fríggjadagur 30. apríl 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 82 - 30. apríl 2004
27
27
26
Nr. 82 - 30. apríl 2004
Føroysku hondbólts-
kvinnurnar fingu
eina framúr byrjan í
Challenge-Trophy
kappingini, tá tær
vunnu greiðan sigur á
Belgia, sum vann
silvur seinast
CHALLENGE-TROPHY
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mezzocorona, Italia: Á
bussferðini niðan aftur til
hotellið í Andalo tóktist tað
nærum, sum vildu føroysku
hondbóltskvinnurnar ikki
ordiliga trúgva tí, sum tær
júst høvdu útint.
Belgia átti fyri tveimum
árum síaðni næst sterkasta
liðið í Challenge Trophy
kappingini, og tí varð dyst-
urin í nógvar mátar mettur
sum eitt slag av styrkis-
roynd, har tað kundi stað-
festast, hvørt okkara hond-
bóltskvinnur
yvirhøvur
høvdu nakran møguleika at
standa seg í kappingini.
Framúr liðavrik
Og tað høvdu tær, skal so
líka leggjast afturat. Føroy-
ar ikki bara vunnu dystin
móti Belgia, men samlaða
liðavrikið
var
somikið
sannførandi, at øll í før-
oysku leguni eftir dystin
mundu sita við kensluni av,
at hetta so avgjørt fer at
verða ein vika av teimum
heilt hugaligu.
Tað er annars einki at
taka seg aftur í, at nervar í
ógvuliga stóran mun eyð-
kendu fyrstu løtuna av
fyrsta dystinum. Ferðin var
nokk ikki á tí støðinum,
sum føroysku ætlanirnar
høvdu verið til, og heldur
ikki kontra-spælið var so-
leiðis, sum endamálið var.
Men samlaða innsatsin-
um bilti so einki. Frá fyrsta
bríksli varð nógv lagt fyri í
verjupartinum, har okkara
ikki fluttu seg ein tumma,
og júst sum avtalað, so fóru
bakkarnir eisini ígongd við
at skjóta. Endamálið við
hesum seinasta varð annars
undan kappingini sagt at
vera, at við hesum kundi
betri pláss skapast fyri
vongspælinum, og sum so
var tað eisini rætt, men
hartil
funnu
bakkarnir
eisini útav, at tað saktans
kundi lata seg gera at skora
útifrá. Saman við framúr
strikuspæli frá Gunnleyg í
bæði verju- og álopspartin-
um gav hetta rættiliga
skjótt leikarunum trúnna
uppá, at tær saktans kundu
lyfta uppgávuna, og í so
máta tala tølini eisini sítt
sjónliga mál.
Breiddin nógv at siga
Belgia hevði tó ongan hug
at geva skarvin yvir, og
fyrsta góða korterið ella so
var munurin lítil og eingin.
Og tá skuldu okkara so
eisini vera takksamar móti
Helenu, sum byrjaði í
hægsta geari í málinum.
Spakuliga fóru okkara alt
meira at toga seg frá. Ikki
minst gjørdi tað sera góðan
mun, at ein sera væl upp-
løgd Joan M. Djordjevic
kom inn á vøllin. Hóast tað
eisini eru aðrar, sum kunnu
spæla mitt fyri, so er tað
neyvan ov nógv sagt, at
Joan hevur bestu kreativu
evnini á vøllinum, og so
hevur hon eisini eitt fót-
skifti, sum ger, at hon uttan
stórvegis hóvasták kann
seta beinleiðis mótstøðu-
leikaran av. Samstundis
tordi hon eisini at bróta
mynstrið í føroyska spælin-
um, soleiðis at tað gjørdist
truplari hjá mótstøðuni at
rokna út, hvussu tær skuldu
verja.
Og so byrjaði belgiska
mótstøðan av álvara at
fána. Viðvirkandi til hetta
var eisini, at breiddin á
føroyska liðnum tóktist
vera væl størri enn hjá
Belgia, ella í øllum førum
kom breiddin hjá teimum
ongantíð til sjóndar, tí fyri
tað nógva vóru tað serliga á
bakplássunum somu leik-
arar, sum máttu stríðast
allan dystin.
Hjá okkara stóð nakað
væl betri til í so máta, og
allar tær tólv, sum stóðu á
dómaraseðlinum fingu eis-
ini hampuliga nógv av
spælitíð. Annika, Katrin,
Simona, Joan, Gurið og
Heidi Maria tóktust allar
trívast væl á bakplássunum.
Á strikuni var Gunnleyg
stóri leikarin, men í longum
løtum fekk Una Olsen
eisini høvi at vísa, at hon so
sanniliga kann geva kapp-
ing um plássini, og á
vengrunum báðum tóktist
tað ganga við fullari ferð í
bæði verju og álopi. Høgru
megin við Báru og Lív,
meðan Nikolina og Anna
Kristina tóku sær av vinstru
síðu. Hjá hesum fýra var
einasta minussið kanska, at
kontra’ini gjørdust so fá í
tali, men eins og restin av
liðnum vóru tær viðvirk-
andi til, at verjuspælið mest
sum alla tíðina koyrdi opti-
malt, og so høvdu hinar
eisini fyrst Helenu og
seinni Fríðu at stríðast við,
og heldur ikki hetta varð
nøkur løtt uppgáva.
Virðingin hvarv
Soleiðis høvdu føroysku
kvinnurnar longu í steðg-
inum vunnið seg upp á seks
mál, og tað tóktist eisini
greitt eftir steðgin, at nú var
liðugt við virðingini.
Ferðin varð sett upp á eitt
støði, har okkara kanska til
tíðir høvdu ilt at fylgja við
Belgia-Føroyar 18-26 (10-16):
Bravo
Katrin á Neystabø smæddist ikki burtur av bakkinum, og við seks málum gjørdist hon besti føroyski málskjúttin á degnum
C
M
Y
K
26
Dysturin í tølum
Belgia-Føroyar 18-26 (10-26)
Føroyskir málskjúttar: Katrin á Neystabø 6(2), Joan
M. Djordjevic 4(2), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3,
Bára S. Klakstein 3, Annika Ljósstein 3, Simona
Hansen 2, Gunnleyg Berg 2(2), Heidi Maria
Akselsen 1, Lív Sørensen 1, Anna Kristina
Samson 1
Føroysk brotskøst: Katrin á Neystabø 3/2,
Joan M. Djordjevic 3/2, Gunnleyg Berg 3/2, Annika
Ljósstein 1/0
Belgisk brotskøst: 10/9
Gul kort: Nikolina Eyðbjørnsdóttir, Gunnleyg Berg,
Bára Skaale Klakstein
Føroyskar útvísingar: Heidi Maria Akselsen 2, Bára
Skaale Klakstein 2, Una Olsen 1
Belgiskar útvísingar: 5
Føroyski landsliðshópurin er her avmyndaður beint
undan dystinum móti Belgia. Standandi frá vinstru
eru tað Malan Klakstein, fysioterapeutur, Flemming
Raben, venjari, Heidi Maria Akselsen, Annika
Ljósstein, Gunnleyg Berg, Simona Hansen, Katrin á
Neystabø, Gurið Mortensen, Anna Kristina Samson,
Tomma Petersen, Rógvi Nielsen, venjari. Húkandi
frá vinstru: Joan Midjord Djordjevic, Bára Skaale
Klakstein, Lív Sørensen, Helena Dam Poulsen, Fríða
Petersen, Nikolina Eyðbjørnsdóttir, Una Olsen, Anna
Mari Samuelsen, Paula í Giljum, ferðaleiðari
sjálvar, men har Belgia so
als ikki fekk fylgt við. So
hvørt sum hálvleikurin
leið, bendi alt meira á
veruligan stórsigur, men
lukkutíð fyri hinar, so
gjørdist tað so sum so við
konsentratiónini hjá okkara
seinastu løtuna. Meira enn
at pynta eitt lítið sindur um
úrslitið, kundu tær gulu tó
ikki, og tað kundi so á
ongan
hátt
oyðileggja
gleðina hjá okkara. Tær
høvdu
staðið
fyrstu
royndina til eitt reint UG.
Enn er kappingin so ikki
vunnin, og tað er so heldur
ikki víst, at tað verður úr-
slitið. Men tær prógvaðu so
væl og virðiliga sín rætt til
at taka lut í kappingini. Ein
rættur, sum ikki øll alla tíð-
ina hava hildið verið so
sjálvsagdan.
Nakað at arbeiða við
Skal lítast frameftir, so
standa
framvegis
fýra
dystir á skránni, harav teir
báðir fyrstu eru avgerandi
fyri, hvørt talan verður um
hálvfinalu ella plaserings-
dystir fyri okkara viðkom-
andi.
Eitt hálvfinalupláss tyk-
ist á ongan hátt at vera
ógjørligt at røkka, men fyri
endaligu úrtøkuna er tó
umráðandi, at spælið hjá
liðnum verður nakað meira
fínpussað.
Undan kappingini hevur
verið mett, at kontrafasan
kanska er sterkasti parturin
á liðnum, men tað var
tíverri nakað, sum vit sóu
ov lítið til mikudagin. Ikki
minst kunnu slík mál hava
stóran týdning bæði sálar-
liga og kropsliga, tá talan
gerst um lættari dystir, so
tað er at vóna, at automat-
isman í hesum fer at batna.
Og so skulu brotskøst
eisini geva mál í nógv størri
mun, enn tey gjørdu tað
hesaferð. Av tíggju brots-
køstum endaðu bara tey
seks í meskunum, og tað er
ikki víst, at ráðini eru til tað
næstu ferð.
Hesaferð bilti tað tó
einki, og kanska kunnu
hesir trupulleikar tilskrivast
premierunervum. Í øllum
førum er at vóna, at trupul-
leikarnir verða loystir, og
verða teir tað, so kann talan
gerast um nakrar heilt stutt-
ligar dagar í Mezzocorona.
Hvar fór hon? Fótskiftið
hjá Joan voldi oftani
stórar trupulleikar fyri
mótstøðuverjuna
Ivaleyst ætlaðu tær
úr Belgia, at stóra
Lobke Punie skuldi
vinna flestu
nærdystirnar við
føroysku verjuna,
men tað vóru tað so
fleiri um at avgera