- an, sum leikararnir høvdu sýnt á degnum CHALLENGE-TROPHY Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Mezzecorona, Italia: Van- liga plagar Flemming Rab- en at vera ein maður, sum hevur hampuliga stuttan veg til smílið, og løtan eftir sigurin á Belgia var so einki undantak í so máta. Eftir dystin fingu vit orð- ið á hann, og fyrst og fremst legði hann dentin á, hvussu nógva orku leikar- arnir høvdu lagt í dystin. - Geisturin í spælinum var 100%. Tað haldi eg var fremsta orsøkin til, at tað gekk so væl. Allar eru tær alla tíðina fult konsentrer- aðar um at halda tær av- talur, sum vit gjørdu í verjupartinum, og so má tað koma í aðru røð, at vit serliga í fyrra hálvleiki fremja nakrar tekniskar feilir, eins og kontra-spælið ikki gekk heilt eftir vild. Tað eru so í øllum førum lutir, sum vit kunnu arbeiða við komandi dagarnar, helt hann, tá vit spurdu, hvussu væl nøgdur hann var við føroyska avrikið. Hugsaðu bert um seg sjálvar Beint undan føroyska dyst- inum, høvdu tey bæði kom- andi mótstøðuliðini hjá okkara dystast, og her sóu føroysku leikararnir sein- asta korterið ella so av ein- um dysti, har hvørki av lið- unum tóktist hava nakra ræðandi styrki. Var hetta kanska eisini nakað, sum sissaði før- oysku leikararnar, soleiðis at tær ikki gjørdust ovur- spentar undan dystinum. - Nei, tað haldi eg slettis ikki. Spenningurin hjá okk- um var fult so stórur kort- ini, og sum so løgdu vit heldur ikki nakran dent yvirhøvur á tann dystin, sum vit so eisini bara sóu seinasta partin av. Fyrst og fremst, so hildu vit okkum til okkara avtalur, og tann partin røktu tær til fulnar. Vit broyttu sum so heldur ikki tað stóra upp á hesar í dystinum, men tað víst seg heldur ikki at vera neyðugt, staðfesti venjarin. Og so skiftu tit eisini rættiliga nógv út. Var hetta tilvita fyri at spara leikarar- nar, nú talan er um so strævna dystarskrá. - Ja, partvíst ræður jú um hjá okkum at hava leikar- arnar so væl fyri, sum tað er møguligt til allar dyst- irnar, og tí er neyðugt, at tær eisini kunnu hvíla seg í dystunum. Og so ræður sjálvandi eisini um at fáa allar ígongd. Tað haldi eg sum so eisini, at allar komu, og sjálvt um okkurt sjálvandi kann betrast, so var hetta samanlagt ein framúr byrjan, staðfesti altso Flemming Raben at enda. Helena er ivasom Helena Dam Poulsen var tann av føroysku málverjunum, sum varð sett sum fyrsti- málverji til dystin móti Belgia, men tað gingu ikki stórt meira enn tíggju minuttir, áðrenn hon haltandi noyddist av vøllinum. - Eg stóð føst á gólv- inum, tá vit vandu týs- kvøldið, og tá merkti eg tað sama, men eg helt tó, at hetta nú var burtur. Hvørki í morg- un ella undir upphit- ingini kendi eg nakað til skaðan. Men tíðliga í dystinum fekk eg so sama skaðan aftur, og so var bara at fara út segði Helena, tá vit eftir dystin fingu orðið á hana. Tá Helena fór av vøllinum, var fram- vegis sera javnt mill- um liðini, og hon duldi heldur ikki fyri, at tað hevði verið tungt at hugt at. - Tað var ræðuligt. Men tíbetur, so fingu vit alt betri tak á, sum dysturin gekk, og so gjørdist tað bara heilt stuttligt at hyggja, sjálvt um sjálvandi vóni at gerast klár aftur. Sum skilst, so er tal- an helst um eina fipur- spreinging niðarliga heilt niðri við fótin. Fysioterapeturin á landsliðnum, Malan Klakstein, er alt fyri eitt farin í holt við viðgerð við ultraljóði og øðrum, og so er bara at vóna, at Helena fer at verða tøk til komandi dystirnar. -jm Helena Dam Poulsen fekk týskvøldið skaða í fótin, og sami skaði noyddi hana av vøllinum mikudagin Lættari enn væntað Framúr byrjan Fyri okkara viðkomandi ræður framvegis um at fáa okkara spæl at koyra, og so mugu vit bara síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Annika Ljósstein - Geisturin í spælinum var 100%. Tað haldi eg var fremsta orsøkin til, at tað gekk so væl, helt Flemming Raben eftir sigurin á Belgia Oddadystur hósdagin Beint undan dystinum hjá Føroyum móti Belgia, leiktu hini bæði liðini í bólkinum sín fyrst dyst í kapp- ingini. Tey bæði liðini eru Ísrael og Letland, og her eydnaðist Ísraelitt- unum at vinna 29-24. Soleiðis verður talan um oddadyst í okkara bólki hósdagin, og so kann leggjast afturat, at talan eisini er um grannauppgerð. Ís- raelska landsliðið býr nevnliga á sama ho- tellið, sum føroyska ferðalagið. -jm 25 24 Nr. 82 - 30. apríl 2004 C M Y K 24